Sendistova Føroya í Tel Aviv
Føroyska sendistovan í Ísrael hevur til endamáls at styrkja sambondini millum Føroyar og Ísrael og virka fyri øktum samstarvi innan handil, vísindi, nýskapan og íverksetan. Sendistovan varð sett á stovn í 2021 sum ein liður í ætlanini hjá Føroya landsstýri at styrkja politisk og almenn viðurskifti við Ísrael, og at fremja føroysk áhugamál í landinum.
Umframt at arbeiða fyri øktum handilssamstarvi við m.a. at styrkja útflutningin av føroyskum fiskavørum til Ísrael, so hevur sendistovan eisini til uppgávu at knýta sambond innan mentanarlív og virka fyri størri kunnleika um Føroyar í Ísrael.
Ísrael er kent sum ein tann fremsti miðdepilin í heiminum innan gransking, nýmenning og íverksetan, við eini skapandi og váðafúsari vinnumentan. Í mun til fólkatal hevur Ísrael flest nýstovnað virki í hátøkni vinnum í heiminum og eitt vinnulív, ið hevur lutfalsliga flest av váðafýsnum íløgum. Hetta skapar møguleikar fyri føroyskt vinnulív og íverksetarar, ið vilja samstarva við ella søkja um íløgur í Ísrael.
Sostatt skal Sendistova Føroya í Tel Aviv virka fyri at styrkja og eggja til økt samstarv landanna millum. Sjómatur úr Føroyum, ferðafólk úr Ísrael til Føroyar og samstarv millum føroyskar og ísraelskar vinnufyritøkur eru nakrir av samstarvsmøguleikunum. Mentanarliga eru somuleiðis góðir samstarvsmøguleikar.
Sendistovan veitir harumframt føroyskum fyritøkum ráðgeving og stuðul til vinnuligt virksemi í Ísrael. Er tørvur á hjálp ella eru spurningar, so frætta vit fegin.
Fylg okkum á Facebook.