Røður 2019


Røða hjá Honnu Jensen, landsstýriskvinnu, ið hon helt í sambandi við listaframsýning hjá Arnold Vegghamar í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík sunnudagin tann 3. mars 2019.

Arnold Vegghamar, føddur í 1937, vaks upp á vøkrum stað, eitt stað, sum er grundin, hann byggir sína list á – bæði tað fysiska staðið, men eisini andaliga jørðildið, hann sprettur úr – hesi hevur hann vovið inn í málningar sínar á bæði livandi og stillan, men víðgongdan hátt fram til henda dag:

Hamrarnir, hagagrótið, bátarnir, Fugloy, mølin í Eiðsvík, húsfólkini, drýlurin, hugburður og handalag teirra, ið sleptu, lokala jarðarferðin, grindadrápið, havið, hagin og ljósið, lýsið og litirnir, soleiðis sum hesi hava fest seg í hansara djúpt listarligu sál.

Arnold var fyrst sjómaður og lærdi so handverk, men eg og mong við mær kenna hann best sum listamann, sum hann jú eisini er fyrst og fremst. Og hóast eg yndi hansara list, so er dagurin í dag og framsýningin her í Seglhúsinum mítt fyrsta høvi at hitta listamannin. Tí eri eg enn meira takksom at kunna siga nøkur orð til hesa fernisering.

Sambært bókini um Vegghamar, sum kom út á Listasavni Føroya í 2010, og sum Dagmar Warming skrivaði, so hevur Arnold mest sum ongan av heimsins stóru myndlistamonnum sæð við egnum eygum, tó hann er ein av teimum sjálvur. Eg hugsi sjálvandi um kendu málningarnar eftir Van Gogh og t.d. fronsku impressionistarnar, sum ferðafólkahóparnir valfarta til á hvørjum ári í Washington, New York, París, Amsterdam og aðrastaðni.

Hetta er fyri mær eitt prógv um, hvussu sterk list er, og hvussu hon ikki fornoktar seg sjálva, men spríkir fram í teimum, sum eru borin til at bera hana fram. Tí hvør kundi spátt, at hesin Norðoyasonur, sum eins og hinir fór til sjós um fermingaraldur, skuldi gerast so sannførandi amboð listarinnar? Tó, móðurin kendi viðkvæma sinnið, sum tykist vera treyt fyri at kunna lata upp á víðan vegg fyri sannari skapan.

Longu í 1957 sýndi Vegghamar fram í Havn á ólavsøkuframsýningini, og her standa vit í Klaksvík ein fagran sunnudag í mars í Harrans ári 2019. Viðareiðismálarin hevur sostatt verið virkin alment í skjótt 62 ár!

Og tá hann búði burturi í Keypmannahavn og í Havn, kom hann nógv meira saman við listafólki í dagsins verki og nógv minni út til framsýningar; og tað tykist sum hann heldur seg til skapanina, hann er kallaður til - heldur hondini á plónni og hyggur ikki aftur um seg, og rundan um seg, men fram! Og kom fyri 20 árum síðani aftur til heimbygdina at búgva og virka.

Hann hevur fingið undirvísing og hevur havt atgongd til heimsins list og listasøgu, serliga gjøgnum bókaverk og samskifti, men hann er annars einastandandi – bæði meðan hann arbeiðir og í m.a. sínum litavali, har hann endurskapti føroyska landslagsmálningin, og livir í fleiri týdningum tætt at sínum myndevnum og sínum verkum.

Menniskju eru fá í hansara samlaða listaverki – tey nærmastu og onkrar serligar hendingar í bygdini, eins og fuglaveiða, fiskiveiði, grind og berjadagar, sum eru fólkalív, eru við, men annars eru tað grótið, bátarnir og húsini á løriftinum, sum spæla leiklutin sum persónligheitir. Og júst tað gera tey: klóku ella innhugsandi húsini við fótin á Malinstindi, spelknu bátarnir á Eiðsvík við mølini í forsýni og Fugloy í baksýni, teskandi hagagrótið í mongu ævintýrkendu høgum lørifts hansara, men eisini hin einsligi varðin – hvat er tað hann sigur?

Viðareiði fostraði soleiðis ein son, hvørs navn er tætt knýtt at myndevnunum, homrunum, sum hann hevur málað úr ymiskari frásjón, við ymsari tøkni og heilt ymiskum fangandi litum gjøgnum árini. Eina rødd myndarinnar, sum viðhvørt syngur duett við hin eisini nýbrótandi bygdamannin, skaldið Chr. Matras. Eg hugsi um orðini:

“Nú dimmir í blánandi líðum”, “Og fjallið hvílist í kvirru” og “Nú skýmir um røkur og líðir”.

Eisini hugsi eg um tónan og bygdalívið í yrkingini “Einki er sum summarkvøld við strendur”.
---

STEM lærugreinirnar vórðu lyftar fram í ljósið um aldarskiftið í amerikansku útbúgvingarskipanini og skjótt komu rembingarnar hendanvegin, at vit áttu at styrkja:

S fyri Science /Náttúruvísindi

T fyri Teknologi /Tøkni

E fyri Enginering /Verkfrøði

M fyri Matematik/ Støddfrøði

Hetta skilja vit øll, tí tøkniliga og vísindaliga menningin er stór, og vit kunnu illa spáa um tey mongu størv, sum enn ikki eru til, men sum komandi ættarlið skulu útbúgva seg til.

Seinni eru tey tó komin eftir, at eitt A fyri Art/List var gloymt í styttingini, tí uttan list, kreativitet og breiða, djúpa mentanarfatan fær næmingurin, lærlingurin og tann lesandi ikki fullgott grundarlag at standa á. So STEM broytist nú mangastaðni til STEAM.

Eg havi undirvíst í listini hjá Vegghamar sum studentaskúlalærari í føroyskum, ikki minst um tað mundið, tá bókin hjá Dagmar Warming kom út í sambandi við framsýning hansara á Listasavni Føroya í 2010, og eg kann siga púra erliga, at júst henda listin fangar heilar flokkar – og ikki einans tey, sum lesa hugvísindi. Hon inspirerar til kreativa hugsan og eina upplating fyri list í síni heild. Og spyrt tú spontant ung sum eldri um tað fyrsta, tey hugsa, um list Vegghamars, so fært tú svarið: alternativar flottar landslagsmyndir, øgiliga modernað, torir betri enn tey flestu, rørandi o.s.fr. Og í stílaheftum, har veljast kann millum mong sløg av tekstum, tá stílur skal skrivast, tora fleiri enn vanligt at kasta seg út í at skriva ein myndagreinandi tekst, tá myndir Arnolds eru umboðaðar.

Harafturat ynskja mong ung, sum seta føtur undir egið borð sær ein málning eftir Vegghamar í t.d. brúðargávu! Hví, kunnu vit spyrja? Eg vænti, at hetta er júst loyndarmálið, sum vit ikki skilja so væl við intellektinum, men tó sansa og fata gjøgnum heilt aðrar førleikar, annan vísdóm.

Listin hjá Vegghamar stimbrar m.a. til eina heildarfatan av lærugreinum sum náttúru og tøkni. Nátturan, djóralívið, kreftirnar í havi og lofti, styrkin og tyngdin í fjallinum, lendi og vøkstur. Hátturin, sum hansara list setir hesi fram í nýtt ljós. Hon er serliga gott dømi um, hvussu list og hugvísindi annars fullfíggja eitt útbúgvingartilboð. Og tí eiga vit at gera meira við Vegghamar í okkara undirvísingartilfari á ymiskum útbúgvingarstigum. Fyri at vaksandi ættarliðini gerast betri handverkarar, betri vinnulívsfólk, betri læknar, betri løgfrøðingar og búskaparfrøðingar.

Eisini eigur søga Arnolds Vegghamar at siga okkum, at listarligu og kreativu lærugreininrnar skulu styrkjast sum heild í skúlanum, eins og vit skulu vera meira tilvitað um og hjúkla um listaskeiðini, sum eru í landinum og helst menna tey meira. Tí í menniskjanum býr ein trá at skapa, og vit eiga ikki so fá okkara millum, sum fingu serligar gávur á hesum øki.

Okkum tørvar her heima í Føroyum eins og onnur lond eisini at eftirmeta okkara útbúgvingar og seta okkara A inn í STEM útbúgvingarnar, so tað verður STEAM. Og hví ikki byrja við Arnoldi?