Vinnutænastur
Ísland er ein áhugaverdur marknaður við nógvum ymiskum møguleikum. Serliga er tað ferðavinna, aluminium framleiðsla og fiskivinna, harímillum alivinna, ið er sjónlig á marknaðinum. Ísland er limur í EFTA (European Free Trade Association) og EBS (Evropiskt Búskaparligt Samstarv). Harumframt leggur Hoyvíkssáttmálin lunnar undir haldgóð handilsviðurskifti, og tætta sambandið millum grannatjóðirnar er eisini at finna á marknaðinum. Í 2019 útfluttu Føroyar fyri 170 mió. DKK til Íslands. Eisini er íslendski marknaðurin ítøkiliga lætt atkomiligur við beinleiðis og títtum ferðasamskifti, bæði til ferðafólk og vørur.
Meiri kunning um møguleikarnar á íslendska marknaðinum, er á heimasíðuni hjá Invest in Iceland www.invest.is. Eisini ber til at venda sær beinleiðis til sendistovuna í Reykjavík við telefon ella telduposti.
Eitt av endamálunum hjá sendistovuni er at styðja føroyskt vinnulív á íslendska marknaðinum. Sendistovan hevur seinastu árini lagt nógva orku í at fáa innlit í íslendska marknaðin og hevur umfatandi royndir innan ráðgeving til føroyskar fyritøkur um, hvussu tær kunnu styrkja sína støðu á marknaðinum.
Dømi um uppgávur, sendistovan kann hjálpa við:
Sendistova Føroya í Reykjavík bjóðar vinnulívinum ráðgeving og leiðbeining um íslendska marknaðin, til dømis at fáa samband við møguligar veitarar og at upplýsa um marknaðarmøguleikar, bæði fyri útflutningi og innflutningi.
- Finna upplýsingar um íslendskar vøru- og tænastuveitarar
- Hjálpa fyritøkum at samskifta við almennar myndugleikar og íslendskar stovnar um handilsviðurskifti
- Hjálpa fyritøkum at skipa fyri tiltøkum og fyrilestrum í Íslandi
- Veita hjálp til fyritøkur, ið vilja senda út faldara ella lýsing av egnari framleiðslu ella egnum virki á íslendska marknaðin
- Finna møgulig viðskiftafólk, samstarvsfelagar ella umboðsfólk í Íslandi
- Veita kunning og ráðgeving um vinnuráðstevnur í Íslandi
- Knýta sambond og fáa í lag fundir við viðkomandi samstarvsfelagar ella umboðsfólk í Íslandi
- Gera eina tíðarhóskandi meting av kappingarførinum á marknaðinum.
- Umframt hetta, kann sendistovan fáa í lag samstarv við serkøn, ið kunnu veita aðrar tænastur og ráðgeving
Afturvendandi vinnuráðstevnur o.a.:
Sendistovan heldur seg kunnaða um sýningar og ráðstevnur í Íslandi og tekur lut í teimum. Dømi um afturvendandi sýningar og ráðstevnur eru:
- Sjávarútvegssýningin - www.icefish.is
- Vestnorden Travel Trade Show IS-GL-FO - www.vestnorden.com
- Arctic Circle ráðstevna - www.arcticcircle.org
- Verk og Vit innan byggivinnuna - www.verkogvit.is
- Sjávarútvegsráðstefnan - www.sjavarutvegsradstefnan.is
- Iceland Fish Expo - www.icelandfishexpo.is
Mentarnartiltøk:
- RVK Feminist Film Festival (www.rvkfemfilmfest.is)
- Nordisk Film Fokus (Norræna húsið í Reykjavík)
- HönnunarMars – DesignMarch (www.honnunarmars.is)
- Iceland Airwaves tónlistarhátíð (www.icelandairwaves.is)
Fundarhøli og skrivstovuhøli kunnu leigast í samráð við Sendistovuna. Bæði hølini eru tengd at skrivstovuni í Reykjavík.
Skrivstovan (uml. 20 m²) er tøk til leigu í styttri tíðarskeið eftir nærri avtalu. Á skrivstovuni er skrivaraborð og eitt minni fundarboð, ið veitir pláss fyri 4 fólkum. Atgongd er til prentara og tráðleyst net.
Fundarhøli kann leigast fyri hálvan ella heilan dag í senn. Fundarhølið rúmar millum 10 og 14 fólk. Øll nútímans tøknilig útgerð er í fundarhølinum. Møguleiki er fyri at bíleggja mat til fundarfólkið.
Í kjallarahæddini er ein salur, ið tekur uml. 150 – 200 fólk, sum kann leigast til serlig tiltøk.