2030 burðardyggu menningarmálini hjá ST í Føroyum

Føroyar eru eitt framkomið land, og eiga sum ábyrgdarfullur partur í altjóða samfelagnum at taka 2030 málini fyri burðardygga menning hjá ST til sín. Heimsmálini eru eitt universalt stavnhald, sum øll heimsins lond kunnu halda seg til og virka fram ímóti.

Aðalfundarsamtykt Sameindu tjóða “Transforming the world: the 2030 Agenda for Sustainable Development” frá 2015 heitir á heimsins tjóðir um at virka fyri at fremja 17 burðardygg menningarmál. Málini eru sett fyri tíðarskeiðið 2016 til 2030, og skulu seta eina greiða kós fram ímóti burðardyggari menning til gagns fyri bæði menniskju og náttúru.

Endamálið er, at hvørt landið tekur útgangsstøði í egnum veruleikum og við egnum raðfestingum virkar fyri at fremja málini.

Málini eru 17 í tali, og harafturat eru 169 partmál. Menningarmálini hava fimm høvuðsendamál:

  • At beina fyri fátækradømi og hungri, so øll fólk hava somu menningarmøguleikar.
  • At verja jørðina við at seta í verk ætlanir fyri, hvussu tilfeingi best verður gagnnýtt burðardygt til frama fyri komandi ættarlið.
  • At øll kunnu njóta og vera partur av framburði og at búskaparligur, sosialur og tøkniligur framburður skal henda í samljóði við náttúruna.
  • At fostra frið, rættvísi og inklusjón, ikki ótta og harðskap.
  • At málini verða útint í einum sterkum altjóða anda, grundað á samstarv og við virðing fyri teimum, sum eru mest viðbrekin og fátøk.

BURÐARDYGGU MENNINGARMÁL SAMEINDU TJÓÐA
  1. Enda fátækadømi, av øllum slagi, allastaðni.
  2. Enda hungur, tryggja matvørutrygd og betur føðsludygd og fremja burðardyggan landbúnað.
  3. Tryggja øllum heilsugott lív og trivnað fyri øll í øllum aldri.
  4. Tryggja øllum javnbjóðis atgongd til dygdargóða útbúgving og virka fyri læring alt lívið.
  5. Fremja javnstøðu millum kynini og styrkja støðuna hjá øllum kvinnum og gentum í samfelganum.
  6. Tryggja burðardygga atgongd til vatn og reinføri fyri øll.
  7. Tryggja øllum atgongd til trygga, burðardygga og nútíðar orku fyri rímiligan prís.
  8. Fremja varandi burðardyggan búskaparvøkstur, og virðiligt virðisskapandi arbeiði fyri øll.
  9. Byggja haldgott infrakervi, virka fyri burðardyggum ídnaði og stimbra nýmenning.
  10. Minka um ójavnar innan og millum lond.
  11. Gera býir og aðrar búsetingar tryggar, haldgóðar og burðardyggar fyri øll.
  12. Tryggja burðardyggar nýtslu- og framleiðsluhættir.
  13. Virka í bráðskundi ímóti veðurlagsbroytingum og árinum teirra.
  14. Varðveita og á burðardyggan hátt gagnnýta høv og havtilfeingi.
  15. Verja, endurreisa og menna burðardygga gagnnýtslu av vistfrøðiskipanum á landi, burðardygga gagnnýtslu av skógum, stríðast ímóti oyðimarkargerð, steðga og venda niðurbrótingina av lendum og fyribyrgja tapi av lívfrøðiligum margfeldni.
  16. Fremja frið, rættvísi og burðardygga menning fyri øll í samfeløgum, og byggja virknar samfelagsstovnar, sum virka undir ábyrgd á øllum stigum og fevna øllum íbúgvum.
  17. Styrkja hættir at íverkseta og endurnýggja altjóða partnaraskap fyri burðardygga menning.