NAFO
NAFO (Northwest Atlantic Fisheries Organization) er millumtjóða felagsskapur fyri samstarv um fiskiskap í altjóða sjógvi í útnyrðingspartinum av Atlantshavi.
Føroyar luttaka í NAFO saman við Grønlandi undir heitinum Denmark in respect of the Faroe Islands and Greenland (DFG). Føroyski fiskiskapurin í altjóða sjógvi í NAFO-økinum hevur fyrst og fremst verið eftir toski á Flemish Kap og eftir rækjum á Flemish Kap og Grand Bank (í NAFO høpi nevnt ávikavist 3M og 3L). Harumframt hava Føroyar rætt til smærri kvotur av svartkalva og kongafiski.
Hini limalondini eru Kanada, ES, Noreg, Ísland, Russland, Suðurkorea, Japan, USA, Kuba, Ukraina og Frakland vegna oyggjarnar St. Pierre og Miquelon.
Les meira um NAFO á www.nafo.int