![](https://landsstyri.cdn.fo/savn/7493/neafc.jpg?width=600&rmode=min&s=s6k59a3FLCzC-I-5MNOk_byOVlo)
NEAFC
NEAFC (North East Atlantic Fisheries Commission) er millumtjóða felagsskapur fyri samstarv um fiskiskap í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum.
Føroyar luttaka í NEAFC saman við Grønlandi undir heitinum Denmark in respect of the Faroe Islands and Greenland (DFG). Samtyktirnar hjá NEAFC viðvíkjandi ferðandi fiskastovnum taka vanliga støði í strandalandasemjum, sum frammanundan eru gjørdar millum viðkomandi lond um felags fiskastovnar t.d. fyri norðhavssild, makrel og svartkjaft. Føroyar hava eisini áhugamál í djúphavsfiskasløgum í altjóða sjógvi í NEAFC-økinum, eitt nú búrfiski, stinglaksi og blálongu.
Hini limalondini eru ES, Ísland, Noreg og Russland.
Meira fæst at vita á www.neafc.org