Trygging

Tryggingarøkið fevnir um lívstrygging, skaðatrygging og arbeiðsskaðatrygging.

Løgtingslóg um tryggingarvirksemið fevnir um persónstryggingar og skaðatryggingar. Persónstryggingar fevna um lívstryggingar, eftirlønartryggingar og aðrar persónstryggingarhættir, og lóggávan hevur til endamáls at tryggja, at tryggingarfeløgini kunnu svara øllum skyldum mótvegis tryggingartakarum sínum fyri allar teknaðar lívstryggingar, eftirlønargrunnar og aðrar persónstryggingarhættir. Ásetingarnar um skaðatrygging skulu veita trygd fyri, at tryggingarfeløgini kunnu svara øllum skyldum mótvegis tryggingartakarunum fyri allan váða, sum kann tryggjast, eitt nú hús, skip, akfør, ábyrgdartryggingar o.tíl. Tryggingareftirlitið hevur eftirlit við tryggingarlóggávuni.

Nærri kunning fæst á heimasíðuni www.tryggingareftirlitid.fo.

Arbeiðsskaðatrygging er málsøkið hjá Samferðslumálaráðnum.