Alment innkeyp í Íslandi
Kunning til føroyskar fyritøkur um alment innkeyp í Íslandi
Í Íslandi verður nærum alt keyp hjá tí almenna savnað og boðið út av stovninum Ríkiskaup - www.rikiskaup.is. Á heimasíðu teirra fæst m.a. kunning um vørur og tænastur, ið verða bodnar út, hvørjar treytirnar eru og hvør hevur sáttmálan nú.
Útboðsportalurin, www.utbodsvefur.is, hevur yvirlit yvir útboð frá øllum almennum stovnum.
Føroyskar fyritøkur, ið hava áhuga í at bjóða seg fram í Íslandi, kunnu nýta hesar heimasíður til at kunna seg um viðkomandi viðurskifti, ið eru galdandi fyri tær vørur og tænastur, ið tær bjóða fram. Somuleiðis ber sjálvsagt til at venda sær beinleiðis til stovnin at fáa vegleiðing um, hvussu farast skal fram, um føroysk fyritøka ynskir at luttaka í eini komandi útbjóðing.
Um ivamál ella spurningar eru í hesum sambandi, er Sendistova Føroya í Reykjavík fús at veita hjálp og vegleiðing.