Mannarættindi í evropeiskum høpi
Evropeiski Mannarættindasáttmálin hevur til endamáls at verja borgarar i teimum evropeisku londunum ímóti mannarættindabrotum. Sáttmálin varð samtyktur í Evroparáðnum í 1950 við íblástri frá heimsyvirlýsingini hjá ST.
Evropeiski Mannarættindasáttmálin er settur í gildi í Føroyum við lóg hin 1. mai 2000, og tí kunnu dómstólar í Føroyum døma eftir sáttmálanum.
Ein røð av ískoytissáttmálum eru lagdir afturat sáttmálanum gjøgnum árini. Ískoytissáttmáli nr. 1, 4, 6 og 7 eru settir í gildi við lóg í Føroyum. Hinir eru ikki settir í gildi við lóg, men føroysk lóggáva er broytt samsvarandi, har tað hevur verið neyðugt, so hon er í tráð við ásetingarnar í ískoytissáttmálunum.
Evropeiski Mannarættindadómstólurin
Evropeiski Mannarættindadómstólurin var stovnaður í 1959. Endamálið við dómstólinum er at tryggja, at limalondini halda ásetingarnar í sáttmálanum. Borgarar og stjórnir kunnu tí klaga, um tey meta, at tey hava verið fyri mannarættindabrotum.
Hetta er størsti munurin á evropeiska Mannarættindasáttmálanum og ST Mannarættindasáttmálunum, tí hesir hava bert nevndir, ið hava eftirlit við, um limalondini halda ásetingarnar í sáttmálunum.
Til ber eisini at leggja mál fyri evropeiska mannarættindadómstólin, men hetta kann ikki gerast fyrr enn allir møguleikar eru troyttir í heimlandinum. Víst verður í hesum sambandi til vegleiðingina, sum danska løgmálaráðið hevur gjørt til borgarar, ið ætla at leggja mál fyri evropeiska mannarættindadómstólin. Vegleiðingin kann lesast her.