Heilsufrøðiliga samstarvið við ES
Heilsufrøðiliga avtalan millum Føroya og ES kom í gildi í 2001 og er partur av handilssáttmálanum. Avtalan ásetur, at krøvini til framleiðslu av fiskavørum í Føroyum á heilsufrøðiliga økinum skulu samsvara ES krøvum. Við avtaluni, sleppa føroyskir útflytarar av fiski og fiskavørum undan seinkandi og dýrkandi heilsufrøðiligum eftirliti við markið til ES. Føroyar eru sostatt at fata sum partur av ES marknaðinum á heilsufrøðiliga økinum, tá talan er um útflutning av fiskavørum. Heilsufrøðiliga avtalan fevnir ikki um landbúnaðarvørur.
Heilsufrøðiligu avtalan millum Føroya og ES
- Frumskjal til handilssáttmálan (1999)
- Avgerðin hjá FO/ES felagsnevndini at seta samstarvið í verk (2001)
Heilsufrøðiliga Starvsstovan umsitur viðurskiftini við ES á heilsufrøðiliga økinum.
Hjá ES Nevndini er myndugleikin Directorate General for Health and Food Safety (DG SANTE).