Sáttmálin um at basa øll sløg av mismuni móti kvinnum varð samtyktur av ST aðalfundinum 18. desembur í 1979, og hevur verið í gildi fyri Føroyar síðani 21. apríl 1983.
Committee on the Elimination of Discrimination against Women (CEDAW) stendur fyri eftirlitinum í sambandi við kvinnurættindasáttmálan.
Eitt valfrítt ískoyti er til kvinnurættindasáttmálan, sum gevur persónum møguleika at klaga til CEDAW, um mett verður, at brot eru framd á kvinnurættindasáttmálan. Valfría ískoti er galdandi fyri Føroyar. Frágreiðingarnar, ið vera latnar ST viðvíkjandi til kvinnurættindasáttmálanum, umfata eisini hetta sáttmálaískoyti.
Frágreiðingar | Endaligar eygleiðingar | Tíðarfreist til næstu frágreiðing | Næsta hoyring |
2004 (føroyski parturin er á s. 9,78,97-112) 2008 (føroyski parturin er á s. 5-6,90,99-120) 2013 - (føroyski parturin er at finna í fylgiskjali til hesa frágreiðing á s. 2,13,18-42) | 2006 (um støðu Føroya á s. 1,2,3,6) | 2025 | Verður ásett í sambandi við næstu frágreiðing |