Vinnufelagamál

 

Vinnufelagalóggávan, sum fevnir um lóg um parta- og smápartafeløg, lóg um vinnurekandi virki, lóg um vinnurekandi grunnar, lóg um ársroknskap og lóg um grannskoðarar og grannskoðanarvirki, varð yvirtikin 1. januar 2009. Skráseting Føroya umsitur vinnufelagalóggávuna og hevur eftirlit við, at feløgini lúka øll krøv, sum sett verða til teirra felagshátt.

 

Vinnufelagalóggávan byggir í stóran mun á ES-lóggávu, og lóggávan verður javnan dagførd, eins og í grannalondunum og í ES/EBS-londunum. Lóggávan í einstøku ES-londunum er tillagað (harmoniserað) soleiðis, at tað er lætt hjá feløgum at virka um landamørk. Miðað verður eftir, at partaeigarar, avtalupartar, kreditorar, íleggjarar og arbeiðstakarar fáa somu vernd uttan mun til, hvar felagið hevur heimstað.

 

Fyri at føroyskt vinnulív skal hava góðar karmar at virka undir, er neyðugt, at vinnufelagslóggávan ikki setur óneyðugar forðingar fyri, at vinnan sjálv kann skipa síni viðurskifti. Samstundis eigur lóggávan at verða skipað soleiðis, at hon fylgir somu meginreglum, sum eru galdandi í okkara granna- og samstarvslondum.

Nærri kunning fæst á heimasíðuni www.skraseting.fo