HORIZON 2020 – Granskingarsamstarv í Evropa
Føroyar gjørdust formligur partur av granskingarsamstarvinum hjá ES í 2010.
Í 2014 kom nýggja ES skráin fyri gransking og nýskapan í gildi fyri tíðarskeiðið fram til 2020, undir heitinum Horizon 2020. Føroyar og ES samdust sama árið um ein nýggjan sínámillum sáttmála til tess at tryggja, at Føroyar kundu halda fram sum atlimaland undir nýggju samstarvsskránni.
Horizon 2020 gevur Føroyum atgongd til stuðul úr felags ES játtanini fyri gransking og nýskapan og menning av nýggjari tøkni. Atlimaskapurin setur sostatt Føroyar ájavnt við ES limalond, tá talan er um møguleikar hjá føroyskum granskarum, granskingarstovnum og fyritøkum at søkja stuðul og vera við í ymsum samstarvsskipanum fyri gransking og nýskapan í Evropa.
Føroyar rinda eitt árligt luttøkugjald til felags fíggingina av evropeiskum granskingarsamstarvi, ið verður roknað sambært føroyskum BTÚ, eins og er galdandi fyri hini limalondini í Horizon 2020.
Nærri kunning um Horizon 2020 fæst við at venda sær til Granskingarráðið, ið veitir ráð um luttøku og umsóknir, umframt Mentamálaráðið, ið hevur yvirskipaðu ábyrgdina at umsita sáttmálan.
- Agreement for scientific and technological cooperation between the European Union and the Faroe Islands, associating the Faroe Islands to Horizon 2020 – the Framework Programme for Research and Innovation (2014-2020)
- Sáttmálin millum Føroyar og ES um samstarv um gransking og tøkni (Á føroyskum)
- Kunning um Horizon 2020 á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum.
- Directorate General for Research and Innovation er myndugleikin hjá ES Nevndini, sum umsitur granskingarmál og samstarvið undir Horizon 2020