Fiskiveiðusáttmálin við ES
Fiskiveiðisáttmálin millum Føroyar og ES kom í gildi í 1980. Talan er um ein rammusáttmála, ið staðfestir grundarlagið fyri, at partarnir hittast árliga, til tess at gera avtalur um sínámillum býti av kvotum og atgongd at fiska hvør hjá øðrum. Meginreglan í fiskiveiðusáttmálanum er, at javnvág skal vera í fiskiveiðivirðinum partanna millum.
Umframt fiskiveiðisáttmálan við ES, hava Føroyar somuleiðis sínámillum fiskiveiðusáttmálar við Grønland, Ísland, Noreg og Russland.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur ábyrgd fyri sínámillum samráðingum og avtalum við ES um fiskiveiðu. Sostatt er tað Fiskimálaráðið, ið umsitur og røkir hetta samstarv við avvarðandi ES myndugleikarnar. Avvarðandi umsitingin í ES Nevndini er sjó- og fiskivinnustýrið (á enskum Directorate General for Maritime Affairs and Fisheries, stytt DG MARE).
- Føroyar – ES sínámillum rammusáttmálin um fiskiveiðu, gjørdur í 1977, kom í gildi í 1980
- Árligu fiskiveiðiavtalurnar millum Føroyar og ES eru at finna á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum
- ES Nevndin: Sjó- og fiskivinnuumsitingin (DG MARE)
- Kunning hjá ES um sínámillum samstarv við Føroyar um fiskiveiðu