Sendistova Føroya í Keypmannahavn
Serstøk mál hjá sendistovuni í Keypmannahavn fevna m.a. um:
At umboða Føroyar mótvegis donskum stjónarráðum og myndugleikum
Mál, har donsk stjórnarráð ráðføra seg við sendistovuna
Regluligar fundir millum føroyskar og danskar myndugleikar
Samskifti við aðrar sendistovur í Keypmannahavn serstakliga fyri at fremja búskaparligu áhugamál Føroya
At veita hølisumstøður og aðrar tænastur til føroyskar myndugleikar og vinnulív
At virka fyri, at Føroyar verða sjónligari í Danmark
Sendistovan í Keypmannahavn húsast á Norðurbryggjuni og ræður yvir fleiri skrivstovum, ið verða endurleigaðar eini altjóða skrivstovu og øðrum. Føroysk stjórnarráð, stovnar og fyritøkur nýta skrivstovu- og fundarhølini.
Gunnar Holm-Jacobsen er sendimaður Føroya í Keypmannahavn.
Samband
Strandgade 91, 4. hædd, 1401 Keypmannahavn K
Tlf: +45 32833770
Avgreiðslutíðir
Mánadag til fríggjadag 10:00-15:00