International Maritime Organization - IMO
IMO er felagsskapur Sameindu tjóða fyri sjóvinnu. Føroyar hava síðan 2002 havt atlimaskap í felagsskapinum.
Virksemið hjá IMO fevnir um øll viðurskifti viðvíkjandi skipaferðslu, umhvørvisvernd og trygd á sjónum. Tað hevur við sær, at virksemið fevnir um málsøkið hjá fleiri stjórnarráðum og stovnum tess í Føroyum.
Í Føroyum er tað Sjóvinnustýrið, sum umsitur málsøkið sjóvinna og skipaferðsla, og meginparturin av ásetingunum hjá IMO fella undir virkisøkið hjá Sjóvinnustýrinum. Tað er tískil Sjóvinnustýrið, sum samskipar virksemið viðvíkjandi IMO millum myndugleikar í Føroyum.
Høvuðsborgin hjá IMO liggur í London, og sendimaðurin í London er eisini sendimaður Føroya (Permanent Representative) til IMO. Tað merkir, at sendimaðurin leiðir og samskipar luttøku Føroya í felagsskapinum.
Meira fæst at vita á www.imo.org