Hákun Jógvanson Djurhuus, tók við starvinum sum sendiharri Føroya til Russlands 1 september 2018. Hákun Jógvanson Djurhuus byrjaði at arbeiða í uttanríkistænastu Føroya, tá hon varð sett á stovn í 1998 í Løgmansskrivstovuni.
Í síni starvstíð í uttanríkistænastu Føroya hevur Hákun, millum annað, verið leiðari á handilspolitiska økinum, og havt um hendi handilsviðurskifti Føroya við onnur lond, og Norðurlandamál.
Hákun Jógvanson Djurhuus hevur áður verið sendiharri Føroya til ES í tíðarskeiðnum 2000 til 2008, og sendiharri Føroya til Íslands í tíðarskeiðnum 2011 til 2015.
Hákun er kandidatur frá AAU 1998 (Ålborg), og er føddur í Tórshavn í 1968.
Sjá lívsrenslið hjá Hákun Jógvanson Djurhuus her.