North Atlantic Salmon Conservation Organization - NASCO

NASCO er millumtjóða felagsskapur fyri umsiting av laksafiskiskapi í Norðuratlantshavi. Føroyar luttaka saman við Grønlandi undir heitinum Denmark in respect of Faroe Islands and Greenland (DFG). Hini limalondini eru ES, Kanada, Noreg, Russland og USA.

Í NASCO sáttmálanum er ásett, at fiskiskapur eftir laksi ikki er loyvdur í gýtingarøkinum norðanfyri 36. breiddarstig í Norðuratlantshavi. Somuleiðis er ásett, at fiskiskapur eftir laksi ikki er loyvdur í sjóøkinum hjá limalondunum uttanfyri 12 fjórðingar.

Undantakið fyri hesa reglu er, at NASCO kann loyva fiskiskap í føroyskum sjóøki uttanfyri 12 fjórðingar og í grønlendskum sjóøki uttanfyri 40 fjórðingar. Mál um fiskiskap í føroyskum sjógvi uttanfyri 12 fjórðingar verða viðgjørd í eini serstakari nevnd í NASCO.

Seinastu tjúgu árini hava Føroyar ikki havt laksafiskiskap, tí sambært havlívfrøðiligu metingunum hava laksastovnarnir í Norðuratlantshavið verið illa fyri og eru tað framvegis.

Les meira um NASCO á www.nasco.int

Slóðir