Sendistova Føroya í Washington D.C.
Sendistova Føroya til Sambandsríkið Amerika hevur sæti í Washington D.C., í House of Sweden, í Georgetown. Fremsta uppgávan hjá Sendistovuni í Washington D.C. er at fremja almennu áhugamál Føroya í Amerika, eins og eftir tørvi at umboða føroysk vinnulig áhugamál.
Føroyar og Sambandsríkið Amerika hava felags strategisk og búskaparlig áhugamál í Norðuratlantshavi og í Arktis, og hava eina felags fatan um týdningin av sterkum samstarvi millum partarnar, grundað á felags aðalreglur og virði. Bulurin í tvíliðaða samstarvinum er partalagsyvirlýsingin millum Føroyar og Sambandsríkið Amerika um økt samstarv, sum varð undirritað í 2020.
Sendistovan í Washington D.C. fylgir við øllum týdningarmiklum viðurskiftum í USA, sum kunnu hava týdning fyri Føroyar, umframt at Sendistovan arbeiðir til frama fyri at spjaða vitan um Føroyar og vitanina sum er í Føroyum, og soleiðis gera Føroyar sjónligar í vertslandinum.
Sendistovan veitir fegin einstaklingum og feløgum kunning og ráð um viðurskifti millum Føroyar og Amerika.
Samband:
Sendistova Føroya til Sambandsríkið Amerika
2900 K St NW #501
Washington DC 20037
+ 1 (227) 233 8688
washington@mfa.fo