Føroyar í Arktis

Arktis broytist. Stórt náttúrutilfeingi. Nýggjar siglingarleiðir. Samskifti og ferðsla. Ein broyttur trygdarpolitiskur veruleiki. Veðurlags- og umhvørvisbroytingar. Tilbúgving. Gransking. Vinnulig og peningalig áhugamál.

Alt hetta hevur og fer at seta Arktis og Norðurhøv í ein altjóða miðdepil. Arktis er farið frá at vera eitt øki, sum einamest hevur havt vísindaligan áhuga, til at vera ein miðdepil í heimspolitikki.

Hesar broytingar hava týdning fyri Føroyar. Føroyski landgrunnurin røkkur norður um pólkringin, eins og fiskastovnar, sum Føroyar eiga lut í, ferðast um mørk norður ímóti íshavinum. Sostatt kunnu Føroyar troyta tilfeingi og gera krøv, sum eru norðanfyri pólkringin.

Veðurlagsbroytingarnar síggjast og merkjast týðuligari í Arktis enn aðrastaðni, og hitalagsbroytingarnar í sjónum kunnu ávirka vistskipanina og havstreymin, og harvið okkara havtilfeingi. Eisini gerast siglingarleiðir í Arktis atkomuligar ein størri part av árinum enn áður, sum merkir, at ferðslan og virksemið kring og til Føroya økist munandi.

Sum land í Arktis hava Føroyar, saman við hinum londunum í økinum, serliga ábyrgd av at tálma veðurlagsbroytingunum og samstundis tryggja, at neyðugar tillagingar verða skipaðar á væl upplýstum grundarlagi. Somuleiðis hava Føroyar og hini londini eina ábyrgd at stuðla undir og virka fyri, at Arktis framhaldandi verður trygt og støðufast. Tí hevur tað stóran týdning, at Føroyar samskifta og samstarva við hini sameindu í Arktis og Norðuratlantshavi.

 

Arktiskt samstarv

Arktis er ein pallur fyri millumtjóða samstarvi á fleiri strategiskt týðandi økjum fyri Føroyar og umheimin. Tað tænir tí føroyskum áhugamálum at vera ein sjónligur og virkin partur í hesum samanhangi, og at taka lut í øðrum samstørvum fyri at ávirka og vera við til at mynda og geva okkara íkast til menningina.

Arktiska Ráðið

Føroyar hava verið virkin partur av arktiskum samstarvi, síðani tað byrjaði tíðliga í 1990’unum. 

Arktiska Ráðið er fremsta millumtjóða samstarvið í Arktis og er grundað á Ottawa-yvirlýsingina frá 1996 og samstarvssiðvenju annars.

Síðani Arktiska Ráðið varð stovnað, hava Føroyar virkað í sendinevnd saman við Danmark og Grønlandi. Hini limalondini eru Kanada, Finnland, Ísland, Noreg, Svøríki, Russland og USA. Harumframt eru seks felagsskapir fyri upprunafólk fastir luttakarar í ráðnum: Inuit Circumpolar Council, Saami Council, Russian Arctic Indigenous Peoples of the North, Aleut International Association, Arctic Athabaskan Council og Gwich’in Council International. Felagsskapirnir luttaka á jøvnum føti við limalondini í orðaskiftinum, hóast teir ikki eru við til at taka formligar avgerðir í ráðnum.

Arktiska Ráðið hevur ikki støði í einum bindandi millumtjóðasáttmála, men í einari politiskari yvirlýsing millum avvarðandi uttanríkisráðharrar. Semja skal vera millum limalondini um allar avgerðir og samtyktir. Avgerðirnar eru ikki løgfrøðiliga bindandi.

Vaksandi áhugin fyri Arktis hevur havt við sær, at leikluturin hjá Arktiska Ráðnum er broyttur grundleggjandi, og limalondini raðfesta samstarvið hægri enn áður. Áhugin hjá londum, sum ikki eru partur av Arktis, er eisini øktur munandi – bæði fyri økinum sum heild og fyri arbeiðinum hjá Arktiska Ráðnum. Fleiri av hesum londum hava fingið eygleiðarastøðu í ráðnum, eitt nú Kina, India og Japan, og onnur hava søkt um eygleiðarastøðu.

Limalondini virka saman við felagsskapunum og eygleiðaralondunum fyri at basa veðurlagsbroytingum, fyribyrgja dálking á sjógvi og landi og at menna livikor sum heild í Arktis. Í Arktiska Ráðnum virka Føroyar fyri burðardyggari menning við denti á náttúrutilfeingi, umhvørvið, gransking og vitanarmenning. Føroyar hava somuleiðis tikið undir við teimum trimum millumtjóðasáttmálunum – tveir um tilbúgving og ein um gransking – sum hava uppruna í samstarvinum millum londini í Arktiska Ráðnum.

Virksemið í Arktiska Ráðnum hevur fyrst og fremst snúð seg um at gera frágreiðingar, støðulýsingar, tilmæli og leiðreglur um viðurskifti á arktiska økinum, t.d. umhvørvisdálking, veðurlagsbroytingar og skipaferðslu. Eitt dømi er viðurkenda frágreiðingin Arctic Climate Impact Assessment (ACIA) frá 2004, ið vakti ans kring heimin og vísti á hvussu umfatandi og álvarsligar veðurlagsbroytingarnar eru í Arktis.

Seks arbeiðsbólkar eru í Arktiska Ráðnum, ið eru mannaðir við serfrøðingum úr limalondunum. Arbeiðsbólkarnir standa fyri flestu frágreiðingum og støðulýsingum, sum verða gjørdar í ráðnum. Bólkarnir eru Arctic Monitoring and Assessment Programme (AMAP), Conservation of Arctic Flora and Fauna (CAFF), Protection of the Arctic Marine Environment (PAME), Emergency Prevention, Preparedness and Response (EPPR), Sustainable Development Working Group (SDWG) og Arctic Contaminants Action Program (ACAP).

Føroyskir serfrøðingar frá m.a. Umhvørvisstovuni, Havstovuni, føroyska heilsuverkinum, Fróðskaparsetrinum og Tjóðsavninum hava luttikið í fleiri av arbeiðsbólkunum, í størstan mun AMAP og CAFF, síðani fyrst í 90-árunum.

Umframt at avvarðandi landsstýrismaður luttekur á ráðharrafundinum, sum er annaðhvørt ár, luttaka føroysk embætisfólk á SAO (Senior Arctic Official) fundunum, sum eru hægstu fundir á embætisstigi, og á fundunum í SDWG-arbeiðsbólkinum og PAME-arbeiðsbólkinum, umframt á øðrum viðkomandi fundum.

Onnur millumtjóða samstørv í arktiskum høpi

Norðurlendska samstarvið hevur týdning í arktiskum høpi. Føroyar raðfesta samstarvið høgt og taka virknan lut í arktisku samstarvsskránni hjá norðurlendska ráðharraráðnum.

Havrættarsáttmáli Sameindu Tjóða er harumframt grundarlagið undir nøkrum av mest týðandi, og fyri Føroyar strategiskt áhugaverdu, viðurskiftunum í altjóða høpi. Havrættarsáttmálin áleggur sáttmálapørtunum skyldur og rættindi, t.d. um marknaspurningar og løgdømi hjá strandarlondum, siglingarfrælsi, umhvørvi- og dálking, umframt náttúrutilfeingi í havinum og landgrunninum.

Millumtjóða samstarv um tilfeingi og burðardygga fyrisiting av fiskastovnunum í Norðurhøvum hevur hægstu raðfesting í Føroyum. Bæði í fleirliðaðum strandalandasamráðingum, í tvíliðaðum sáttmálum og økisbundnum fiskiveiði felagsskapum, serliga NEAFC, hvørs sáttmálaøki røkkur til Norðpólin.

Við støði í atlimaskapum, raðfesta Føroyar virkna luttøku í ST-stovnunum:

  • IMO – reglur um trygd á sjónum;

  • FAO – meginreglur fyri matvøruframleiðslu, m.a. fiskiveiði og aling;

  • UNESCO – samstarvskarmur innan mentan, útbúgving og vísindi, sum stimbra trivnað og menning; og

  • WHO – týðandi leiklut í málum, sum viðvíkja eitt nú fólkaheilsu og farsóttarstýring

 

Arktiski politikkur Føroya 2024

Í 2024 varð Arktiski politikkur Føroya lagdur fram sum uppskot til samtyktar. Samtykti arktiski politikkurin er dagførdi politikkur Føroya á økinum, sum fyrstu ferð varð handaður løgmanni í 2011.

Arktiski politikkurin setir út í kortið, hvør føroyski leikluturin í Arktis og Norðurhøvum skal vera, bæði í nærmastu framtíð og sum frá líður.

Arktiski politikkurin setir uttanríkispolitisku kós Føroya sum land í Arktis, og lýsir tey mál, sum Føroyar virka fyri at røkka í økisbundnum millumtjóða felagsskapum, eins væl og í breiðum altjóða høpi. Høvuðsmál, ið mynda føroyska politikkin í Arktis, eru:

  • Trygd og støðufesti

  • Millumtjóða samstarv

  • Umhvørvi, náttúra og veðurlag

  • Gransking, vitanarmenning og útbúging

  • Tilbúgving

  • Fiskivinna

  • Vinnumøguleikar og burðardygg menning

  • Mentan og samfelag.

Arktiski politikkur Føroya 2024 sæst her.

Føroyar eru somuleiðis partur av felags arktisku heildarætlanini hjá Kongsríkinum Danmarkar, Kongeriget Danmarks Strategi for Arktis, sum er í umbúnað. Heildarætlanin verður ein endurskoðað og dagførd ætlan av Kongeriget Danmarks Strategi for Arktis 2011-2020.

Leinkjur

Føroyska frágreiðingin frá 2011 - Føroyar – eitt land í Arktis

Felags heildarætlan frá 2011 - Kongeriet Danmarks Strategi for Arktis 2011-2020

Íkast frá Føroya Landsstýri til arktiska politikkin hjá ES, frá 2021, kann lesast her.