Kolvetni

Kolvetnisfyrisitingin fevnir um allar almennar umsitingarligar uppgávur í sambandi við oljuleiting og útvinningarvirksemi í Føroyum. Yvirskipaða málið við kolvetnisfyrisitingini er at fáa eina varliga og skynsama leiting eftir og gagnnýtslu av kolvetnistilfeinginum til frama fyri føroyskan búskap og arbeiðsvinnu. Harumframt er aðalmálið, at virksemið verður skipað við neyðugum fyrivarni fyri umhvørvis- og náttúruáhugamálum, umframt øðrum samfelagsligum áhugamálum.

Níggju leitibrunnar eru boraðir undir Føroyum síðan 2001, og hóast kolvetni er funnið, so er kolvetni enn ikki funnið í rakstrarverdum nøgdum. Eitt av endamálunum við at fara undir oljuleiting á føroyska landgrunninum var at geva føroyskum fyritøkum møguleika at breiðka sítt virkisgrundarlag við at luttaka í tí virksemi, sum stóðst av oljuvinnuni. Føroyska veitingar- og frálandavinnan er eftir fáum árum vorðin ein lønsom og vaksandi vinna, har føroysku fyritøkurnar eru í heimsklassa.