Vinnutænastur

Sendistova Føroya í Ísrael kann veita upplýsingar og vegleiðing fyritøkum tørva fyri hava samhandil og vinnuligum virksemi í Ísrael. Harumframt hevur sendistovan sambond við fyritøkur og umboðsfólk í Ísrael, og kann svara fyrispurningum og vegleiða fyritøkur, ið ætla sær at virka í Ísrael.

Sendistovan í Tel Aviv kann veita føroyskum fyritøkum hjálp við:

  • Sambond við netverk, umboðsfólk og samstarvsfelagar í Ísrael
  • Kanna íløgumøguleikar
  • Fyriskipa markanaðarførslu og marknaðarátøk
  • Lobbyvirksemi
  • Marknaðarkanningar
  • Fáa í lag fundir og vinnuvitjanir
  • Kunning um tiltøk
  • Upplýsingar um íløgu og skattalóggávu

Ísrael, og serstakliga Tel Aviv, er millum fremstu miðdeplar í heiminum fyri gransking, nýmenning og íverksetan.

Ísrael hevur eitt vinnulív við einastandandi íverksetaraumhvørvum, við fróðskaparsetrum í heimsflokki og eini skapandi og váðafúsari vinnumentan. Í mun til fólkatal hevur Ísrael flest nýstovnað virki í hátøkni vinnum í heiminum og eitt vinnulív, ið hevur lutfalsliga flest av váðafúsum íløgum.

Sendistova Føroya í Ísrael kann hjálpa at byggja brýr millum íverksetara- og granskingarumhvørvi í Føroyum og Ísrael.