Ferðing til Bretlands

Nýggja Electronic Travel Authorisation (ETA) skipanin hjá bretsku stjórnini fyri ferðandi til Bretlands kemur í gildi fyri evropeiskar borgarar, eisini føroyingar, 2. apríl komandi ár. Skipanin hevur við sær, at øll ferðafólk skulu søkja um og gjalda fyri talgilt innferðarloyvi (umvegis gov.uk ella ETA app), áðrenn tey ferðast til Bretlands. Hetta er eisini galdandi fyri ferðandi, sum einans skulu millumlenda í Bretlandi (transit).

Hvørt einstakt ferðafólk skal søkja um egna ETA góðkenning, ið fer at kosta £10, sum svarar til umleið 90 DKK. ETA góðkenningin verður tengd talgilt at passinum og er galdandi í 2 ár, ella til passið gongur út. Hetta merkir, at innferðarloyvi er galdandi fyri allar styttri ferðir (upp í 6 mánaðir) til Bretlands yvir eitt 2 ára tíðarskeið, og tískil krevst ikki innferðarloyvi til hvørja einstøku ferð.

Skipanin, ið longu er galdandi fyri nøkur lond í Miðeystri, kemur í gildi fyri borgarar úr londum uttan fyri Evropa 8. januar 2025 (ferðandi kunnu søkja frá 27. november 2024), meðan hon kemur í gildi fyri evropeiskar borgarar, eisini føroyingar, 2. apríl 2025. Ferðandi kunnu søkja um at fáa ETA góðkenning frá 5. mars 2025. Sí yvirlit yvir lond og tjóðskapir, har ETA góðkenningin er kravd, her.

Ferðandi, ið hava diplomatpass ella sum skulu hava visum til Bretlands, eru undantikin kravinum um ETA góðkenning. Sí meira um undantøk her.

Mælt verður til, at ferðandi úr Føroyum til Bretlands kunna seg nærri um nýggju ETA skipanina við at lesa almennu vegleiðingarnar hjá bretsku stjórnini her:  https://www.gov.uk/guidance/apply-for-an-electronic-travel-authorisation-eta

Heilsuveitingar sum ferðandi 

Eftir innferð til Bretlands tryggjar 1959 Sáttmálin millum Danmark og UK um sosiala trygd millum annað javnrættindi til heilsutrygd og heilsuveitingar undir styttri uppihaldi. Sáttmálin er enn galdandi fyri ferðandi úr Føroyum, hóast bláa ES ferðatryggingarkortið (European Health Insurance Card) ikki longur er galdandi í Bretlandi.

Arbeiðs- og uppihaldsloyvi (visum)

Longri uppihald í Bretlandi (meira enn 6 mánaðir) vegna t.d. lestur ella arbeiði krevur uppihaldsloyvi (visum). Les meir um visum reglurnar og leita umvegis visum finnaran hjá bretsku myndugleikum her.

Øll, sum hava longri uppihaldsloyvi í Bretlandi (t.d. lesandi) hava atgongd til almennu heilsuskipanina, NHS (National Health Service), og skulu rinda eitt heilsugjald sum part av visum-umsóknini. Les meira um heilsugjald her.

Koyrikort

Í Bretlandi er føroyska koyrikortið galdandi fyri smærri akfør í upp til 12 mánaðir. Føroyar eru positivt nevndar sum eitt “designated country” í lóggávuni um góðkend koyrikort í Bretlandi. Koyrikort frá Akstovuni kann býtast um við eitt bretskt koyrikort innan fimm ár eftir, at flutt verður til Bretlands – hetta umvegis Driver & Vehicle Licensing Authority (DVLA). Les um umbýtan av føroyska koyrikortinum á heimasíðuni hjá DVLA her.

Matvørur

Við innferð til Bretlands kunnu ferðandi úr Føroyum hava matvørur við sær til persónliga nýtslu. Bretskir myndugleikar hava nágreinandi kunning viðvíkjandi hesum. Les meira her.