Sendistovur Føroya
Uttanríkistænasta Føroya hevur átta sendistovur uttanlands - í Brússel, Reykjavík, Tel Aviv, Beijing, Moskva, London, Keypmannahavn og Washington D.C.
Í sjey støðum hevur sendifólkið diplomatiska støðu í avvarðandi vertslandi. Tað eru sendifólkini til USA, ES, Íslands, Ísraels, Kina og fjareystur, Russlands og EABS-londini, og til Stórabretlands og Írlands.
Sendistovan í Keypmannahavn hevur ikki diplomatiska støðu. Kortini er tað vorðið siðvenja, at sendifólkið í Keypmannahavn í mongum høpi verður roknað sum partur av sendifólkaliðnum, corps diplomatique, á staðnum.
Endamálið hjá sendistovum Føroya er í høvuðsheitum, eins og hjá øðrum londum, at skapa og røkja sambond í vertslandinum og miðla kunning og sambond millum heimlandið og vertslandið, til tess at fremja áhugamál Føroya, politiskt, vinnuliga, mentanarliga og á annan hátt.
Sambond verða skapt og røkt við myndugleikar, aðrar diplomatar, vinnulív, mentanarlív og aðrar samfelagsbólkar í vertslandinum.
Ymiskt er, hvørji mál tær átta føroysku sendistovurnar arbeiða við, og raðfest verður ymiskt, samsvarandi teim málum og starvsøkjum, ið hava størstan áhuga fyri Føroyar og føroysk áhugamál í viðkomandi landi.