Uttanríkispolitikkur
Føroyar og liviumstøður hjá fólki her eru nær tengdar at viðurskiftum við umheimin, búskaparliga, rættarliga, mentanarliga og á annan hátt. Samhandil og samstarv við umheimin er tí eitt neyðugt grundarlag undir menning og vælferð í Føroyum.
Uttanríkistænastan er skipað sum partur av Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, og situr fyri uttanríkismálum og millumlandaviðurskiftum. Uppgávan er at røkja landsins týdningarmiklu áhugamál, bæði beinleiðis búskaparlig áhugamál og eisini at tryggja, at Føroyar eru ein ábyrgdarfullur samstarvspartur í heimssamfelagnum.
Sendistovur Føroya í Brússel, Keypmannahavn, London, Moskva, Reykjavík og Tel Aviv eru framskotnir virkispallar uttanlands hjá Uttanríkistænastuni. Uttanríkistænastan varðar eisini av føroyska limaskapinum í fleir- og millumtjóðafelagsskapum; hesir eru:
- Økisfelagsskapir fyri veiðiumsiting: NAFO, NAMMCO, NASCO, NEAFC, SPRFMO.
- NORA (Norrønt Atlantssamstarv).
- NPA (Northern Periphery and Arctic Programme).
- Felagsskapir undir Sameindu Tjóðum (ST), har ið Føroyar eru atlimir: FAO, IMO og UNESCO.
- Samstarvið í Norðurlendska Ráðharraráðnum, har ið Føroyar hava eitt slag av atlimaskapi.
- Í Arktiska Ráðnum luttaka Føroyar, í felag við Grønland og Danmark, sum partur í Kongsríki Danmarkar.
Á uttanríkisøkinum verður virkað eftir lógini um uttanríkisræði frá 2005. Henda lóg er grundað á avtalu við Danmark, og hon ásetir, at Føroyar hava rætt til at samráðast og gera altjóðarættarliga bindandi sáttmálar við onnur lond og millumtjóða felagsskapir viðvíkjandi øllum málum og málsøkjum, ið eru undir føroyskum málsræði. Tó eru eisini avmarkingar, so sum at Føroyar kunnu ikki vera partur í sáttmála, har ið Danmark eisini er partur, og at Føroyar og Grønland noyðast at vera ein felags partur í sáttmálum, har ið bæði londini eru við.
Arbeiðið við fríhandilssáttmálum er høgt raðfest øki í uttanríkispolitikki Føroya. Fríhandilssáttmálar eru við Europasamveldið (ES), Ísland (Hoyvíkssáttmálin), Noreg, Sveits og Turkaland. Í løtuni verður arbeitt við at fáa í lag fríhandil við Japan, Kina og Suðurkorea. Samband er harumframt við brasilskar myndugleikar um møguleikar fyri betri handilssambandi, eins og møguleikar viðvíkjandi øðrum marknaðum verða kannaðir.
Tá ið Danmark í 1973 fór upp í ES (tá EF), og tískil gjørdist bundið av felags evropiska fiskivinnupolitikkinum, valdu Føroyar at verða verandi uttanfyri ES, fyri sjálvstøðugt at kunna røkja egin fiskivinnuáhugamál. Føroyar hava fiskiveiðisáttmála við ES, og hava í fleiri ár luttikið sjálvstøðugt sum strandarland í samráðingum og semjum við grannalond um umsiting av felags fiskastovnum í Norðuratlantshavi.
Føroyar hava langa raðfest eina virkna luttøku í Norðurlendska samstarvinum, bæði í Norðurlandaráðnum og í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Hetta er eitt týdningarmikið økissamstarv, har ið millumtjóðamál verða umrødd og í ávísan mun samskipað. Føroyar hava søkt um fullan limaskap í Norðurlendska samstarvinum. Arbeitt verður við at styrkja um støðu Føroya í Norðurlendska samstarvinum, meðan virkað verður áhaldandi fyri at fáa fullan limaskap.
Arktiska Ráðið er annað økissamstarv um okkara leiðir, har ið Føroyar taka lut saman við Danmark og Grønlandi. Í Arktiska samstarvinum krevst neyv samskipan millum Føroyar, Danmark og Grønland, tí her talar Kongsríki Danmarkar einans við einari rødd. Hóast Føroyar sostatt hava minni beinleiðis ávirkan her, samanborið við Norðurlendska samstarvinum, er Arktiska høpið týdningarmikið, m.a. orsakað av veðurlagsbroytingum, sum bæði geva avbjóðingar og møguleikar í komandi tíðum og tí, at virksemi í Arktiska Ráðnum í høvuðsheitum fevnir um øki undir føroyskum málsræði.
Tað er eisini ein støðugur og týdningarmikil táttur í føroyskum uttanríkispolitikki at taka medábyrgd sum tjóð í heimssamfelagnum, m.a. við at stuðul til menningarsamstarv og neyðhjálp. Somuleiðis eru Føroyar fevndar av fleiri mannarættindasáttmálum, og ein nýggjur táttur er, at Føroyar nú fara at gera sínar raðfestingar í mun til 2030-menningarmálini hjá ST.
Føroyar hava í samstarvi við danir samráðst um mørk við okkara grannar. Vit samráðast nú um rættindi til havbotn og undirgrund uttanfyri 200 fjórðingar.