Starvslesandi í Sendistovu Føroya í Keypmannahavn seinnu lestrarhálvu 2025

Sum starvslesandi verður tú partur av dagliga virkseminum á sendistovuni, har uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar. 

Umframt diplomatiska virksemið, so tekur sendistovan sær av einari røð av øðrum uppgávum. Til dømis svara vit fyrispurningum, vegleiða stovnar og borgarar, leita eftir upplýsingum o.m.a. Tann starvslesandi verður við til at loysa hesar uppgávur, eins og aðrar fyrifallandi uppgávur eru partur av gerandisdagurin hjá viðkomandi.

Førleikakrøv
Umsøkjarar eiga at vera lesandi við hægri háskúla. Starvslesturin kann, um útbúgvingarstovnurin góðtekur tað, eisini gerast partur av útbúgvingini.

Umsøkjarar eiga at hava góð samstarvsevnir, vera ágrýtnir, miðvísir, kunna arbeiða sjálvstøðugt og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar.

Umsøkjarar eiga harumframt at vera stinnir í føroyskum og enskum máli.

Starvsstaður
Starvsstaðurin er á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn.

Sendistovurnar eru skipanarliga partur av Uttanríkistænastuni, ið er deild í Uttanríkis - og vinnumálaráðnum.

Áhugað/ur?
Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin til at søkja starvið ella seta teg í samband við okkum skjótast gjørligt.
copenhagen@mfa.fo ella +45 32 83 37 70