Hoyvíkssáttmálin

SÁTTMÁLI MILLUM STJÓRN ÍSLANDS, ØÐRUMEGIN, OG STJÓRN DANMARKAR OG FØROYA LANDSSTÝRI, HINUMEGIN

Stjórn Íslands, øðrumegin, og
Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri, hinumegin;
Hereftir nevnd SÁTTMÁLAPARTARNIR;

VILJA fremja búskaparligu viðurskiftini millum Ísland og Føroyar og samskipa búskaparligu menning teirra;
LEGGJA ÁHERÐSLU Á rættvís kappingarkor á einum sameindum marknaði uttan tollsamgongu;
HAVA SETT SÆR FYRI at víðka búskaparligu viðurskiftini teirra millum til allar greinar av búskaparligum virksemi sum heild;
HAVA SETT SÆR FYRI at menna og fremja samvinnu sínámillum á øðrum økjum;
HAVA SAMTYKT at beina burtur allar forðingar, sum hindra búskaparligu viðurskiftunum millum Ísland og Føroyar, innan innihaldsvídd Sáttmálans.

Grein 1
ENDAMÁL
Endamálið við hesum Sáttmála er at fáa í lag eitt búskaparøki, ið fevnir um umveldini Ísland og Føroyar. Á hesum búskaparøki verður, innan innihaldsvídd Sáttmálans, bannað at gera mismun vegna tjóðskap, virkisstað ella vegna vøruuppruna.

Grein 2
UMVELDISVÍDD
Hesin Sáttmáli er virkin í umveldunum Ísland og Føroyar.

Øll stig, sum Sáttmálapartarnir binda seg til at taka eftir hesum Sáttmála, skulu vera avmarkaði til umveldini hjá antin Íslandi ella Føroyum, og til teirra likamligu persónar, sum skilmarkaðir í Frumskjali 1, og til løgfrøðiligar persónar heimahoyrandi har.

Ásetingarnar í hesum Sáttmála skulu vera virknar fyri flutning millum Ísland og Føroyar av vørum, sum hava uppruna í umveldunum hjá Íslandi ella Føroyum, og av tænastum og kapitali, veitt av íslendskum ella føroyskum likamligum persónum, sum skilmarkaðir í Frumskjali 1, ella av løgfrøðiligum persónum heimahoyrandi antin í Íslandi ella í Føroyum.

Grein 3
INNIHALDSVÍDD
Er ikki annað tilskilað, er hesin Sáttmáli virkin fyri:

a) handil við vørum;
b) handil við tænastum;
c) flyting hjá persónum og uppihaldsrætt;
d) flutning av kapitali og íløgur;
e) stovnseturætt;
f) kapping, almennan einkarrætt, almennan stuðul og innkeyp hjá tí almenna;
g) samvinnu á øðrum økjum, sum ásett í Grein 7.

Grein 4
VIÐFERÐ SUM BEST TIGNAÐA TJÓÐ
Innan vídd Sáttmálans, skal hvør Sáttmálapartur geva likamligum og løgfrøðiligum persónum hjá hinum Sáttmálapartinum og somuleiðis vørum, ið hava uppruna sín innan umveldisvídd Sáttmálans, eina viðferð, sum á ongan hátt er ólagaligari enn hon, teir geva likamligum og løgfrøðiligum persónum í nøkrum øðrum landi, og somuleiðis vørum, sum hava uppruna sín uttanfyri umveldisvídd Sáttmálans.

Grein 5
TJÓÐSKAPARVIÐFERÐ
1. Innan vídd Sáttmálans er

a) bannað at gera nakran mismun millum íslendskar likamligar persónar og føroyskar likamligar persónar vegna tjóðskap, sum hann er skilmarkaður í Frumskjali 1;
B. bannað at gera nakran mismun vegna virkisstað millum løgfrøðiligar persónar, heimahoyrandi innan umveldisvídd Sáttmálans;
C. bannað at gera nakran mismun vegna upprunastað millum vørur, sum hava uppruna sín innan umveldisvídd Sáttmálans.

2. Við virkni av meginregluni ásettari í stykki 1 binda Sáttmálapartarnir seg, inter alia, til hetta:

A. Viðvíkjandi handli við vørum:
i Allur mismunur vegna uppruna í sambandi við viðferð av vørum, í lóg sum í verki, skal vera bannaður.
ii Mongdaravmarkingar, uttan mun til heiti ella orsøk, og tiltøk, sum hava samsvarandi ávirkan, skulu vera bannað.
iii Tollur, uttan mun til heiti ella orsøk, og tiltøk, sum hava samsvarandi ávirkan, skulu vera bannað.
iv Ásetingarnar í hesi grein galda fyri allar vørur, løgliga marknaðarførdar innan umveldisvídd Sáttmálans, við tí fyrivarni, at tær lúka tilskilað krøv um alment siðsemi og trygd.
v Í Frumskjali 2 í hesum Sáttmála eru virknu upprunareglurnar ásettar.
vi Í Frumskjali 3 í hesum Sáttmála eru reglur ásettar viðvíkjandi samstarvi millum Sáttmálapartarnar um tollmál og einfaldaðar tollmannagongdir.

B. Viðvíkjandi handli við tænastum:
i Bannað er, í lóg sum í verki, á nakran hátt at mismuna einum tænastuveitara hjá øðrum Sáttmálapartinum, ið hevur virksemi í umveldinum hjá hinum Sáttmálapartinum.
ii Uttan at vika við ásetingina í (i) omanfyri, skulu likamligir ella løgfrøðiligir persónar hjá øðrum Sáttmálapartinum, sum virka í umveldinum hjá hinum Sáttmálapartinum, ganga undir somu krøv, sum likamligir ella løgfrøðiligir persónar hjá hinum Sáttmálapartinum gera, sambært tjóðarlóg seinna Sáttmálapartsins.

C. Viðvíkjandi flyting hjá persónum og uppihaldsrætti:
i. Allur mismunur í sambandi við uppihaldsrætt og frælsa flyting hjá persónum, í lóg sum í verki, skal verða bannaður, eins og nágreiniligari er ásett í Frumskjali 4 í hesum Sáttmála.
ii. Atgongd skal mismunarleyst veitast til skúlar, lærdar háskúlar og aðrar lærustovnar.
iii. Hvør Sáttmálapartur skal viðurkenna sambærilig próvskjøl og onnur førleikaprógv, ið fingin eru í umveldinum hjá hinum Sáttmálapartinum, eins og vóru tey skrivað út í hansara umveldi. Viðurkenning av slíkum próvskjølum og førleikaprógvum skal undir ongum umstøðum vera verri enn viðurkenningar av sambæriligum próvskjølum og førleikaprógvum útskrivað av einum parti, sum ikki er partur í hesum Sáttmála.
iv. Íslendskir likamligir persónar, ið hava havt uppihald í Føroyum í trý ár og føroyskir likamligir persónar, ið hava havt uppihald í Íslandi í trý ár, hava rætt til at stilla upp til og greiða atkvøðu á kommunuvalum.

D. Viðvíkjandi flutningi av kapitali og íløgum:
i. Allur mismunur vegna ætlanarstað hjá kapitali ella íløgustað í sambandi við frælsan flutning av kapitali ella í sambandi við íløgur, í lóg sum í verki, skal vera bannaður allastaðni innan umveldisvídd Sáttmálans.

E. Viðvíkjandi stovnseturætti :
i. Allur mismunur viðvíkjandi stovnseturætti, í lóg sum í verki, skal vera bannaður.

F. Viðvíkjandi kapping:
i. Allur mismunur í sambandi við kappingarreglur og virkna teirra skal vera bannaður.
ii. Til tess at tryggja frælsan handil og jøvn kappingarkor á tí búskaparøki, sum stovnað er við hesum Sáttmála, skulu kappingarmyndugleikarnir hjá Sáttmálapørtunum samstarva, flýggja hvørjum øðrum upplýsingar og ráðføra seg hvør við annan um eftirlit sum heild og, krevst tað, í einstøkum málum.
iii. Um annar av Sáttmálapørtunum verður varur við undirvirðissølu av eini ávísari vøru hjá einum útflytara hjá hinum Sáttmálapartinum, sum skilmarkað í viðkomandi ásetingum í WTO sáttmálunum, kann rakti Sáttmálaparturin taka hóskandi stig í samsvari við grein VI í GATT 1994. Rakti Sáttmálaparturin skal skrivliga boða hinum Sáttmálapartinum frá og seta eina 30 daga freist til við samráði at finna eina loysn, ið báðir Sáttmálapartar kunnu sætta seg við.

G. Viðvíkjandi almennum einkasølum:
i. Almennar einkasølur hjá einum Sáttmálaparti skulu hvørki í lóg ella í verki fremja mismun í virksemi sínum.

H. Viðvíkjandi almennum stuðuli:
i. Almennur stuðul ella stuðul við almennum tilfeingi í hvørjum líki hann so er, ið verður veittur til búskaparligt virksemi, ið heilt ella lutvíst fer fram í umveldinum hjá einum Sáttmálaparti, skal verða veittur mismunaleyst í tí umveldinum.
ii. Kemur ein Sáttmálapartur fram á, at almennur stuðul ella stuðul við almennum tilfeingi avlagar ella kann avlaga kappingina við at geva ávísum virksemi ella vinnugreinum fyrimunir, kann hesin Sáttmálapartur leggja málið fyri Felagsnevndina í samsvari við Grein 8.

I. Viðvíkjandi innkeypi hjá tí almenna:
i. Allur mismunur í sambandi við alment innkeyp, í lóg sum í verki, skal vera bannaður.

J. Viðvíkjandi handli við landbúnaðarvørum:
i Skaðar innflutningur av ávísum landbúnaðarvørum í tátti 1, 2, 4, 5, 12, 15, 16 og 21 í Samrímaðu Vørulýsinga og Talskipanini frá øðrum Sáttmálapartinum álvarsliga framleiðsluna av somu vøru hjá hinum Sáttmálapartinum, kann seinni Sáttmálaparturin av sínum eintingum taka hóskandi og rímilig stig. Áðrenn slík stig verða tikin, skulu Sáttmálapartarnir geva sær tíð til samráð um loysnir til tess at bøta um støðuna.
ii Gera serligar umstøður átrokandi stig neyðug, kann Sáttmálaparturin hjá innflytaranum taka stig, sum eru alneyðug til at bøta um støðuna, í fyrsta lagi tríggjar dagar eftir, at hann hevur boðað Sáttmálapartinum hjá útflytaranum frá.
iii Øll stig skulu alt fyri eitt fráboðast Felagsnevndini, í samsvari við Grein 8, og skal hon eisini hava allar viðkomandi upplýsingar. Samráð skal verða við jøvnum millumbilum í Felagsnevndini við serligum fyrilitið fyri, hvussu stigini kunnu verða avtikin aftur, so skjótt sum umstøðurnar loyva tí.

Grein 6
UNDANTØK FRÁ TJÓÐSKAPARVIÐFERÐ
Hesi undantøk frá meginreglunum ásettum í Grein 5, stykki 1 skulu vera virkin:

1. Allar vørur, sum handlað verður við, skulu koma undir reglur um djóraheilsufrøði og plantuheilsufrøði hjá Sáttmálapartinum, sum flytur inn. Slíkar reglur skulu ikki hava við sær hindringar av tøkniligum ella mannagongdsslagi fyri beinleiðis handil. Við fyrivarni fyri skyldum teirra í altjóða sáttmálum viðvíkjandi djóraheilsufrøði og plantuheilsufrøði, skulu Sáttmálapartarnir tryggja, at beinleiðis handil við framleiðslum, ið koma undir greinar um heilsu og plantuheilsufrøði, verður lættur um og bera so í bandi, at stovna marknaeftirlitsstøðir og aðrar hentleikar, ið neyðugir eru fyri beinleiðis handli við øllum framleiðslum, sum hesin Sáttmáli fevnir um.

2. Vóru tær virknar á undirritingardegi Sáttmálans, kann Ísland framvegis innan vinnugreinarnar fiskiskap og fiskavirking hava avmarkingar viðvíkjandi ognarrætti hjá útlendingum og/ella ognarrætti hjá ikki búføstum persónum og somuleiðis viðvíkjandi stovnseturætti hjá ikki ríkisborgarum og ríkisborgarum, sum ikki hava heimstað í Íslandi.

3. Vóru tær virknar á undirritingardegi Sáttmálans, kunnu Føroyar framvegis innan vinnugreinina fiskiskap hava avmarkingar viðvíkjandi ognarrætti hjá útlendingum og/ella ognarrætti hjá ikki búføstum persónum og somuleiðis viðvíkjandi stovnseturætti hjá ikki ríkisborgarum og ríkisborgarum, sum ikki hava heimstað í Føroyum.

4. Føroyar kunnu framhaldandi hava ásetingar virknar um loyvi sambært Grein 10, 11 og 18 í lóg um kolvetnisvirksemi (Nr. 31, 16 mars 1998). Í hesum sambandi skal føroyska lógin um kolvetnisvirksemi verða tulkað soleiðis, at hon á mismunaleysan hátt gevur íslendskum løgfrøðiligum persónum, ið eru stovnsettir í Føroyum, og íslendskum likamligum persónum, sum eru búsettir í Føroyum, rættindi sambært nevndu lóg. Í allar aðrar mátar eru almennu ásetingarnar í hesum Sáttmála virknar á umrødda øki.

5. Ásetingarnar í hesum Sáttmála um íløgur eru ikki virknar fyri íløgur, sum stjórn og almennir stovnar hjá Sáttmálapørtunum gera.

Grein 7
SAMSTARV Á ØÐRUM ØKJUM
1. Innan vídd Sáttmálans vilja Sáttmálapartarnir stimbra og breiðka sínámillum samstarv á øllum viðkomandi økjum, ið hava felags áhuga, hesi øki íroknað:

• Mentan, útbúgving, læra, ítróttur og ungdómur
• Orka
• Umhvørvi
• Heilsutænastur
• Menning av mannatilfeingi í almenna geiranum
• Gransking og tøknimenning
• Tilfeingisumsiting
• Telesamskifti
• Ferðavinna
• Flutningur

2. Ásetingar um samstarv samsvarandi stykki 1 verða útgreinaðar av Felagsnevndini í frumskjølum, sum verða sett í henda Sáttmála seinni.

Grein 8
FELAGSNEVND
1. Sáttmálapartarnir seta við hesum eina Felagsnevnd. Hon skal tryggja, at hesin Sáttmáli verður framdur og virkar á munadyggan hátt. Við tí fyri eyga skal hon fremja sínámillum skifti av upplýsingum og sjónarmiðum.

2. Felagsnevndin kann við samtykki gera av at broyta Grein 5, 6 og 7 og somuleiðis Frumskjølini í hesum Sáttmála ella leggja frumskjøl afturat hesum Sáttmála sum ásett í Grein 7, stykki 2 við tí endamáli støðugt at frælsisgera handil ella at stimbra samstarv millum Sáttmálapartarnar.

3. Felagsnevndin skipar sjálv starv sítt.

4. Felagsnevndin skal halda fund í samsvari við starvsskipan sína minst eina ferð um ári, og tá ið annar Sáttmálaparturin biður um tað.

5. Felagsnevndin kann seta undirnevndir.

Grein 9
RÁÐ
1. Stjórnarlimir skulu hittast minst eina ferð um árið.

2. Eitt Ráð er við hesum skipað. Ráðið skal fyrst og fremst geva politiska tilstuðlan til, at hesin Sáttmáli verður framdur og, tá ið áneyðir eru, leiðbeina Felagsnevndina, sum er sett sambært honum, í starvi hennara.

3. Ráðið skal meta um, hvussu hesin Sáttmáli sum heild virkar og mennist. Felagsnevndin kann leggja øll trætumál fyri Ráðið.

4. Ráðið skipar sjálvt starv sítt.

Grein 10
FRUMSKJØL
Frumskjølini í hesum Sáttmála skulu vera ein samrunnin partur av honum.

Grein 11
UPPTØKA
Hesin Sáttmáli kann verða víðkaður til eisini at fevna um aðrar Partar ella partar av Danmarkar Kongsríki eftir umsókn. Sáttmáli skal gerast um treytir og kor fyri eini slíkari víðkan.

Grein 12
UPPSØGN
1. Annarhvør Sáttmálaparturin kann siga henda Sáttmála upp við eini orðsending til hin Sáttmálapartin. Sáttmálin fer úr gildi fyrsta mánaðardag í tí mánaði, sum tekur við, tá ið tólvti mánaður er liðin frá tí, at fráboðan um uppsøgn varð móttikin.

2. Fyrimunir, sum íleggjarar ella tænastuveitarar hjá øðrum Sáttmálapartinum hava fingið frá hinum Sáttmálapartinum sambært treytunum í hesum Sáttmála fyri tann dag, sum uppsagnarfráboðanin er dagfest, skulu vera verðandi í gildi í minsta lagi fimm ár eftir, at Sáttmálin gongur út.

Grein 13
GILDISKOMA
1. Hesin Sáttmáli skal staðfestast, góðkennast ella samtykkjast av Sáttmálapørtunum í samsvari við teirra innanhýsis mannagongdir.

2. Hesin Sáttmáli kemur í gildi fyrsta dag í tí mánaði, sum tekur við eftir, at seinasta løgskjal um staðfesting, góðkenning ella samtykki er komið varveitslupartinum, Uttanríkismálaráði Íslands, í hendur.

3. Sáttmálin millum Stjórn Danmarkar og Føroya Landsstýri øðrumegin og Stjórn Íslands hinumegin um Frælsan Handil Føroya og Íslands millum, ið varð undirritaður 6 august 1992, fer úr gildi, tá ið hesin Sáttmálin kemur í gildi, tó við fyrivarni fyri ásetingunum í Frumskjali 2 til henda Sáttmála.

Gjørdur í Hoyvík hin 31 august 2005 á íslendskum, føroyskum, donskum og enskum máli, allir tekstir javnálítandi.

Í ivamálum skal enski teksturin ráða.

Vegna Stjórn Danmarkar
og Føroya Landsstýri
Vegna Stjórn Íslands
____________________________________________________