Frumskjal III

Um sínámillum stuðul í tollmálum


Grein 1
Orðalýsingar


Í hesum Sáttmála merkir:

(a) „tolllóggáva“ fyriskipanir við virkni á øki Sáttmálapartanna fyri innflutning, útflutning og umlandsflutning av vørum og teirra luti í eini tollmannagongd, eisini fyriskipanir av forboðum, avmarkinum ella eftirliti í gildi hjá nevndu Pørtum;

(b) „tollur“ allur tollur, skattir, avgjøld og onnur gjøld, sum eru áløgd og heintaði í umveldunum hjá Sáttmálapørtunum, sum partur av nýtsluni av tolllóggávuni, tó ikki avgjøld og gjøld sum í upphædd eru avmarkaði til á leið kostnaðin av veittari tænastu;

(c) „umbiðjandi myndugleiki“ ein málførur fyrisitingarmyndugleiki, sum ein av Sáttmálapørtunum hevur útnevnt til hetta endamál, og sum setur fram áheitan um hjálp í tollmálum;

(d) „áheittur myndugleiki“ ein málførur fyrisitingarmyndugleiki, sum ein av Sáttmálapørtunum hevur útnevnt til hetta endamál, og sum fær áheitan um hjálp í tollmálum;

(e) „brot“ øll brot á tolllógávuna eins væl og allar royndir at bróta hesa lóggávu.


Grein 2
Karmar

1. Sáttmálapartarnir stuðla hvør øðrum á tann hátt og sambært teimum treytum, ið settar eru í hesum Frumskjali við at tryggja, at tolllóggávan verður nýtt á rættan hátt serstakliga við at fyribyrgja, uppdaga og rannsaka virksemi, ið fremur brot á hesa lóggávu.

2. Hjálp í tollmálum, eins og fyriskipað er í hesum Frumskjali, hevur virkni í øllum fyrisitingarmyndugleikum hjá Sáttmálapørtunum, sum eru málførir til nýtsluna av hesum Frumskjali. Hon skal ikki taka galdandi reglur um sínámillum hjálp í revsirættarligum viðurskiftum framum.


Grein 3
Stuðul eftir áheitan

1. Eftir áheitan frá umbiðjandi myndugleikanum skal áheitti myndugleikin geva honum allar viðkomandi upplýsingar, sum gera hann føran fyri at tryggja, at tolllóggávan er framd á rættan hátt, harímillum upplýsingar um staðfest ella ætlað tiltøk, sum eru ella kunnu verða brot á hesa lóggávu.

2. Eftir áheitan frá umbiðjandi myndugleikanum, skal áheitti myndugleikin upplýsa honum, um vørur, útfluttar úr umveldinum hjá øðrum Sáttmálapartinum, eru innfluttar á rættan hátt í umveldið hjá hinum Partinum, við at tilskila, har tað er hóskandi, hvør tollmannagongd er nýtt til vørurnar.

3. Eftir áheitan frá umbiðjandi myndugleikanum skal áheitti myndugleikin taka neyðug stig til at tryggja umsjón við:

(a) likamligum ella løgfrøðiligum persónum, um hvørjar tað við góðari grund verður hildið, at hesir væntandi fremja ella hava framt brot á tolllóggávuna;

(b) vøruflutningi, sum fráboðað er um, at hann møguliga elvir til brot á tolllóggávuna;

(c) flutningshættum, um hvørjar tað við góðari grund verður hildið, at hesir væntandi hava verið, eru ella kunnu verða nýttir til at elva til brot á tolllóggávuna.


Grein 4
Sjálvboðin stuðul

Sáttmálapartarnir skulu í samsvari við lóggávur sínar veita hvør øðrum hjálp, um teir halda tað vera neyðugt, fyri at tolllógin kann verða nýtt rætt, serstakliga tá teir fáa upplýsingar, sum hava samband við:

- tiltøk, sum hava verið, eru ella fara at vera brot á tílíka lóggávu, og sum hin Sáttmálaparturin kann hava áhuga í;

- nýggjar hættir ella mannagongdir, ið nýtt verða til at fremja tílík tiltøk;

- vørur, ið vitandi er um, eru orsøk til brot á tolllóggávuna fyri innflutning, útflutning, umlandsflutning ella nakra aðra tollmannagongd.


Grein 5
Lating/fráboðan

Eftir áheitan frá umbiðjandi myndugleikanum, skal áheitti myndugleikin í samsvari við lóggávu sína taka øll neyðug stig til:

- at lata øll skjøl,

- at boða frá øllum avgerðum,

ið falla innan karmarnar á hesum Frumskjali til ein móttakara, búsitandi ella staðbundin í umveldi hansara.


Grein 6
Formur og innihald í áheitan um stuðul

1. Áheitanir samsvarandi hesum Frumskjali skulu vera skrivligar. Neyðug skjøl at fylgja slíkum áheitanum skulu verða hjáløgd. Bráðneyðugar áheitanir kunnu vera munnligar, men skulu staðfestast skrivliga beinanvegin.

2. Áheitanir samsvarandi stk. 1 skulu innihalda hesar upplýsingar:

(a) navnið á umbiðjandi myndugleika;

(b) ætlað tiltøk;

(c) endamál og orsøk til áheitanina;

(d) lógir, reglur og aðrar løgfrøðiligar tættir í hesum sambandi;

(e) upplýsing, sum er so nágreinilig og týðilig sum møguligt um likamligu ella løgfrøðiligu persónarnar, sum eru málið fyri hesum kanningum;

(f) ein samandráttur av viðkomandi upplýsingum, tó ikki í málum nevnd í Grein 5.

3. Áheitanir verða settar fram á almenna málinum hjá tí áheitta myndugleikanum ella á einum máli, sum hesin myndugleiki kann góðtaka.

4. Um ein áheitan ikki lýkur formligu krøvini, kann verða kravt, at hon verður rættað ella fullfíggjað; boð kunnu kortini verða givin um trygdarfyriskipanir.


Grein 7
At fylgja áheitanum

1. Fyri at fylgja eini áheitan um stuðul skal áheitti myndugleikin ella, tá hesin seinni ikki sjálvur kann handla, so fyrisitingardeildin, sum hesin myndugleiki hevur sent áheitanina til, eins og gjørdi hann arbeiðið fyri seg sjálvan ella eftir áheitan frá øðrum myndugleika í sama Sáttmálaparti undir teimum avmarkingum, sum málføri og tøka orka hansara hevur, útflýggja tær upplýsingar, hann longu hevur, fyri at seta í verk hóskandi kanningar ella at syrgja fyri, at slíkar verða gjørdar.

2. Áheitanir um stuðul skulu eftirlíkast sambært lógum, reglum og øðrum rættarfyriskipanum hjá áheitta Sáttmálapartinum.

3. Tænastumaður við fullum heimildum hjá einum av Sáttmálapørtunum kann, um hin parturin loyvir tí, og undir teimum treytum, sum hesin seinni hevur sett, frá áheitta myndugleikanum ella øðrum myndugleika, sum áheitti myndugleikin hevur ábyrgdina av, útvega sær upplýsingar viðvíkjandi broti á tolllóggávuna, sum umbiðjandi myndugleikanum tørvar fyri at kunna halda hetta Frumskjal.

4. Tænastumenn hjá øðrum Sáttmálapartinum kunnu, um hin Sáttmálaparturin loyvir tí, vera til staðar undir rannsóknum, ið verða útintar í landi hansara.


Grein 8
Skapið á samskiftu upplýsingunum

1. Áheitti myndugleikin boðar umbiðjandi myndugleikanum frá úrslitum av kanningum sum skjøl, váttað avrit av skjølum, frágreiðingar og tílíkt.

2. Skjølini nevnd í stk. 1 kunnu ístaðin gevast sum upplýsingar á teldu, gjørdar á ein hvønn hátt til sama endamál.


Grein 9
Undantøk frá skyldu at veita stuðul

1. Sáttmálapartarnir kunnu nokta at geva tann stuðul, sum ásettur er í hesum Frumskjali, tá ein slíkur:

a) væntandi hevði verið til bága fyri fullveldi, alment siðsemi, trygd ella onnur megináhugamál; ella

b) fevnir um gjaldoyra ella aðrar skattareglur enn tolllóggávuna; ella

c) hevði brotið ídnaðarlig, handilslig ella yrkislig loynimál.

2. Tá ið umbiðjandi myndugleikin biður um stuðul, sum hann sjálvur ikki hevði kunnað veitt, um hann var biðin, skal hann gera vart við hetta í áheitan síni. Síðani liggur tað á áheitta myngugleikanum at gera av, hvussu hann svarar tílíkari áheitan.

3. Um hjálp verður afturhildin ella noktað, skal avgerðin og orsøkin fyri avgerðini viðmerkjast til umbiðjandi myndugleikan beinanvegin.


Grein 10
Trúnaðarskylda

Allar upplýsingar, í hvørjum líki tær so eru givnar, sambært hesum Frumskjali eru trúnaðarupplýsingar. Tær eru undir tagnarskyldu og verða vardar sum slíkar upplýsingar sambært viðkomandi lógum hjá Sáttmálapartinum, sum móttekur upplýsingarnar.

Grein 11
Nýtsla av upplýsingum

1. Upplýsingar, ið fingnar eru til vegar, skulu bert nýtast sambært hesum Frumskjali. Um annar Sáttmálaparturin biður um at nýta upplýsingar til onnur endamál, skal hann biðja um skrivliga góðkenning frammanundan frá fyrisitingarmyndugleikanum, sum veitti upplýsingarnar. Slík nýtsla er undir øllum avmarkingum, ið ásettar eru av tí myndugleikanum. Hesar ásetingar fevna ikki um upplýsingar um brot í sambandi við narkotisk evni og psykotropisk evni. Slíkir upplýsingar kunnu verða veittir øðrum myndugleikum, sum eru beinleiðis partur av at berja niður ólógliga handilin við rúsevnum.

2. Stk. 1 skal ikki forða fyri, at upplýsingar verða nýttir til rættarmál ella fyrisitingarligar viðgerðir, tá tolllóggávan ikki er hildin.

3. Sáttmálapartarnir kunnu í rættarbókum sínum, frágreiðingum og vitnisfrágreiðingum og í rættarmálum og ákærum nýta móttiknar upplýsingar og framløgd skjøl sum prógv í samsvari við reglurnar í hesum Frumskjali.


Grein 12
Sakkøn og vitni

Ein tænastumaður hjá einum áheittum myndugleika kann verða heimilaður, innan fyri tær í heimildini ásettu avmarkingar, at møta sum sakkønur ella vitni í rættarmálum ella fyrisitingarligum viðgerðum í málum, ið hetta Frumskjal fevnir um, í løgdøminum hjá hinum Sáttmálapartinum, og til at útvega teir lutir, skjøl ella váttað avrit av hesum, ið tørvur kann vera á til nevndu rættarviðgerð. Áheitan um at koma fyri rættin skal geva greiða ábending um, í hvørjum málum og undir hvørjum heiti og eginleikum tænastumaðurin verður avhoyrdur.

Grein 13
Hjálparútreiðslur

Sáttmálapartarnir siga frá sær øll krøv til hvønn annan um samsýning fyri útreiðslur, sum teir hava átikið sær sambært hesum Frumskjali, tó undantikið, sum hóskandi er, til sakkøn og vitni og til tulkar og týðarar, sum ikki eru í starvi hjá tí almenna.

Grein 14
Fremjan

1. Umsitingin av hesum Frumskjali verður latin upp í hendurnar á tollmyndugleikunum í Sáttmálapørtunum. Teir taka avgerð um øll neyðug stig og tiltøk fyri at seta frumskjalið í verk, harímillum at hava fyrilit fyri reglum, ið eru virknar fyri dátuvernd. Teir kunnu gera tilmæli til viðkomandi myndugleikar um broytingar, sum teir meta vera neyðugar.

2. Sáttmálapartarnir skulu geva hvørjum øðrum listar yvir málføru myndugleikarnar, sum eru valdir at vera millumgongufólk, til tess at hetta Frumskjal verður framt í verki. Henda kunning skal verða víðkað við listum yvir tænastumenn hjá teimum myndugleikum, sum hava ábyrgdina av at fyribyrgja, kanna og niðurberja brot á tolllóggávuna. Hesir listar verða endurskoðaðir eftir tørvi. Til tess at tryggja at hetta Frumskjal virkar á munabestan hátt, skulu Sáttmálapartarnir harafturat taka neyðug stig til at tryggja, at deildir, sum hava ábyrgdina av at niðurberja tollsvik, grunda beinleiðis persónlig sambond, heruppií um tað hevur virkni á staðbundnum tollmyndugleikastøði, til tess at lætta um skiftið av upplýsingum og viðgerðina av áheitanum.

3. Sáttmálapartarnir ráðføra seg hvør við annan og upplýsa hvønn annan út í æsir um reglurnar fyri fremjan, sum eru samtyktar í samsvari við reglurnar í hesum Frumskjali.