Sendistova Føroya til Evropasamveldið
Sendistova Føroya til Evropasamveldið (ES) hevur sum uppgávu at virka Føroyum til frama á evropeiska meginlandinum. Sendikvinnan er formliga umboðið fyri landsstýrið mótvegis ES myndugleikum og øðrum londum og stovnum við umboðan í Brússel. Sum partur av uttanríkistænastuni, og í samstarvi við onnur stjórnarráð og stovnar í Føroyum røkir Sendistovan sambond við avvarðandi myndugleikar í ES kervinum um tað formliga sínámillum samstarvið millum Føroya og ES á handilsøkinum, og somuleiðis í fiskivinnu- og granskingarmálum.
Sendistovan fylgir við málum í ES, ið hava ella kunnu hava týdning fyri Føroyar. Ein natúrligur partur av virkseminum er at gera Føroyar sjónligari í evropeiskum høpi, og at vísa á, hvat Føroyar hava at bjóða, bæði viðvíkjandi høvuðsvinnuni, og eisini á øllum øðrum økjum, sum gera Føroyar eitt áhugavert land at samstarva við. Føroyar eru eitt av næstu evropeisku grannalondum hjá ES við nógvum málum av felags áhuga fyri búskapar- og samfelagsmenning.
Sendistovan veitir fegin einstaklingum og feløgum kunning og ráð um viðurskifti millum Føroya og ES, umframt at hjálpa føroyingum á staðnum við málum av praktiskum týdningi eftir tørvi.
Samband:
Rue d’Arlon 69-71 / Aarlenstraat 69-71,
1040 Brussels, Belgia
Tlf: + 32 (0)496 12 50 93
brussels@mfa.fo