Hav og havtilfeingi
Luttøka í millumtjóða felagsskapum og samstørvum, sum á ymsan hátt snúgva seg um hav og havtilfeingið, er eitt av høvuðsøkjunum í virkseminum hjá Uttanríkistænastuni. Talan er m.a. um samstørv um fiskivinnu, havsúgdjór og sjóvinnu. Nærri lýsing sæst um hesi samstørv á vinstra bredda.
Samstørv um fiskivinnu
Fiskiskapur uttan fyri føroyska sjóøkið hevur altíð verið ein týðandi partur av føroysku fiskivinnuni. Veiðan uttan fyri Føroyar og veiðan eftir uppisjóvarfiski í føroyskum sjóøkið hava við sær, at Føroyar skulu taka lut í millumtjóða samstørvum innan fiskivinnu.
Hendan luttøka er skipað soleiðis:
Altjóða fiskivinnusamstarvið í FAO
Millumtjóða fiskiveiðifelagsskapir – NEAFC, NAFO, NASCO og SPRMFO
Strandarlandasemjur um felags fiskastovnar
Sínámillum avtalur við hinar fiskiveiðitjóðirnar í Norðuratlantshavið
Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur leiðsluna í sendinevndunum í millumtjóða og altjóða felagsskapunum NEAFC, NAFO, NASCO, SPRFMO og FAO.
Fiskimálaráðið hevur leiðsluna í sendinevndunum í sínámillum avtalum og strandarlandasemjum. Á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum sæst eitt yvirlit yvir sínámillum avtalur og strandarlandasemjur.