Matvørur

Føroyar eru ein matvøruframleiðandi tjóð, og tað er avgerandi fyri útflutning okkara, at regluverkið altíð lýkur tær treytir, sum settar verða í sáttmálum og avtalum. Tað skal tí vera skjótt og lætt at løgskipa matvøruøkið, soleiðis at útflutningurin ikki verður tarnaður óneyðugt.

Yvirskipaða málið við matvørureglunum er at tryggja brúkarunum heilsugóðar matvørur við góðari góðsku, at verja brúkaran móti villleiðing og at fremja heilsugóðar matarvanar. Málið er eisini at tryggja matvøruframleiðarum og handilsfólkum rímiligar og einsháttaðar treytir og at fremja føroyskan matvøruútflutning. Hetta skal stuðlast við einum virknum og tørvsvendum almennum eftirliti av øllum liðum í framleiðslu og umsetningi av matvørum.

Føroyingar gerast – eins og øll onnur – meira tilvitaðir um tann mat, sum verður etin og góðskuna á honum, og eisini føroyingar vilja hava nøktandi matvørutrygd á altjóða stigi, umframt atgongd at týðandi upplýsingum um ta matvøru, sum etin verður.

Eisini eru krøvini frá føroyskum brúkarum, hvat viðvíkur innfluttum matvørum og matvørum, framleiddar her heima til føroyska marknaðin, herd í samsvari við rákið í umheiminum.

 

Matvøruumsitingin

Heilsufrøðiliga starvsstovan umsitur matvørutrygd, veteriner viðurskifti o.tíl.

Nærri kunning fæst á heimasíðuni www.hfs.fo