Røður 2019

  • "Í dag skriva vit søgu" - røða hjá Honnu Jensen til próvhandan á Serligum skipaðum miðnámi, Kambsdali

    Í gjár var søga skrivað á miðamsskúlanum á Kambsdali, tá fyrstu næmingarnir á serbreytini "Serligt skipað miðnám" fingu prógv.

    Hanna Jensen, landsstýriskvinna í útbúgvingarmálum, tók lut í hátíðardegnum og helt eina stutta røðu, har hon fegnaðist um hvussu útbúgvingarmøguleikarnir í Føroyum støðugt breiðka og økjast í tali, til gleði og gagns fyri okkara ungu - og føroyska samfelagið, sum heild.

    ***

    Góðu tit.

    Hans Andreas Djurhuus gav út sínar Barnarímur, júst 100 ár áðrenn tit byrjaðu á Serbreytini. Tað vil siga í 1915.

    Hann yrkti nógvar vakrar og sannar yrkingar, sum nú eru okkara sangir. Til dømis Kongaríkið í Bábylon og Dukka mín er blá, og sangin, vit enda við í dag, "Gakk tú tryggur fram við góðum treysti".

    Um dáán yrkir hann: "Men dáin stendur í iva, og hann hevur ymsan lit:  “Eg havi væl loyvi at liva  her líka so væl sum tit.”

    “Tá verða tey øks at tagna, tí tað segði dáin satt: Hvønn vøkstur Gud hevur fagnað, og hvør eigur lívsins rætt!"

    Góðu tit næmingar! Hjartaliga til lukku við próvnum og hjartaliga til lukku, Miðnám á Kambsdali, at tit tóku stig til, sum tann fyrsti skúlin, at hýsa og skipa serliga skipað miðnám.

    Dagurin í dag er søguligur!

    Tit, sum í dag standa við húgvuni og einum prógvi, eru tey fyrstu, ið hava gjøgnumført alla útbúgvingina á serliga skipaðum miðnámi og taka eitt fult serbreytarprógv. Hjartaliga til lukku næmingar, avvarðandi, lærarar, skúli - og kunnu vit siga – hjartaliga til lukku Føroyar!

    Við próvnum í dag, hava vit prógvað, at har eldsálir eru og áræðið valdar, megna vit tað, vit seta okkum fyri. Bert fyri nøkrum fáum árum síðani settu vit okkum fyri at seta sjøtul á at tryggja øllum somu atgongd til miðnám. Hetta kann tykjast sum ein sjálvfylgja í dag – tí sjálvandi skulu øll okkara ungu fáa høvi at mennast og læra víðari eftir fólkaskúlan..

    Men tað var ikki ein sjálvfylgja tá. Tað vóru nógv, sum vóru skeptisk. Skal miðnám nú vera fyri øll?, varð spurt. Hetta fer ongantíð at ganga, varð spátt av mongum. Men tey tóku feil!

    Sjálvandi skulu øll eiga lívsins rætt, sum Hans Andrias hugleiðir um í yrkingini um kornaksið, sum helt seg vera so virðismikið, og dáan, ið varð roknaður sum ókrút.

    Henda myndatala í yrkingini hjá Hans Andriasi kann minna okkum á týdningin av at síggja virðir í øllum, hóast fjølbroyttan førleika og avbjóðingar og ikki minst rættindi hjá øllum at eiga virknan lut í samfelagnum – ikki minst tá um skúla og útbúgving ræður. Tí útbúgving ger nakað heilt serligt fyri menniskju, ja, er satt at siga ein hin fremsti faktorurin fyri framtøku hins einstaka.

    Fyri mær kennast hesir dagar í juni sum ein festivalur fyri útbúgving, ein so fantastisk tíð, har vit gera upp, har tað gerst sjónligt fyri tí einstaka, og øllum rundan um, hvat tað er, hann ella hon hevur stríðst fyri, ella hevur roynt at klárað. Vit verða rørd til hvørja prógvhandan, tí fátt flytir menniskju so nógv sum útbúgving - alt slag av læring og menning, formlig og óformlig, fyri tann sterka og tann minni sterka næmingin, lærlingin ella lesandi!

    Tí kunnu vit siga, at javnbjóðis rættur til skúla- og útbúgvingarmøguleikar er kjølfestur í hesum “...at eiga lívsins rætt”, at mennast og læra til lívið og trároyna seg sjálvan og tey evni og tær gávur, tit hvør í sínum lagi hava.

    At tryggja øllum “lívsins rætt” snýr seg um at skapa karmar, tað snýr seg um mentan, hugburð, menniskjasýni og virðir, og hetta er onkursvegna ein felags samfelagslig uppgáva og visjón, sum óivað er løtt hjá teimum flestu at taka undir við og hava eina meining um, men, sum kann vera trupul at útinna í verki.

    Tí haldi eg tað vera onki minni enn eitt bragd, at tit í verki hava víst veg og hava gingið leiðina, soleiðis at dreymurin gjørdist til veruleika í dag. Tit næmingar hava víst øllum, hvat vit sum samfelag fingu burturúr at seta á stovn serligt skipað miðnám her á Kambsdali, og tað hava tit gjørt saman við tykkara dugnaliga leiðara og tykkara lærarum, sum leggja alt sítt hjarta afturat tí, sum rekatarin hevur sagt er teirra arbeiði.

    Eg veit, hvussu glað øll hini á skúlanum eru fyri, at tit komu higar. Tykkara skúla– og arbeiðsháttur minnir okkum á tað fjølbroytta lívið – eisini innan skúlagátt - og hesin skúlin, fólkini her, eru vorðin sterkari, tí tit komu her. Ein skúli við denti á læring til tað heila lívið og alt samfelagið.

    Vit kunnu sanniliga vera stolt og fegin í dag – øll somul - og gleðast saman við tykkum røsku næmingum.

    Tí í august í 2015 byrjaði einum nýggjur kapittul í føroyskari skúlasøgu. Eg minnist, tá lógin um miðnám varð broytt í 2014, so hesin møguleikin kundi verða, og at eg var glað at viðgera ta lógarbroytingina í løgtinginum.

    Tit skrivaðu søgu á Kambsdali stutt eftir - nevniliga tann dagin hendan breytin byrjaði her. Søgan var og er, at dyrnar til miðnám vórðu latnar upp fyri einum nógv breiðari skara av ungum. Og sjálvandi skuldu tær tað! Við serbreytini fingu vit ta 7. miðnámsbreytina í Føroyum, soleiðis at viftan av valmøguleikum hjá tykkum, sum eiga framtíðina, gjørdist breiðari.

    Í dag síggja vit, at hetta at tryggja fólki lívsins rætt krevur áhaldandi útbyggingar, so vit kunnu hava størri høli til serbreytina í framtíðini og fleiri starvsfólk, soleiðis, at onnur, sum ynskja at fáa sama góða skúlatilboð, sum tit hava fingið, eisini kunnu sleppa framat, áðrenn long tíð gongur.

    Og framtíðin liggur opin. Nú er ein kapittul liðugur og næstu stigini skulu takast. Skúlin er liðugur ... syngja vit ... og hvat so? Hvat verður tað næsta? Arbeiði, víðari skúli ella okkurt heilt annað?

    Eg fari at minna tykkum á og biðja tykkum um at njóta dagin í dag og teir komandi. Hesir koma ikki aftur.

    Eg vóni, at framtíðin verður tykkum bjørt og vælsignað. Og at tað fer at gangast tykkum væl á lívsleið tykkara.

    Enn einaferð hjartaliga til lukku við avrikinum og próvnum!

  • Øll gera mun - røða hjá Honnu Jensen til próvhandan á Rásini 22.06.19

    Góðu tit øll – Erla, Ronja, Jákup Andreas, Pauli, Emil, Heri, Thordur og Matteus.

    Í dag fáa tit prógv, eftir at tit hava lært eina rúgvu her á Rásini seinastu 2 árini. Hjartaliga til lukku!

    Eg giti, at tit í dag bæði duga og tora nógv meiri, enn tá tit byrjaðu her. Passar tað ikki?
    Og eg giti, at tit bæði hava lært at klára tykkum sjálvi – OG at samstarva við onnur. Passar tað?

    Tað er ordiliga gott. Tí tað er eisini soleiðis, at jú meiri vit megna sjálv, Jú betur fáa vit nýtt teir møguleikarnar, vit hava – og jú betur fáa vit verið til nyttu og gjørt mun. Jú betur fáa vit samstarvað við onnur.

    ***

    Eg fari at siga tykkum eina søgu. Summi tykkara hava kanska hoyrt hana fyrr, men tað ger einki.

    Einaferð var tað ein maður, sum fór út í garðin. Hann hevði sátt gularøtur fyrr um várið, og nú var tíðin komin at taka tær upp. Hann gleddi seg so nógv til at taka eina serliga gularót upp, tí hon sá út til at vera risastór.

    So hann togaði og togaði í tann grøna toppin, sum stakk upp úr moldini, men hann orkaði ikki at toga gularótina upp, tí hon var so stór – og rimmarføst.

    So rópti hann á konuna. »Góða kona, kom og hjálp mær at toga«. Konan kom rennandi, og tey togaðu og togaðu – men gularótin flutti seg ikki.

    So róptu tey á dreingin hjá sær. Hann kom eisini og hjálpti teimum at toga, men einki batti.

    So róptu tey á hundin. Hundurin kom beinanvegin at hjálpa til, og tey spentu í – øll somul - men tann stóra gularótin vikaðist ikki.

    Tey róptu so á kettuna. »ketta, ketta – kom og hjálp okkum at toga gularótina upp úr moldini«. Og so togaðu tey øll: maðurin, konan, drongurin, hundurin og kettan – men tey fingu ikki gularótina upp.

    At enda róptu tey eisini á ta lítlu músina og bóðu hana koma at hjálpa sær.

    Halda tit, at ein mús er sterk?

    Hvat halda tit músin svaraði? Segði hon: nei, eg kann ikki, tí eg eri so lítil og veik, at tað ger ongan mun, um eg komi at hjálpa til?

    Nei, tað segði hon ikki. Hon segði: JA, eg skal koma, tí sjálvt um eg eri lítil – og ikki eri so sterk, sum tit øll - so ger tað kortini mun, um eg hjálpi til.

    Og hon kom beinanvegin rennandi fyri at hjálpa. Maðurin taldi upp í trý – 1-2-3: og so settu tey á. Eisini músin togaði alt, hvat hon kundi.

    Og vita tit hvat hendi? Tann risastóra gularótin loysnaði og kom upp úr moldini.

    Og so kókaði konan gularót døgurða – og øll sluppu at sita til borðs og fáa burturav, tí øll høvdu hjálpt til.

    ***

    Mær dámar so væl hesa søguna.

    Tí síggja tit, sjálvt um maðurin var stórur og sterkur, so kláraði hann ikki at fáa gularótina upp einsamallur.

    Hann mátti biðja um hjálp. Og øll máttu hjálpa til. Øll máttu hjálpast at. Og tað var ikki, fyrr enn tann lítla – og kanska ikki so sterka músin - eisini kom at hjálpa, at tað gekk.

    Músin gjørdi munin. Men hvat halda tit hevði hent, um músin einsamøll fór at toga í gularótina og royna at fáa hana upp? So hevði tað heldur ikki gingið. Men av tí, at øll hjálptust at, so gekk tað.

    Og sjálvt um hetta bara er ein søga, so er tað eisini soleiðis hjá okkum. Tá vit øll arbeiða saman, tá vit øll hjálpast at – so gongur tað heila nógv betur.

    Øll mugu vera við. Bæði tey, sum eru ordiliga sterk, sum maðurin og konan – og tey, sum kanska ikki eru heilt so sterk, sum músin.

    Tí hugsið tykkum, um músin segði: »nei, eg eri so lítil og veik – tað ger ongan mun, um eg komi at toga. Tað fer ikki at nytta nakað kortini«

    Ja, so hevði eingin fingið nakað at eta tann dagin. Hvørki maðurin ella konan ella drongurin ella hundurin ella kettan – ella músin sjálv.

    Tí sjálvt um ein mús ikki er líka sterk, sum ein maður ella ein kona, so er hon nóg sterk til, at hon kann gera mun. Eisini avgerandi mun.

    ***

    Og tað eru støður í lívinum, har vit eru sum tann stóri sterki maðurin. Har vit duga okkurt ordiliga væl og hava gott sjálvsálit – og eru sterk.

    Og tað eru eisini støður í lívinum, har vit eru sum tann lítla músin. Tá vit hugsa, at vit ikki duga so væl sum hini - og at vit eru eitt sindur veik samanborið við onnur. Tá er skjótt til at fáa hug at geva upp, áðrenn vit hava roynt.

    Og sjálvt um vit eru tann, sum dugir best, hava vit av og á brúk fyri hjálp. Og sjálvt um vit eru tann, sum dugir ringast, so kunnu vit altíð hjálpa og gera mun.

    Soleiðis er tað hjá okkum øllum. Okkum politikarum, tykkara foreldrum og systkjum, teimum, sum arbeiða her á Rásini – og eg giti, at tað eisini er soleiðis hjá tykkum.

    Onkuntíð eru vit tann, sum dugir best, sum er sterkast – og á øðrum økjum eru tað onnur, sum duga betur og eru sterkari.

    Men tað, sum vit ongantíð mugu gloyma, tað er hetta: sjálvt um tað, sum vit kunnu, kann tykjast lítið í mun til tað, sum hini kunnu – so ger tað mun. Og tað kann enntá – sum hjá músini – hava avgerandi mun.

    Okkara lítla íkast ger altíð mun! Tykkara íkast ger altíð mun!

    Og um eg skal geva tykkum okkurt at minnast, nú tit standa fyri nýggjum avbjóðingum, so er tað hetta: tað, sum tit gera, ger mun. Hvørjaferð tit royna, ger tað mun.

    Minnist til tað nú fara víðari í læru, til arbeiðis, í skúla – ella halda fram her á Rásini. Tað, sum tit kunnu gera, ger mun. Og tí mugu tit ongantíð hugsa, at tað, sum tit kunnu, er minni vert, enn tað, sum onnur kunnu. Tit mugu ongantíð geva upp, áðrenn tit hava roynt.

    Tit skulu vera, sum tann lítla músin, sum sigur: Ja, eg skal royna – og eg skal gera mítt allarbesta.

    Onkuntíð kiksar tað – tað ger tað hjá okkum øllum. Tað kenni eg eisini sjálv alt til. Men tað vigtigasta er, at vit royna og gera tað, so gott, sum vit kunnu.

    Og um tað kiksar – um tað ikki ordiliga gongur, sum vit ætlaðu, so skulu vit minnast til mannin. Tí hann dugdi eisini nakað, sum er øgiliga vigtigt.

    Hvat gjørdi maðurin, tá hann ikki kláraði at fáa gularótina upp sjálvur? Hann bað um hjálp! Hann bað fleiri ferðir um hjálp – inntil tey kláraðu tað.

    Tá vit ikki klára okkurt sjálvi, skulu vit vera, sum maðurin, og biðja onnur hjálpa okkum.

    Og tá onkur biðjur okkum koma at hjálpa, skulu vit vera skjót – líkasum músin.

    Tí vit gera øll mun. Serliga í Føroyum, her vit eru so fá. Her er tað so sera vigtigt, at øll hjálpast at. At øll hjálpa til. At vit taka av avbjóðingum, royna at gerast betri, læra eina rúgvu – og fáa okkum eitt arbeiði, har vit gera mun.

    Og í dag fáa tit prógv uppá, at tit hava lært eina rúgvu her á Rásini. Bæði at klára tykkum sjálv OG at klára tykkum saman við øðrum. Tí eri eg ómetaliga glað og errin av tykkum.

    Hjartaliga til lukku tit øll.

    Og minnist nú til at vera sum tann lítla músin, sum segði: YES – eg skal gera mítt allarbesta, tí eisini eg geri mun her í Føroyum!

    ***

    Og til tykkum foreldur og avvarðandi: eisini hjartaliga til lukku til tykkara, nú tykkara børn hava tikið eitt stórt stig á leiðini móti einum sjálvbjargnari lívi.

    Eg havi eina sterka sannføring um, at øll menniskju hava nakrar menningarmøguleikar, og at vit eiga at gera alt fyri útloysa ta menningina, sum er møgulig.

    Fyrst og fremst sjálvandi fyri næmingarnar sjálvar, fyri teirra møguleikar, lívsgleði og sjálvsvirði.

    Harnæst fyri tykkum, foreldur, sum skulu hava tryggleika fyri, at vit, sum samfelag, lofta tykkara børnum, sum best, og tryggja teimum eina góða og innihaldsríka tilveru – og at vit taka samábyrgd saman við tykkum foreldrum.

    Og í seinasta lagi eisini fyri samfelagið, ið eisini heystar ágóðan av, at vit troyta allar teir menniskjansligu møguleikarnar, sum eru í landinum.

    Vit mugu øll arbeiða saman um at fáa gularótina upp.

    ***

    Og til tykkum her á Rásini: stóra takk fyri tykkara innsats. Eg veit, at fyri tykkum eru hetta ikki bara “næmingar”, men heil menniskju – og eg veit, at tykkara arbeiðið fevnir langt forbí tað, sum starvslýsingarnar leggja upp til.

    Tit taka altíð útgangsstøði í tí einstaka menniskjanum, tit eru góð við hesi ungu, tit leggja í teirra framtíð og tit læra tey um og til lívið. Her fáa tey vinfólk, her royna tey frítíðarítriv, her mennast teirra veingir til víðari flog.

    Og tit skulu vita, at politiska skipanin sær og virðir tykkara arbeiði – og støðuna hjá Rásini sum millumlið ímillum fólkaskúla – og tað, sum víðari skal henda í lívinum hjá hesum ungu.

    Og tað er eisini av hesum orsøkum, at arbeiðið við at víðkað um tilboðið her á Rásini er farið í gongd. Eg veit, at tørvurin er stórur – og eg hevði viljað, at tað kundi gingið skjótari. Men vit kunnu í øllum førum staðfesta, at tað er klárt at fara undir fyrireikandi arbeiðið við projekteringini – og at pengar eru settir av til hetta.

    So vónandi gongur tað ikki alt ov long tíð, áðrenn talið av próvtakarum verður tað dupulta – og at bíðilistin hjá tykkum styttist.

    Hjartaliga til lukku tit øll!  Eg eri í dag bæði errin og eyðmjúk av tí, sum tit hava uppnátt her - bæði sum landsstýriskvinna, sum føroyingur og sum menniskja.

    Stóra takk fyri, at eg slapp at vera við til hátíðardagin og bestu eydnu víðari, tit øll somul.



  • Barnasangfagnaðurin 2019 - 20. mai 2019 NLH

    Góðu tit øll

    Hjartaliga vælkomin í Norðurlandahúsið til hetta frálíka tiltakið, og takk fyri at eg sleppi at seta Barnasangfagnaðin hjá Føroya Sanglærarafelag í dag.

    Hava tit nakrantíð hoyrt um ein mann, sum eitur Hans Andrias Djurhuus?

    Hann hevur skrivað eina rúgvu av sangum til føroysk børn – til dømis Dukka mín er blá, Lítla Elsa – og Másin sigur pli pli pli.

    Í tí sanginum – Másin sigur pli pli pli, er ein regla, sum ljóðar soleiðis:

    ”Vakrast er tá smábørn syngja, og tá kirkjuklokkur ringja.”

    Næstan øll vaksin fólk halda, at tað vakrasta, sum er, er at hoyra børn syngja. Vit blíva rørd og glað av tí.

    Serliga, tá tit syngja saman á føroyskum – líkasum tit fara at gera í dag.

    Tí tá vit syngja saman, kunnu vit ikki skeldast. Ella happa. Tá vit syngja saman, mugu vit øll gera tað sama í senn. Vit mugu fylgjast – bæði tey, sum syngja hart, og tey, sum syngja spakuligt. Tey sum duga væl í skúlanum og tey, sum halda, at tað er eitt sindur torført og strævið at ganga í skúla.

    Tá vit syngja, eru vit øll líka. Tit eru øll líka, og lærararir, og eg, sum landsstýriskvinna. Tá vit syngja saman, telur hvør einasta rødd akkurát líka nógv – og hvør einasta rødd er dýrabar.

    Tað ger nakað við okkara felagskenslu. Vit føla, at vit eru í parti saman – og vit síggja, at vit øll hava sama virði, tí í felagssanginum kunnu øll vera við. Ja, tá MUGU øll vera við.

    Og sangur røkkur í allar krókar av okkara lívi. Vit syngja, tá vit eru glað. Tá onkur hevur føðingardag, ella vit eru í veitslu. Vit syngja eisini, tá vit eru til fótbóltsdyst - ella í sunnudagsskúla - ella til skótar.

    Tað hjálpir eisini at syngja, tá vit eru kedd – onkur av tykkum hevur kanska verið til jarðarferð, og tá syngja vit eisini. Og tá vit eru ordiliga lin, ja, tá er einki so gott, sum at hoyra ein sissandi góðanáttsang.

    Tað, at syngja, er eisini gott fyri okkara heila á so mangar mátar. Vit læra nógv, nýggj orð, vit læra tónar og løg, vit læra at minnast, vit læra at hugsavna okkum – og tað stimbrar sansirnar, tá vit sjálvi syngja, samstundis sum vit skulu lurta eftir hinum – og kanska eisini gera rørslur samstundis.

    Men sangur hevur eisini eina megi í sær, sum vit kanska ikki altíð hugsa um.

    Herfyri var eg í einum landi, sum eitur Lettland. Hava tit nakrantíð hoyrt um tað landið?

    Tað er eitt land í Evropa, sum fyrrí tíðini hoyrdi til eitt stórt land, sum eitur Russland. Men fólkið í Lettlandi vildi ikki, at Russar skuldu ráða í teirra landi. Tey vildu vera sjálvstøðug, so tey sjálvi kundu ráða.

    Og vita tit hvat tey so gjørdu? Tey fóru ikki í kríggj við byrsum og soldátum, sum vit ofta síggja.

    Nei, tey sungu. Tey gjørdu eina kollvelting, sum enn í dag verður kallað ”tann syngjandi kollveltingin”.

    Tað sama gjørdu tey í einum landi, sum eitur Estland, sum eisini hoyrdi undir Russland.

    Túsundavís av fólki hittust á torgum og almennum støðum; tey gingu kravgongur og stóðu saman ímóti Russlandi, meðan tey sungu sín boðskap um frælsi. Tey stóðu saman og sungu – og tey stóðu sterk. Og at enda bakkaði Russland, og tey blivu sjálvstøðug.

    Er tað ikki nokkso kul? At syngja í staðin fyri at kríggjast – og vinna?

    Og meðan eg var í Lettlandi søgdu tey mær, at hetta, at syngja saman á sínum egna máli, gjørdist teirra grundstyrki. Altso.. at tað er ein styrki at syngja saman.

    Tí hava tey enn í dag stórar festivalar – eitt sindur sum hetta tiltakið í dag, bara nógv størri – har tey minnast styrkina í sanginum og heiðra hana. Og har tey syngja saman.

    Og sjálvt um vit í Føroyum hoyra til Danmark, so syngja vit á føroyskum. Tí tað vísir, at vit eru føroyingar. At vit, sum búgva her, eru í parti saman. Sangur á móðurmálinum hevur so ómetaligan týdning.

    Tí gjørdu vit Barnasangbókina í fjør.

    Tí vilja vit hava allar sangirnar í Barnasangbókini út á youtube.

    Tí vildu vit hava sang innaftur í lærugreinina, sum fyrr æt tónleikur, so tað nú eitur ”sangur og tónleikur”.

    Og tí fari eg at áseta, at frá 1. til 3. flokk skal ein tími um vikuna nýtast til føroyskan sang í lærugreinini føroyskt, so tit kunnu læra so nógv, sum møguligt, um okkara sangir, okkara skaldskap og okkara mál.

    Eg ynski tykkum ein góðan Barnasangfestival – og syngið nú væl við. Og minnist til, at tað í grundini ikki bara er stuttligt og hugnaligt at syngja saman – nei, tit eru ein sterk eind, tá tit syngja saman. Tí í sanginum býr ein styrki, sum ikki kann metast við nakað annað.

    Eg fari at seta meg at lurta eftir tykkum eina løtu – tí líka sum Hans Andrias Djurhuus – og næstan øll vaksin - haldi eg eisini, at ”vakrast er tá smábørn syngja”.

    Stóra takk fyri – serliga tit sanglærarar, sum hava skipað fyri hesum tiltakinum – og hjartaliga takk øll tit, sum taka undir við tí.

    Hervið er Barnasangfestivalurin 2019 settur.

    Takk fyri.

  • Evnisdagur hjá Orðblindalærarafelagnum - 18. mars 2019

    Røða hjá Honnu Jensen, landsstýriskvinnu, á evnisdegi hjá Orðblindalærarafelagnum  fyri orðblindalærarar tann 18. mars 2019

    Góðu orðblindalærarar.

    Takk fyri innbjóðing og høvi at siga nøkur orð um ætlanir og hugsjónir mínar innan orðblindaøkið.

    Fyrst fari eg at takka tykkum almikið fyri, at tit javnt og samt og støðugt gera vart við økið. Eisini fari eg at takka tykkum fyri tykkara eldhuga og stóra innsats at veita lesi- og skriviveikum og orðblindum munagóða tænastu og hjálp.

    Allarmest fegnist eg um ta hugburðsbroyting, sum er farin fram tey seinastu nógvu árini innan orðblindni.

    Fyri bara nøkrum áratíggjum síðani fekk ein lesi- og skriviveikur ella orðblindur lítla og onga hjálp, um ikki onkur einstakur lærari, sum visti nakað um fyribrigdið, var í nánd. Tey allarflestu av hesum børnum og ungum fingu als ongan hjálp og hetta kom at ávirka teirra virkisføri alt lívið. Tær nógvu søgurnar frá fólki, sum ikki hava fingið hjálp, vitna um hetta.

    Í hesum sambandi havi hug at taka fram eitt brot úr einum sangi, sum Jens Marni Hansen úr Kollafirði skrivaði til ein lærara, sum gjørdi mun:

    I was young, doing the best I could

    I was too complicated, misunderstood

    Then you came along, and you made me see

    Peeling the mask right of me, setting me free

    Follow your heart, she said, and you’ll be stronger.

    Trust yourself and you will find the way

    Eg haldi, vit eiga at týða hesi orð til føroyskt og nýta tey sum súrepli til lærarararnar! Eg hugsi um hetta, at lærarar hava serligar førleikar, tað rætta hegnið og góð amboð at náa inn til næmingin og gera munin.

    Menning innan orðblindaøkið hevur týdning. Ikki minst tí, at førleikin at lesa og skriva hevur grundleggjandi týdning í dagsins samfelag. Tað er einki minni enn ein rættur hjá øllum  at fáa neyðugu hjálpina at menna sín lesi- og skriviførleika og harvið fáa atgongd til skrivaða orðið.

    Málið er, at orðblindir næmingar fáa  javnbjóðis skúlagongd og útbúgving sum aðrir næmingar. Hetta setur krøv til, at fyriskipanir eru í øllum skúlaverkinum, og at samstarv er um skiftið frá einari skúlaskipan til aðra. Og her eru tit orðblindalærarar krumtappurin í at varnast, staðfesta og vera við til at seta átøk í verk og skipa undirvísininga soleiðis, at orðblindi næmingurin fær røttu og neyðugu hjálpina. Hetta soleiðis, at hann við tíðini fær virkað sjálvhjálpin við orðblindni.

    Sera umráðandi er, at orðblindalærarar fylgja næminginum í skiftinum millum skúlar, so at næmingurin í ungdómsárunum fótar sær í nýggjum umhvørvi við øðrvísi avbjóðing.

    Tað hevur alt at siga, at lesi- og skrivitrupulleikar og orðblindni verður varnast so týðliga sum tilber, og at ljós verður varpað á samanhangin millum málsliga menning tíðliga í lívinum hjá barninum og lesi- og skriviførleikar.

    Eg haldi, at vit hava sett nógv og rætt inn. Nevnast kann Trastilfarið til eygleiðing av málsligu menningini hjá børnum umframt annað tilfar til børn undir skúlaaldur.

    Tilfar til innskúlingina er eisini komið. Nevnast kann Súlutilfarið, sum í ár varð víðkað við kanningartilfarið eisini og at fyri 2 árum síðani kom tilfar til orðblindakanning til 3. flokk, soleiðis at øll børn nú vera screenað fyri orðblindi í 3. flokki.

    Samskiftisøkið við tøkniligu menningini er broytt við rúkandi ferð seinastu árini. Hetta ger, at orðblind við hjálp av tøknini, saktast kunnu vera sjálvhjálpin og liva og vera virkin á jøvnum føti við onnur. Millum heilt stóru framstigini er føroyska teldutalan. Í hesum sambandi kann eg nevna at verkætlan júst nú er farin av bakkastokki til tess at menna ein sokallaðan “raddarkennarar”, soleiðis at vit kunnu fáa føroyska talu umgjørda til skrift. Eisini kann eg nevna forritið CD-orð, sum er eitt “must” hjá øllum orðblindum.

    Samanumtikið kann eg siga, at eg vit hava eitt sera gott grundstøði at arbeiða útfrá. Vit hava fakligan áhuga, vit hava vitan, tilfar og tøkni. Og hóast fleiri okkara kundu hugsað okkum hægri játtan, so er hon nógv økt seinastu árini.

    Haldi meg kunnu staðfesta, at tíðin er búgvin til, at vit fara at hyggja at sjálvari skipanini og samskipanini, so tilfeingið verður gagnnýtt á bestan hátt. Harumframt kundi eg hugsað mær, at vit fingu standardiseraða orðblindakanning til 14 ár og eldri, at vit fingu felags hald fyri CD-orð til allar skúlar og at arbeiðslýsing fyri orðblindalærarar var gjørd áðrenn komandi skúlaár.

    Latið okkum halda fram at stríðast fyri, at allir okkara borgarar fáa líka góða atgongd til tað ríkidømi, sum liggur í skrivaða orðinum. Og latið okkum halda fram at menna møguleikar, so øll fáa somu atgongd til samskifti, sum í síðsta enda er tað, sum bindur okkum saman og mennir okkum sum menniskju og samfelag!

    Takk fyri!

  • Flaggdagsrøða hjá Honnu Jensen í London

    Mikudagin 24. apríl varð Merkið heiðrað á føroysku sendistovuni í London.

    Føroyski sendimaðurin, Áki Johansen, hevði boðið Honnu Jensen, landsstýriskvinnu í undirvísingar- og granskingarmálum til London at halda flaggdagsrøðu í ár. Umleið 100 fólk vórðu samankomin fyri at hátíðarhalda dagin - bæði føroyingar, bretar og onnur úr øðrum londum.

    Hanna Jensen legði í røðu síni dent á sínamillum sambandið millum Føroyar og Ongland - frá tíðini undir krígnum, tá Merkið varð viðurkent og fram til í dag.

    Hon tók støði í teimum fýra ungu monnunum, sum teknaðu Merkið í Keypmannahavn, og samanbar við tey mongu føroysku lesandi, sum framvegis leita út í heim - antin bókstaviliga ella á netinum - og nýta sína nýfunnu vitan til at ávirka og menna føroyska samfelagið.

    Røðan kann her lesast í fullari longd:

    Excellences ladies and gentlemen, it is an honor for me to be here today - and to have the opportunity to give this speech on this special occasion: The day of the Faroese flag, named Merkið.

    ***

    Let me start by taking you back in time. Exactly one hundred years back, to be precise.

    I want you to picture that we are walking through the dark and narrow corridors of a small student’s hostel in the heart of the Danish capital, Copenhagen.

    As we’re walking we can hear a vivid discussion – and if we listen carefully we will be able to define the voices of four young men.

    In case they have left the door ajar, we can see them sitting round a table with drawings and sketches. Their excitement is clear as day - as dusk falls and darkens the room.

    Undoubtedly these four young men are on to something big. Something not seen before. Something revolutionary. We can tell by their obvious excitement.

    These four young men are all Faroese. They have all moved to Denmark to study. And in Copenhagen they have been influenced by the strong romantic trend of the time.

    In this big, foreign city, they meet the world. But in that meeting, their feelings and thoughts of their small native country are strengthened.

    Their names are Emil Joensen, Janus Øssurson, Pauli Dahl and Jens Olivur Lisberg.

    And the many drawings and sketches that are scattered around the table are the very first drawings of the Faroese flag created by Jens Olivur Lisberg’s competent hand.

    ***

    Now.. if we were to look at their doings in a very strict legal manner – these four young men were in fact on the verge of committing a crime. Because for a Danish colony to have a flag of its own, was in fact against the law one hundred years ago.

    But the funny thing is, that today we celebrate that they dared – and that they did. By June 1919 they had put their illegal flag-plans to practice. And for the very first time in history the Faroese flag fluttered in the wind – quickly embraced by some of the Faroese living in Denmark.

    But resistance of the flag was strong. Obviously in Denmark – but also among some people in the Faroe Islands.

    And though it was there it was never really acknowledged.

    ***

    Years went by and with the Nazis - war was upon us.

    The Faroese ships were in desperate need of a flag other than the Danish. They needed to be distinguished from Denmark, because Denmark was occupied by Germany – and the Faroe Islands were occupied by Britain.

    The many fishing smacks were all selling their fish in the UK, where food supplies were low.

    At last the sketches, which the four young men in that dark student’s room in Copenhagen made, were acknowledged.

    »Merkið« became the official flag of the Faroe Islands.

    ***

    What I find remarkable is the fact that it was our youth abroad that picked up on the international trends, embraced them – and put them into a Faroese perspective.

    They went into the world, saw, learned and experienced - and carried the world back home with them, when they returned. They were way ahead of their fellow country-men and were heavily criticized - but some years later their audacity saved countless Faroese lives – mainly on the sea.

    ***

    To be influenced – and to influence others is part of being human. But in the meeting with others, you also have a great opportunity to ponder over your own identity and strengthen it.

    When you experience something different from you, you yourself are defined.

    Here - in multi-cultural London – this interplay is indeed a prerequisite and it has been so for many, many years.

    However - in the very monotonous and remote Faroe Islands one hundred years ago, people were distanced from the trends and the thoughts of the world.

    ***

    The second war changed that, as the Faroe Islands were occupied by the lovely British soldiers – of whom we still speak very dearly.

    They brought the outside world to the Faroe Islands – and it gave people the opportunity to see another perspective. They learned another language, saw other traditions and many destinies caught unexpected directions these years.

    But it also sharpened their thoughts and reflections of themselves.

    ***

    In the tiny town of »Norðragøta«, in the old house that I now live in - my father in law grew up. And during the war, British soldiers were common guests in the house.

    There was actually an arrangement, where voluntary Faroese families opened their homes to the British boys who were so far away - both from home and from their families. My husband’s grandmother was one to volunteer in this arrangement.

    She would talk to the soldiers as best she could, and give them a homecooked meal or a cup of coffee. And the bonds of affection were mutual. My father in law remembers how the British soldiers often left a coin under the cup when they left – and they cared for him and spent time with the children.

    And his mother felt so sorry for these young men, caring so dearly for her children – probably because they missed their own.

    These regular meetings between the soldiers and the locals had a great cultural impact in the Faroe Islands. When the siblings of my father in law were young they spoke English nearly fluently.

    And still today we see English words that have been fully integrated into the Faroese language. One of the first words Faroese children learn – for instance - is “bye-bye”.

    But even though British influence was huge these years, this meeting with the outside world also sharpened our identity as Faroese. We became more aware of who we were.

    And when the war was over, there was no way, we could ever go back to the Danish flag.

    We were Faroese. And we needed a Faroese flag.

    ***

    Today the world has nearly no limits – no boundaries.

    With the rise of the internet even the remote Faroe Islands have become more like London – in touch with so many nationalities, so many trends and thoughts on a daily basis.

    And even though Faroese students still study in Copenhagen - a great deal of them also come to Great Britain to study.

    My little brother – who actually is here today – is one.

    And I am happy that we have established this opportunity. Because you are in the leading field when it comes to higher education and research. And I strongly believe that the experiences and the networks that our youth can build here, will be of great benefit to our ongoing connections.

    And it will also be of benefit to the Faroe Islands on a higher scale. Especially now when we are planning on upgrading the university of the Faroe Islands with a campus of international standards - and strengthening our high-level research.

    And just like the four young men who designed »Merkið« - which we honor today - many of the youngsters coming here to study embrace the different perspective – and then they use it to redefine the old Faroese cultural inheritance.

    We have musicians who – after studying in Great Britain – have taken the traditional Faroese music to new heights.

    We have designers who – after studying in Great Britain – are working the old Faroese wool and knitting in completely new ways and manners.

    We have painters, filmmakers, psychologists, computer scientists, and so on and so forth – who have been here, met the world, defined themselves – and have come back to help reshape our society.

    Because in the meeting with others you also meet yourself.

    And so Great Britain still is influencing us – just as you were during the war.

    The bonds between us are still strong.

    I am happy to say, that one of the first country you made an agreement with after the Brexit referendum, was the Faroe Islands. We were even the first country to sign the ongoing agreement here in London. I take this as a strong sign – not only of our geographical closeness, but also of the kindship, the respect and the advantages that run both ways.

    We are for instance one of your biggest fish suppliers – regarding cod and haddock – just as we were during the war when so many of your other food imports were shut down by the Nazis.

    And when it comes to the oil industry, we are in close cooperation, and our laws are being made to fit yours.

    Historically speaking we have even influenced a part of research in Great Britain.

    Our very first academic Doctor, Dr. Jákup Jacobsen, who travelled our islands and documented the various dialects and traditions in Faroe Islands, didn’t stop there.

    In the years 1893-95 he even travelled the Shetland Islands and gathered the remains of the original language, Norn. His "Dictionary of the Norn Language in Shetland" to this day is the unrivaled source-book of information on the origins and usage of the Shetland tongue.

    In 2006 I was invited to attend a conference in the Shetland Islands regarding Dr Jacobsen and his big undertaking in securing the Norn language. To this day the work of a Faroese researcher is being appreciated and valued in the Shetland community as well as in the field of academics.

    There have even been courses of Faroese language in British universities.

    This morning I visited the University College London and I was happy to tell them, that the faculty of Faroese Language at our University in Tórshavn would be glad to co-operate to keep this opportunity a continuous option.

    ***

    You see - still today language is of very great importance to the Faroe Islanders.

    During the war many of the Faroese children – like my father in law and his siblings – were nearly fluent in English.

    Now English is a compulsory subject in school, and every child speaks it.

    But because of the immense English influence on the internet, we are now being made very aware of the fragility of our own little language.

    We need to put in an extra effort to care for and develop it so it can resist the heavy English influence that now starts already with our toddlers and their screens.

    This is something we are concerned about.

    The language – the mother tongue – is absolutely essential to the identity. It carries the gems of our culture, it binds us to our history and it is the strongest definition of our nationality.

    It is one of the strongest reasons to why we think of ourselves as a distinct nation – and hence it has a strong connection to the desire to have a distinct flag.

    It’s fair to say, that todays’ language Technology is a threat to smaller language communities. But as seen so many times before: a challenge can pull a people together and unite it for a higher cause. This new language issue that has risen from the digital revolution has summoned my people to find the best solutions to secure the Faroese language.

    Knowing - of course - that this technological and linguistic challenge at the same time is a great opportunity.

    ***

    And one of the best proofs of this great opportunity is found right in my old house in the little village of Norðagøta. The house where my father in law was born and grew up – and where new perspectives were being secured by the British soldiers during the war.

    Today there still is a heavy British influence in the house.

    Because in a small office room (around 8 square meters) – my husband is meeting the world.

    He is researching to become a Doctor of Business Administration on Henley Business School through Reading University.

    And he is doing so from our very home.

    As I approach the door to his tiny office, I can often hear a vivid discussion – and if I listen carefully I am able to define the voices of many different persons.

    In case he sometimes leaves the door ajar, I can see him sitting by the desk with his computer screen where he is connected to other researchers around the world. Often their excitement is clear as day, as dusk falls and darkens the room.

    Frequently, I am sure of the fact that they are on to something big. I can tell by their excitement.

    So you see -

    Even though so much has happened, even though a hundred years have passed, there are still many similarities to the four young men in Copenhagen whom we visited in the beginning of my speech.

    Firstly: My husband – and all of our students and researchers - are still being influenced by the thoughts of the world. They are building on global research achievements and trends in the world.

    And secondly: They still take their newly found knowledge and ideas into use back home, continuously developing and redefining our little society, our norms, our culture and our possibilities.

    But there are of course some crucial differences as well.

    My husband only needs to go out into the world a few times a year – as the world is brought to him via the internet.

    And the fellow students and supervisors with whom he is excitingly having vivid discussions are not fellow Faroese, but international – from the UK, all over Europe, the USA, Australia, China, India and so on.

    And there is indeed another crucial difference.

    He meets the world as a Faroese – under our very own Faroese flag. And to us, that difference is huge – and worth celebrating.

    ***

    And to complete the story I can tell you that by the little table in our little kitchen in our tiny house in Norðagøta, where once British soldiers sat and enlightened my family in law with their perspective of the world – this summer some of my husband’s co-researchers will sit and tell us theirs.

    And just as it has been done since the flag, Merkið, officially confirmed us as an independent nation in 1940, we will listen to our guests, learn - and be defined ourselves as Faroese once more.

    So thank you for the cooperation, thank you for being a mirror in which we can define ourselves,

    And thank you so much for your time.

    Happy flag day – góðan flaggdag øll somul!

  • Føroya bestu handverkslærlingar - 1. mars 2019

    Handan av vinningi til Føroya besta handverkslærling

    Røða hjá Honnu Jensen, landsstýriskvinnu, í sambandi við at hon handaði steypini til FM fyri handverkslærlingar, sum var á Torginum í SMS dagarnar 28. februar og 1. mars. Sjálv handanin var fríggjadagin 1. mars kl 17.00. 

    Góðu luttakarar Í FM fyri handverkslærlingar.

    Góðu áhoyrarar.

    Kendi og vísi munkurin, Frans av Asisi, segði soleiðis:

    “Hann, sum arbeiðir við sínum hondum er ein arbeisðmaður

    Hann, sum arbeiðir við sínum honum og sínum høvdi, er ein handverkari

    Hann, sum arbeiðir við sínum honum, sínum høvdi og við hjartanum, er ein listamaður”

    Tað er mær ein heiður at fáa loyvi at handa steyp til Føroya besta handverkslærling í sínum yrki í 2019 her í dag.

    At luttaka í eini kapping er altíð spennandi – og mennandi. Bæði fyri einstaka luttakaran, men í hesum føri eisini fyri handverkið, tí tað er í kappingini, vit øll royna okkara allarbesta, og framstig verða gjørd.

    At fylgja við eini kapping er eisini spennandi, og gevur áhugaðum møguleika at læra nakað nýtt. Tit, sum hava tikið lut í kappingini hesar dagarnar, hava arbeitt undir stórum trýsti. Samstundis hava tit givið okkum øðrum møguleika at síggja ein lítlan part av tí, sum tykkara handverk inniheldur, og tað er áhugvert.  Stóra takk fyri tað!

    Vit hava brúk fyri tykkum og tykkara handverki, og okkara samfelag tørvar fleiri sum tykkum. Tit eru fyrimyndir hjá okkum øllum, og eg ivist ikki í, at fleiri børn og ung, sum hava havt møguleika at fylgja tykkara arbeiði hesar dagarnar, hava fingið íblástur og hug til at læra meira um júst tykkara handverk.

    Hetta er eitt av endamálunum við FM fyri handverkslærlingar, og eg vil nýta høvi at takka fyrireikarunum fyri at hava fingið kappingina í lag, og á henda hátt at varpa ljós á handverkið og á yrkisútbúgvingarnar.

    Mín vón er, at øll tit, sum hava luttikið í hesum FM, hava havt eina góða uppliving. Eg havi sæð tykkum mitt í verkinum her. Eg veit, at tit hava arbeitt bæði við hondum, høvdi og hjarta!

    Tit kunnu sanniliga vera errin av luttøku tykkara, og eg ivist onga løtu í, at boð verða eftir tykkum á arbeiðsmarknaðinum í framtíðini. Hjartaliga takk fyri.

    Landsstýriskvinnan handaði síðan steyp til Føroya besta handverkslærling í:

    Timbur

    El

    Hárfríðkan

    Sí leinki, har tað framgongur, hvørjir vinnararnir eru.

  • Listamaður frá norðastu homrum Føroya - 3. mars 2019

    Røða hjá Honnu Jensen, landsstýriskvinnu, ið hon helt í sambandi við listaframsýning hjá Arnold Vegghamar í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík sunnudagin tann 3. mars 2019.

    Arnold Vegghamar, føddur í 1937, vaks upp á vøkrum stað, eitt stað, sum er grundin, hann byggir sína list á – bæði tað fysiska staðið, men eisini andaliga jørðildið, hann sprettur úr – hesi hevur hann vovið inn í málningar sínar á bæði livandi og stillan, men víðgongdan hátt fram til henda dag:

    Hamrarnir, hagagrótið, bátarnir, Fugloy, mølin í Eiðsvík, húsfólkini, drýlurin, hugburður og handalag teirra, ið sleptu, lokala jarðarferðin, grindadrápið, havið, hagin og ljósið, lýsið og litirnir, soleiðis sum hesi hava fest seg í hansara djúpt listarligu sál.

    Arnold var fyrst sjómaður og lærdi so handverk, men eg og mong við mær kenna hann best sum listamann, sum hann jú eisini er fyrst og fremst. Og hóast eg yndi hansara list, so er dagurin í dag og framsýningin her í Seglhúsinum mítt fyrsta høvi at hitta listamannin. Tí eri eg enn meira takksom at kunna siga nøkur orð til hesa fernisering.

    Sambært bókini um Vegghamar, sum kom út á Listasavni Føroya í 2010, og sum Dagmar Warming skrivaði, so hevur Arnold mest sum ongan av heimsins stóru myndlistamonnum sæð við egnum eygum, tó hann er ein av teimum sjálvur. Eg hugsi sjálvandi um kendu málningarnar eftir Van Gogh og t.d. fronsku impressionistarnar, sum ferðafólkahóparnir valfarta til á hvørjum ári í Washington, New York, París, Amsterdam og aðrastaðni.

    Hetta er fyri mær eitt prógv um, hvussu sterk list er, og hvussu hon ikki fornoktar seg sjálva, men spríkir fram í teimum, sum eru borin til at bera hana fram. Tí hvør kundi spátt, at hesin Norðoyasonur, sum eins og hinir fór til sjós um fermingaraldur, skuldi gerast so sannførandi amboð listarinnar? Tó, móðurin kendi viðkvæma sinnið, sum tykist vera treyt fyri at kunna lata upp á víðan vegg fyri sannari skapan.

    Longu í 1957 sýndi Vegghamar fram í Havn á ólavsøkuframsýningini, og her standa vit í Klaksvík ein fagran sunnudag í mars í Harrans ári 2019. Viðareiðismálarin hevur sostatt verið virkin alment í skjótt 62 ár!

    Og tá hann búði burturi í Keypmannahavn og í Havn, kom hann nógv meira saman við listafólki í dagsins verki og nógv minni út til framsýningar; og tað tykist sum hann heldur seg til skapanina, hann er kallaður til - heldur hondini á plónni og hyggur ikki aftur um seg, og rundan um seg, men fram! Og kom fyri 20 árum síðani aftur til heimbygdina at búgva og virka.

    Hann hevur fingið undirvísing og hevur havt atgongd til heimsins list og listasøgu, serliga gjøgnum bókaverk og samskifti, men hann er annars einastandandi – bæði meðan hann arbeiðir og í m.a. sínum litavali, har hann endurskapti føroyska landslagsmálningin, og livir í fleiri týdningum tætt at sínum myndevnum og sínum verkum.

    Menniskju eru fá í hansara samlaða listaverki – tey nærmastu og onkrar serligar hendingar í bygdini, eins og fuglaveiða, fiskiveiði, grind og berjadagar, sum eru fólkalív, eru við, men annars eru tað grótið, bátarnir og húsini á løriftinum, sum spæla leiklutin sum persónligheitir. Og júst tað gera tey: klóku ella innhugsandi húsini við fótin á Malinstindi, spelknu bátarnir á Eiðsvík við mølini í forsýni og Fugloy í baksýni, teskandi hagagrótið í mongu ævintýrkendu høgum lørifts hansara, men eisini hin einsligi varðin – hvat er tað hann sigur?

    Viðareiði fostraði soleiðis ein son, hvørs navn er tætt knýtt at myndevnunum, homrunum, sum hann hevur málað úr ymiskari frásjón, við ymsari tøkni og heilt ymiskum fangandi litum gjøgnum árini. Eina rødd myndarinnar, sum viðhvørt syngur duett við hin eisini nýbrótandi bygdamannin, skaldið Chr. Matras. Eg hugsi um orðini:

    “Nú dimmir í blánandi líðum”, “Og fjallið hvílist í kvirru” og “Nú skýmir um røkur og líðir”.

    Eisini hugsi eg um tónan og bygdalívið í yrkingini “Einki er sum summarkvøld við strendur”.
    ---

    STEM lærugreinirnar vórðu lyftar fram í ljósið um aldarskiftið í amerikansku útbúgvingarskipanini og skjótt komu rembingarnar hendanvegin, at vit áttu at styrkja:

    S fyri Science /Náttúruvísindi

    T fyri Teknologi /Tøkni

    E fyri Enginering /Verkfrøði

    M fyri Matematik/ Støddfrøði

    Hetta skilja vit øll, tí tøkniliga og vísindaliga menningin er stór, og vit kunnu illa spáa um tey mongu størv, sum enn ikki eru til, men sum komandi ættarlið skulu útbúgva seg til.

    Seinni eru tey tó komin eftir, at eitt A fyri Art/List var gloymt í styttingini, tí uttan list, kreativitet og breiða, djúpa mentanarfatan fær næmingurin, lærlingurin og tann lesandi ikki fullgott grundarlag at standa á. So STEM broytist nú mangastaðni til STEAM.

    Eg havi undirvíst í listini hjá Vegghamar sum studentaskúlalærari í føroyskum, ikki minst um tað mundið, tá bókin hjá Dagmar Warming kom út í sambandi við framsýning hansara á Listasavni Føroya í 2010, og eg kann siga púra erliga, at júst henda listin fangar heilar flokkar – og ikki einans tey, sum lesa hugvísindi. Hon inspirerar til kreativa hugsan og eina upplating fyri list í síni heild. Og spyrt tú spontant ung sum eldri um tað fyrsta, tey hugsa, um list Vegghamars, so fært tú svarið: alternativar flottar landslagsmyndir, øgiliga modernað, torir betri enn tey flestu, rørandi o.s.fr. Og í stílaheftum, har veljast kann millum mong sløg av tekstum, tá stílur skal skrivast, tora fleiri enn vanligt at kasta seg út í at skriva ein myndagreinandi tekst, tá myndir Arnolds eru umboðaðar.

    Harafturat ynskja mong ung, sum seta føtur undir egið borð sær ein málning eftir Vegghamar í t.d. brúðargávu! Hví, kunnu vit spyrja? Eg vænti, at hetta er júst loyndarmálið, sum vit ikki skilja so væl við intellektinum, men tó sansa og fata gjøgnum heilt aðrar førleikar, annan vísdóm.

    Listin hjá Vegghamar stimbrar m.a. til eina heildarfatan av lærugreinum sum náttúru og tøkni. Nátturan, djóralívið, kreftirnar í havi og lofti, styrkin og tyngdin í fjallinum, lendi og vøkstur. Hátturin, sum hansara list setir hesi fram í nýtt ljós. Hon er serliga gott dømi um, hvussu list og hugvísindi annars fullfíggja eitt útbúgvingartilboð. Og tí eiga vit at gera meira við Vegghamar í okkara undirvísingartilfari á ymiskum útbúgvingarstigum. Fyri at vaksandi ættarliðini gerast betri handverkarar, betri vinnulívsfólk, betri læknar, betri løgfrøðingar og búskaparfrøðingar.

    Eisini eigur søga Arnolds Vegghamar at siga okkum, at listarligu og kreativu lærugreininrnar skulu styrkjast sum heild í skúlanum, eins og vit skulu vera meira tilvitað um og hjúkla um listaskeiðini, sum eru í landinum og helst menna tey meira. Tí í menniskjanum býr ein trá at skapa, og vit eiga ikki so fá okkara millum, sum fingu serligar gávur á hesum øki.

    Okkum tørvar her heima í Føroyum eins og onnur lond eisini at eftirmeta okkara útbúgvingar og seta okkara A inn í STEM útbúgvingarnar, so tað verður STEAM. Og hví ikki byrja við Arnoldi?

  • Móttøka fyri Special Olympics íðkarunum 2019, Høgni Hoydal 29. mars 2019

    Góðu tit: Súsanna, Bjørt, Jenny, Eyð, Heidi, Signa Vár, Rúni, Meiken, Hilda og Bogi, Oddur og Sam.   

    Tað eru nakrar løtur, tá tað er eyka stuttligt at vera tann landsstýrismaðurin, sum varðar av ítróttinum.  

    Til dømis dagar, sum í dag. Tá tað fara ungir føroyingar út í heim at umboða Føroyar - og tit so koma aftur við 9 heiðursmerkjum, nógvum betraðum persónligum tíðum og flottum avrikum, sum gera okkum øll so sera errin.  

    Hjartaliga til lukku!  

    Tit hava ØLL verið góð umboð fyriFøroyar, og tað hevur verið ein frægd at fylgt tykkum, meðan tit hava kappast.  

    Tit í Parasport Føroyum hava eisini gjørt tað lætt hjá okkum her heima at fylgt við í kappingunum – og tað skulu tit eiga stóra tøkk og rós fyri. Og eg haldi sum heild, at føroysku miðlarnir áttu at gjørt nógv meiri burturúr at fylgt tykkum og sagt frá tykkara kappingum.  

    *** 

    Eg havi eisini sjálvur íðkað ítrótt. Og hóast eg ongantíð havi luttikið á eini so stórari, altjóða kapping, sum tit júst koma frá í  Abu Dhabi, so veit eg, at tað skal nógv venjing til.  

    Passar tað ikki? 

    Tit hava vant í  óteljandi  nógvar  tímar, fyri at gerast klár til  hesa stóru kappingina. 

    Og tit hava havt góðar venjarar, sum hava arbeitt seriøst og kýtt seg fyri at fáa tað allarbesta burturúr tykkum.  

    Og tað eru nógv fólk kring tykkum, sum hava hjálpt til og stuðlað – og eggjað tykkum til. Ikki minstteir dagarnar, tá tit kanska ikki orkaðu so væl at venja.Tá tað var myrkt og kalt og regn- ogtit heldur kundu hugsað tykkum at brúkt tíðina til okkurt annað.  

    Men nú standa tit her. 

    Og eg giti, at tá tit nú hyggja afturá,  so eru tit glað fyri, at tit tóku  hetta  í so stórum álvara, og at tit vandu so nógv.  

    Tí tá  tú hevur fingið  heiðursmerkið um hálsin, ella tá    hevur sæð, hvussu nógv betri    kanst gerast við miðvísari venjing og áræði, so  veksur hugurin til at  koyra enn meiri á.  

    Fyri ikki at tala um tær fantastisku upplivingarnar, tit hava fingið, og øllum hinum íðkarunum úr øllum heiminum, sum tit hava møtt og kappast ímóti. Tað er eisini ein stór og góð  tileggjan til at halda á við venjingini. 

    Tá man sær og upplivir alt hetta, gevur venjingin góða meining.  Eisini  tær keðiligu venjingarnar í myrkri og kulda og regni, tá man í grundini heldur kundi hugsað sær at gjørt okkurt annað. 

    *** 

    Av tí, at eg eisini sjálvur havi íðkað ymsan ítrótt, veit eg, hvussu ótrúliga stuttligt tað er at vinna.

    Men onkuntíð er avrikið - og úrslitið - eisini ótrúliga flott, hóast tað ikki røkkur til eitt heiðursmerki. Tí sjálvt um vit kappast ímóti hinum - so kappast vit fyrst og fremst ímóti okkum sjálvum. Og tá vit gerast betri; tá vit vinna á okkum sjálvum; so kunnu vit av røttum vera errin.  

    Og  við ítrótti er tað tíbetur eisini so, at hóast vit ikki vinna heiðursmerki, so vinna vit so nógv annað. Øll, sum íðka, vinna okkurt. Og tað ger ítrótt so serstakan og góðan. 

    - Øll, sum íðka,vinna sær betri heilsu. Vit verða betri fyri, og tað er gott bæði fyri kroppin og heilan. 

    - Vit verða í betri lag, tá vit íðka – tí venjingleysgevurnøkur evni í heilanum, sum gera okkum glað og nøgd.   

    - Vit fáa upplivingar og vinir fyri lívið, tá vit fara uppí ítrótt. 

    - Og ítrótturin fær okkum uppí sterkar felagsskapir, sum geva okkum eina kenslu av at hoyra til. Sum geva okkum eina kenslu av, at vit ikkierueinsamøll. Og tað hevur týdning fyri øll menniskju. At vera ein partur av eini heild. At hoyra til. 

    So bara við at vera við, hava tit øll longu vunnið eina rúgvu. 

    Hartil eru tit nú partur av føroyska landsliðshópinum. Í Føroyum eru tað ótrúliga nógv fólk, sum íðka ítrótt. Men bara nøkur heilt fá sleppa á eitt landslið at umboða Føroyar, sum tit júst hava gjørt. So við tað eru tit komin nógv longur enn tey flestu.Eg havi til dømis ongantíð verið á nøkrum landsliði, sjálvt um eg havi íðkað ítrótt í nógv ár. Eisini longur enn eg, tí hóast eg havi íðkað nógvan ítrótt, havi eg ongantíð verið á nøkrum landsliði.  

    Og í mun til hinar føroyingarnar, sum luttaka a Olympisku leikunum, so sleppa tit at kappast sum føroyingar undir Merkinum – og at umboða Føroyar. Tað er stórt! 

    Og meðan tit hava verið burturi, hava miðlarnir  tosað um tykkum,  fólk hava heppað  á tykkum  og  hildið við tykkum, og vit hava verið fegin og errin um tykkara avrik.  

    So tað, at tit hvør í sínum lagi hava brúkt so nógva tíð til venjingar, at tit hava verið seriøs og røsktað  hevur faktiskt eisini styrkt  felagskensluna  millum føroyingar, sum heild.  

    Tí hóast vit eru ymisk – og hóast vit mangan er ósamd – so standa vit øll saman, tá okkara ítróttarfólk eru uttanlands og kappast. Tá eru vit øll í  sama  parti – í  tykkara parti.  

    Og tað hevur sera stóran týdning, at vit – fólkið í Føroyum - av og á øll hava okkurt at standa saman um. 

    So takk fyri tykkara avrik! Og takk fyri at tit við so stórum áræði hildu tykkum til at kappast við onnur úr øllum heiminum! 

    *** 

    Í eini av frálíku lýsingunum fyri hesar leikirnar varð sagt nakað soleiðis:  

    “Um tú heldur, at tú fert at tapa, tapir tú.  

    Um tú heldur, at tú ikki megnar, so megnar tú ikki.  

    Tí úti í heiminum síggja vit, at góðu úrslitini byrja við viljanum.  Tað snýr seg um hugburð. 

    Í lívinum  er tað  av og á soleiðis, at tað  ikki  er  tann sterkasti ella tann skjótasti, sum vinnur, men tann, sum vil tað mest.  

    Tann, sum  hugsar: eg kann. “ 

     

    Góðu íðkarar:  

    Tit hava nú verið heilt í  Abu  Dhabi  og prógvað, at tit kunnu.  

    Tillukku við góðu úrslitunum – og takk fyri tann stóra íblásturin, sum tit geva okkum øðrum. 

     

    Góðu venjarar og tit í  Parasport  Føroyum: 

    Takk fyri tykkara sannføring um, at hesi ungu  kunnu  -  og fyri alt tað veldiga arbeiðið, sum tit leggja í  allar tykkara íðkarar.   Tit prógva aftur og aftur, at »øll kunnu íðka«. 

    So enn einaferð: Hjartaliga til lukku tit øll! Og vit øll! 

    Vit gleða okkum at fylgja við í, hvussu tað  framyvir fer at gangast tykkum! 

  • Próvhandan á Vinnuháskúlanum - 15. mars 2019

    Røða til próvhandanina hjá maskinistum – hildin á Vinnuháskúlanum 15. mars 2019

    Góðu tit øll.

    Takk fyri innbjóðingina og heiðurin at siga nøkur orð í sambandi við próvhandanina!

    Tað er hátíðarligt og hugaligt at vitja skúlan í dag, nú tit kunnu kalla tykkum maskinistar við próvnum, tit um lítla løtu fáa handað. Hjartaliga til lukku allir samlir. Eg sigi allir samlir, tí í millum tykkum hesu ferð er ongin kvinna.

    Tað verður sagt, at tey í maskinrúminum eru problemknúsarnir, meðan tey á brúnni seta kósina og føra skipið á rætta leið.

    Tað at verða maskinistur, ella skipsmaskinistur, er ein ferð við yrkisútbúgving í skjáttuni og lívslangari læring í eygsjón.

    Longu tá ið tit byrjaðu útbúgvingina høvdu tit staðið í meistaralæru, tað verið seg sum elektrikari, smiður, bilmekanikari o.a.

    Og Jóannes Nielsen hevur í sínum ritverki nakrar framúr lýsingar av handverki, yrki og praktiskum arbeiði sum heild, sum hóast tey eru onnur enn júst tykkara, kunnu geva okkum ein lítlan tíðarlumma, heilt fá sekund, at dvølja við gleðina um og týdningin av, bæði teimum yrkjunum, hann nevnir, men eisini tykkara yrki:

    ”Uttanfyri vindeygað hoyrast tung fet, Ljóðið fortelur hvaðani tey koma. Tað eru fetini frá teimum á skipasmiðjuni, teir sum burtur úr jarni ganda veldigar skrokkar, sum við álvarsemi og kæti mála brúgvarnar so fínar, at sjálvt ælabogin má spenna seg út.

    Tað eru teir frá snikkaravirkjunum, menninir sum smíða vindeygu, so sólin kann fløva tínar armar, ið smíða sengur úr frískum træi, so tú um næturnar kann droyma, ballaður inn í trygga dýnu.

    Av flakavrkinum koma tey, mødd av stríði og rópum, men undan hondum teirra liggja stakkar av saltfiski, frystirúm full av flaki, so tú fært ein bita, tá búkurin er tómur.”

    Hetta er viðursmikil førningur at hava við sær.

    Og Ttit bóru alt hetta - landið - við inn um skúlagátt, sum Karsten Hoydal so rámandi og vakurt orðar tað, í yrking sínari Landið eg bar við mær inn um skúlagátt.

    Eg síggi meining og dygd í hesum hátti at byggja víðari uppá førleikarnar, og tvinna saman arbeiði og skúla – við verkligum og bókligum lærdómi. Haldi í grundini, at hesin lærihátturin er ein tann besti háttur at útbúgva og førleikamenna seg. Um vit  skulu  knýta eitt kent námsfrøðiligt ástøði at hesum læruhátti, er tað ”learning by doing” hjá kenda amerikumanninum, John Dewey.

    Vinnuháskúlin hevur verið tykkara námsfrøðiligi vitanarkarmur seinasta knappa árið. Her hava tit lisið í lærubókum og fingið undirvísing í tekniskum fakum og hava tikið onnur viðkomandi og kravd skeið.[1] Spennandi verður at royna hesa nýggju bókligu vitan í verki, og eg veit at flestu tykkara droyma um at sigla, eins og Karsten Hoydal so væl lýsir hesa tráan í áður nevndu yrking.

    Havið, eg bar við mær inn um skúlagátt,

    tað hav so víða fløtur sínar breiðir,

    á sveimi hugur bæði dag og nátt

    við teim, sum fóru fjarar skipaleiðir.

    Er land mítt lítið, so er verðin stór,

    og veking elva havsins løg og sangir,

    ein rødd av høvunum at hjarta fór,

    gav míni stóru langtan sterkar veingir.

    Við próvnum í hond fara tit ivaleyst í allar ættir og fara undir nýggjar avbjóðingar. Felags fyri tykkum allar er, at tit syrgja fyri, at hjólini mala bæði bókstaviliga umborð á skipinum og í yvirførdum týdningi. Tykkara barlast og førningur er ein av krumtappunum í okkara samfelag. At arbeiða í maskinrúminum, er arbeiðið, sum ofta ikki er sjónligt, men ikki minni týdningarmikið. Tykkara arbeiði ger, at onnur kunnu seta kós og føra skipið á røttu leiðina. Í maskinrúminum skulu tit hava alt í ordan. Um maskinrúmið ikki riggar optimalt, kemur onki skip fram á leið.

    Við próvnum sum maskinistur hava tit nógvar møguleikar og heimurin stendur opin. Summir fara allarhelst til fiskiskap og fleiri tykkara fara allarhelst í altjóða sigling. Føroyska samfelagið hevur brúk fyri báðum.

    Eg fari enn einaferð at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við útbúgvingini og blíðan byr.

    [1] Maskinistur gevur pappírir at sigla sum 2. maskinmeistari á øllum skipum, og sum maskinstjóri við skipum við ávísari framtøkumegi (upp til 2999 kW), tá ið neyðug starvsvenjing er nádd

  • Røða hjá Høgna Hoydal á Landsbókasavninum í samband við at 200 ára hald fyri V.U. Hammershaimb

    Málið skapar heimin, okkara heim og okkara heimar

     

    Háttvirda samkoma. Kæru gestir!

    Í morgin eru 200 ár síðan V. U. Hammershaimb varð føddur á Steig í Sandavági. Í ár eru 110 ár liðin, síðani hann andaðist í 1909.

    Og í morgin eru 71 ár, síðan minnisvarðin fyri V. U. Hammershaimb varð reistur ‘við vegin undir bókasavninum’, sum tað so hátíðarliga verður nevnt.

    Tórshavnar býráð setti sær fyri at stuðla og útvega minnisvarðanum støði, og Janus Kamban gjørdi listaverkið, sum sjálvandi fekk heitið ‘Móðurmálið’.

    Eg nevni hetta, tí eg haldi, at samanrenningin millum V.U.Hammershaimb, Debesartrøð, Bókasavnið og Fróðskaparsetrið er og verður áhugaverd.

    Tá ið Hammershaimb varð føddur høvdu vit einki føroyskt skriftmál, tá høvdu vit hvørki Bókasavn ella Fróðskaparsetur.

    Tá ið minnisvarðin skuldi reisast í 1948 Hammershaimb til heiðurs, tá settu vit tað ‘við vegin undir bókasavninum’ - sum eitt slag av garðaliði inn til mentanarháborg landsins.

    Og í dag - nú vit av álvara eru farin at tosa um at víðka Fróðskaparsetrið í allar ættir, hvat er tá meira sjálvsagt enn at lata ‘Móðurmálið’ standa sum inngangsportal fyri hesum holla palli av vitan!

    Kæru gestir!

    Tað, sum skilir okkum í dag, tað savnar okkum í morgin. Tað hevur verið søgan um øll verulig menniskjalig framstig um allan heim, og ikki minst í tí føroyska tjóðskaparstríðnum.

    At V.U. Hammershaimb saman við Svend Grundtvig, Jón Sigurðssyni, forseta, fekk gjørt uppskotið til føroyska skriftmálið, kunnu vit øll savnast um og fegnast um í dag.

    Tí tað hevur savnað okkum, hóast so mikið stríð og strev og skilnað. Tað hevur skapað tjóð. Tað hevur skapað okkum heimin og atgongdina til allan heimin.

    Tað varð sagt og hildið, at føroyskt kundi og skuldi ikki verða mentanarberandi mál, men bara afturlítandi og á fornminnissavni til avmarkaða nýtslu í gerandissamskifti í gamla føroyska bóndasamfelagnum. Tað varð sagt, at alt samband til nútímans heimin, undirvísing, vitan, fyrisiting, skaldskap, list, mentan og Várharra skuldi fara fram á øðrum og “hægri” máli.

    Og her standa og liva vit í dag í 2019.

    Málið hevur skapað okkum so ymsar heimar og kann skapa okkum enn ókomnar heimar. Og tað hevur skapað okkum heim í heiminum.

    Eg fái ilt fyri hjartað, tá ið eg mangan hoyri sagt, at mál er eitt amboð. Eitt samskiftisamboð. Nei, málið er so nógv meira enn tað. Tað er málið sum skapar heimin, sum skapar okkum sum menniskju, sum felagsskap, sum samfelag, sum tjóð. Sum skapar okkum okkum sambandið og menningina av okkara innastu kenslum og dreymum.

    Og tað er eitt dagligt bragd, at tað hevur eydnast at menna okkara mál og okkara heim og heimar, her mitt í sjónum. Skriftmálið var sjálvsagt portrið til og grundin undir hesum.

    Eg verið dagliga tikin av fótum, tá ið eg fari inn á Sprotan og síggi okkara atgongd og virðir til egnan heim og út í aðrar heimar og heimsmál gjøgnum móðurmálið.

    Og vit eru enn ikki komin á mál, men noyðast upp aftur ídnari at skapa heim, heimar og sambandið við heimin gjøgnum støðugt at menna móðurmálið til at eiga sess á øllum rókum. Máltøkni og málmenning í talgilda heiminum er eitt av fremstu átøkunum, ið vit seta sum mál komandi árini.

    Janus Djurhuus, meginskaldið, ið lyfti føroyska málið og skaldskapin inn í nýggjar heimar, avdúkaði minnisvarðan fyri V.U. Hammershaimb beint her í 1948. Og hann yrkti eisini mest kendu orðini um Hammershaimb, á níti ára degi hansara fyri 110 árum síðani:

    “Fáir finnast frægir her á foldum,

    følnar, sprettur ævugt ætta fjøld,

    flestramanna lív er rit í moldum,

    támut søga, tá ið endar øld.

    Navnið veit eg eitt, í klettum ritað,

    lýsir gylt, nú nærkast hvíldarkvøld;

    mildar vættrar tendraðu ein vita,

    Føroyum stjørnuleið frá øld til øld.”

    Avgerandi er, at vit øll finnast fræg her á foldum til at lyfta og skapa málinum og okkara heimum stjørnuleiðir inn í næstu øldirnar við. Og at vit hjúkla um allar teir vitar, ið leiða okkum fram til at stjørnunum.

    Gunnar Hoydal sigur í eini av sínum frálíku tíðargreinum soleiðis um okkara mál- og mentanarstrev – og eg haldi, at hansara orð eiga gerast okkara stevnumið í mál- og mentanarpolitikki landsins:

    “Tí eitt er vist. Tað ber ikki til at seta hegn upp fyri umheiminum, enn minni nú enn fyrr. Tær nýgjørdu stjørnurnar sveima og lampurnar blunka uttan at spyrja okkum eftir. Tað, ið um ræður, er enn sum áður í tveimum: At verja tað besta av tí, sum er skapað undan okkum og framhaldandi leggja allar nýggjar møguleikar undir okkum. Mentan fær ikki verið føst ogn ella fornminnissavn einsamalt, og bara við at skapa nýtt kunnu vit varðveita tað gamla, sum enn livir í okkum. Tað er umráðandi í heilum at leggja afturat, at taka við avbjóðingunum og umskapa tær til okkara egna mál og okkara egna verk, so at tað fær meining, at vit eru beint her og ikki nakra aðrastaðni í heiminum.”

    Við hesum orðum fari eg vegna Føroya landsstýri fari eg at takka Landsbókasavninum fyri at skipa fyri hesi framsýning um V.U. Hammershaimb, og at takka Kim Simonsen, Ole Wich og øðrum fyri útgávur og fyri at skipa fyri hesum tiltaki. Somuleiðis ein hjartalig kvøða og tøkk til tykkum, sum hava skipað fyri øðrum tiltøkum og hátíðarhaldum kring landið – bæði í Sandavági, á Nesi og í Reinsarínum í Havn. Eg bjóði tykkum øllum at verða hjartaliga vælkomin á Bókasavnið í dag.

    Høgni Hoydal,

    landsstýrismaður

  • Røða til Pangea finaluna - Hanna Jensen NLH 26. mai 2019

    Góðu tit øll – lærarar, foreldur og næmingar, sum nú eru komnirtil finaluna í Pangea-kappingini 2019.

    Eg takki fyri høvið at bera tykkum eina heilsan her í dag!

    ***

    Hava tit nakrantíð hoyrt um ein mann, sum æt Albert Einstein?

    Hann var eitt flogvit. Tað merkir, at hann var óvanliga klókur – og hann dugdi alt møguligt.

    Hann var millum annað uppfinnari – og hann fann útav ymiskum, sum hevur gjørt, at vit í dag til dømis hava sjónvarp, fartelefon, digital kamera, gps’arar og alt møguligt annað.

    Eitt, sum gjørdi, at Einstein fann útav øllum hesum, var, at hann dugdi so sera væl at rokna.

    Men sjálvt um hann var nógv klókari enn flestu fólk, og sjálvt um hann var uppfinnari og fann útav øllum

    møguligum, sum eingin annar hevði hugsað um ella roknað út, so segði hann sjálvur,at hann ikki hevði nakrar serligar gávur

    – hann var bara so forvitin.

    Forvitin!

    Tí hann vildi finna útav ymiskum, sum hann sá og eygleiddi í sínum gerandisdegi.

    »Hvussu ber hetta til?« hugsaði hann ofta. Og so royndi  hann av øllum alvi at finna útav og rokna út, hvat svarið til  sín egna spurning mundi vera.

    Og tað, at vera forvitin, er í grundini byrjanin til alla nýggja vitan.

    Øll,sum finna uppá nýggj ting ella tól ella skipanir, hava fyrst verið forvitin og sett sær ein spurning.

    Til dømis hvussu ber hetta til? Ella – hvussu kunnu vit gera hetta øðrvísi?

    Og tí er tað so týdningarmikið, at tað allatíðina er onkur, sum setir spurningar við tað,sum vit síggja og eygleiða kring okkum.

    ***

    Summir næmingar halda, at rokning og støddfrøði er ordiliga kul og stuttligt. Men nógvir næmingar spyrja eisini ofta sínar lærarar: Hví skulu vit læra hetta? Hví skulu vit duga hetta?

    Hava tit nakrantíð spurt ein lærara um tað?

    Men tað er faktiskt so, at rokning og støddfrøði ikki bara er nakað, sum er í roknibókum. Tað er allastaðni rundan um okkum.

    Eg hoyrdi um ein roknilærara, sum bað næmingarnar eygleiða

    ymist, sum tey gjørdu hvønn dag – og vera forvitin – og so skuldu tey finna útav og rokna út ymsum frá sínum egna gerandisdegi.

    Og næmingarnir settu nakrar góðar spurningar.

    Til dømis spurdi ein næmingur hetta:

    Hvussu nógvar tímar havi eg sovið í nátt – og hvussu nógva tíð av lívinum fari eg at sova, um eg livi til eg eri 70 ár og sovi líka nógv, sum eg gjørdi í nátt?

    Ein annar vildi vita, hvussu nógv vatn hann brúkti, tá hann fór undir brúsu. »Hvussu leingi og hvussu hart rennur vatnið? Hvussu nógv vatn fer til spillis, áðrenn tað hevur fingið rætta hitan? spurdi næmingurin, og so mátaði og roknaði hann, inntil hann fann svarið.

    Og ein genta spurdi: Um eg hyggi at øllum buksum, øllum blusum og øllum sokkum í skápinum hjá mær – hvussu nógvar mátar kann eg so seta klæðini saman uppá?

    Knappliga roknaðu hesi børnini sín egna gerandisdag, tí tey fóru at spyrja, eygleiða - og tí tey mintust til at vera forvitin.

    Og smá børn brúka støddfrøði allatíðina: tey telja og tey samanbera støddir.

    Tey eru forvitin eftir at royna mørk og vita, hvat ber til. Hvussu høgt kann tornið byggjast, áðrenn tað koppar? Hvussu hart kann eg skumpa undir tað, uttan at tað koppar? Hvussu langt fara kubbarnir, um eg slái hart undir tað?

    Og eisini tá man er landsstýriskvinna, sum eg, má man rokna. Hvussu kann eg geva tykkum næmingum fleiri tímar í handaverk- og list fyri somu pengar? Er tað betur, um vit leggja nógvar skúlar saman ella um tað eru nógvir smáir skúlar? Hvussu long eiga fríkorterini at vera?

    Og næstan øll foreldur rokna í sínum arbeiði. Líkamikið um tey arbeiða í handli, ella smíða hús, ella klippa hár – ella gera okkurt annað, har tey skulu senda eina rokning afturfyri.

    Og tit! Tá tit keypa..ella sparka fótbólt.. ella gera fimleik.. ella eru til skótar.. ella binda.. ella gera mat – allastaðni er støddfrøði og rokning

    – Eisini í øllum tí, sum vit halda vera ordiliga stuttligt.

    Og tað er júst endamálið við hesi Pangea-kappingini: at vísa, at støddfrøði er stuttlig.

    Í dag hevur tað harafturat verið ein kapping, men hóast summi gerast vónbrotin og onnur ovurfegin, alt eftir hvør vinnur, so fari eg at biðja tykkum um altíð at varðveita hugin til støddfrøðina.

    Haldið hendan áhugan, hetta forvitnið og hetta hegnið viðlíka - í kapping sum í gerandisdegi. Hugsið um, hvussu stuttligt hetta faktiskt var og um, hvussu tit hava hugnað tykkum við hesum í alt vár – og hvussu tit hava roynt tykkara hugflog og fakligu og kreativu evni.

    Eg ivist ikki í, at tit hava ment tykkum nógv hesa tíðina, og at tað hevur gjørt tað eyka stuttligt, at so mong hava luttikið. Luttakaratalið er vaksið støðugt hesi fimm árini, vit í Føroyum hava luttikið í kappingini, og serliga síðani vit gjørdu okkara egnu Pangea Føroyar.

    Tað, at tit komu heilt til finaluna, vísir, at tit eru dugnalig og evnarík. Av teimum fleiri enn 2000 næminunum, frá 20 skúlum, sum byrjaðu, vóru tit nú 10 eftir! 10 næmingar í hvørjum floksstigi.

    Eg takki tykkum fyri, at tit luttaka og fari eisini at bera fyriskiparunum, skúlunum og øllum, sum hava hjálpt til eina stóra tøkk fyri, at vit í Føroyum eisini kunnu hava eina Pangea Føroyar kapping.

    Og tit næmingar: takk fyri at tit høvdu hug og árræði at vera við!

    Og eg vóni, at tit, nú tá tiltakið í dag líður móti endanum, fara heim við tveimum tonkum: støddfrøði er stuttlig og tað er gott at vera forvitin!

    Til lukku við finaluplássinum, góðu tit øll, uttan tykkum var eingin kapping!  Og til lukku tit vinnarar! Góða eydnu framhaldandi - bæði við støddfrøðini og við restini av skúlagongdini - og minnist til at stuttleika tykkum – og vera forvitin!

    Takk fyri!


  • Røða til próvhandan í føroyskum sum fremmandamáli - Hanna Jensen 28. mars 2019

    Røða hildin í Reinsarínum 28. mars 2019 til próvhandanina í framhaldsskeiðnum »føroyskt sum fremmandamál« fyri nýmælt. 
    Hanna Jensen, landsstýrikvinna í undirvísingar- og granskingarmálum.

    Góðu skeiðsluttakarar -  góðu tilflytarar

    Ein yrking, sum mær dámar so sera væl, eitur »Ikaros«.

    Tað er svenska skaldið, Bjørn Afzelius, sum hevur skrivað hana, og Steintór Rasmussen úr Klaksvík hevur týtt hana til føroyskt.

    Eitt ørindi úr henni ljóðar soleiðis:

    »Men hvør megnar av røttum at vita
    Hvat rúmast – hvat skapast vit til?
    Hvør kann beina ein fram til eitt eydnuríkt lív
    Hvat menniskja evnar og vil?«

    Lívsins gøta snarar ofta. Vit vita sjáldan, hvat fer at henda og hvar vit enda.

    Og vegurin til tað eydnusama lívið er eisini mangan krókutur. Tað er ringt at vita, hvar vit finna eydnuna.

    Eg giti til dømis ikki, at nakar tykkara - tá tit vóru smá - væntaðu at finna eydnuna her í Føroyum. Ella at tit skuldu fara at læra tykkum føroyskt.

    Og tí fór eg at hugsa um hesa yrkingina, nú tit í dag fáa skeiðsváttan fyri, at tit hava lokið eitt framhaldsskeið í føroyskum máli, mentan og samfelagsviðurskiftum fyri nýmælt.

    Hvat er tað, sum beinir okkum fram til eitt eydnuríkt lív? Sum fær tað, sum býr í okkum, at trína fram? Jú, tað er partvíst okkara egni vilji.

    Tit vildu. Og tit gjørdu tað.

    Og tað eri eg sum landsstýriskvinna sera fegin um. At tit vilja búgva her, at tit vilja integrerast, at tit vilja læra málið.

    Tað er jú ein so stórur fyrimunur at duga málið - bæði fyri okkum og fyri tykkum, tí málførleikar geva frælsi og møguleikar.

    Tað, at tit hava búsett tykkum her, er ein fongur fyri føroyska samfelagið. Og at tit nú vilja læra tykkum málið, letur okkum dyrnar upp til allar tykkara royndir, hugsanir og evnir. Tað gevur tykkum størri møguleikar at fylgja tykkara vilja og nýta tykkara evni til fulnar.

    At tit læra tykkum føroyskt ger, at vit sum føroyingar lættari náa inn til tykkara – og tað ger, at  tit í nógv størri mun gerast ein partur av føroyingum og føroyska samfelagnum.

    Tað hevur eisini við sær, at tit lættari fáa luttikið í sosialum felagsskapum til gleði fyri bæði okkum og tykkum. Tí tá vit rúmast, eru betri líkindi fyri eydnuríkum lívum.

    Einki er so ringt, sum kenslan av at kenna seg uttanfyri og ikki skilja tað, sum verður sagt. Bæði í mun til tíðindi, miðlarnar og stóra samfelagið sum heild – men sanniliga eisini í mun til vanliga prátið á arbeiðsplássinum ella í føðingardøgum.

    Tað er so nógv, sum verður torførari, tá man ikki skilir málið. Kanska serliga tað sosiala.

    Men eisini í mun til arbeiði, letur hetta fleiri hurðar upp;  serliga har arbeiðið krevur samskifti við borgaran - og eisini, tá ið talan er um undirvísing. Aftur her er tað ein fyrimunur fyri okkum, at tit nú í øðrvísi mun fáa luttikið á arbeiðsmarknaðinum – og tað er eisini ein fyrimunur fyri tykkara egnu integratión í Føroyum.

    So í dag fegnast vit veruliga um, at hurðin er latin upp, og vit í nógv størri mun eru blivin til eina betri samansjóðað eind, tí tykkara innsatsur at læra føroyskt hevur minkað um gjónna ímillum “okkum” og “tykkum”.

    Eg vóni, at tit hava hava fingið væl burturúr á hesum skeiðinum. At tit hava fingið eina innføring í føroyskt mál bæði at samskifta, at lesa og skriva umframt innlit í føroyska mentan og føroyska samfelagið.

    Hetta er fyrsta framhaldsskeiðið, og eg eri greið yvir, at hetta er ikki nóg mikið til,  at tit kunnu hava ognað tykkum fullgóðan førleika at nýta føroyskt sum samskiftismál. Men eg vóni, at skeiðið hevur givið tykkum bæði førleikar og áræði at halda fram á næsta stigi.

    Og so kann eg siga – kanska serliga tykkum undirvísarum - at Mentamálaráðið er farið undir tilgongdina at eftirmeta galdandi námsætlan og skipa skeiðini sambært CEFR skipanini.

    Tað er tann skipanin, sum verður nýtt í málundirvísing og at meta um málførleikar tvørtur um landamørk. Ein skipan, sum hevur vunnið fram í nógvum londum bæði í Europa og aðrastaðni við.

    Eftirmetingin fer eisini at taka støði í hesum skeiðinum, samstundis sum ætlanir verða lagdar um at skipa fyri næsta framhaldsskeiði í heyst og meiri málundirvísing fyri nýmælt sum heild.

    So í heyst fáa tit møguleika at halda fram í tilgongdini at ogna tykkum føroyskt sum samskiftismál.

    Tí vit ynskja veruliga, at tit skulu fáa eitt gott innlit í føroyska mentan og samfelagsviðurskifti, so tit betur skilja og kunnu kenna tykkum heima og fræls her í Føroyum.

    Vit ynskja, at tit gerast ein partur av okkum og at tit vilja luttaka aktivt, soleiðis at eisini tykkara røddir verða hoyrdar í føroyska samfelagnum, nú tit eru farin at skapa tykkum eina tilveru her.

    Fyri at venda aftur til góðu yrkingina »Ikaros«, sum eg eisini siteraði í byrjanini:

    »Lat tínar blómur festa rót í góðum lendi

    Og lat plantur tínar grógva vilt og frítt

    Tí í vakstrarhúsi saknast sól og vindur

    Í náttúruni tær kunnu vaksa frítt.«

    Vónandi lata tit tykkara blómur festa rót og grógva frítt í náttúrini her í Føroyum!

    At enda takki eg leiðaranum í Tórshavnar Kvøld- og ungdómsskúla fyri sera gott samstarv, tøkk til lærararnar, sum hava gjørt eitt megnar arbeiði, lestrarvegleiðara og onnur, sum hava hjálpt til, so at vit í felag kunnu skipa og áhaldandi menna undirvísingartilboð fyri tykkum øll, ið eru flutt til Føroya.

    Mest av øllum takki eg tó tykkum, próvtakaraum, sum við treiskni og áræði hava syrgt fyri, at føroyska málið ikki skal forða tykkum í at skipa tykkara lív og virki í Føroyum. Takk fyri tykkara vilja. Eg vóni, at tit nú í størri mun kenna tykkum sum ein part av føroyska samfelagnum.

    Hjartaliga til lukku við próvnum - og so vóni eg, at tit við góðum treysti halda á, tá framhaldsskeiðið verður í heyst.

    Takk fyri.

  • Røða á aðalfundi Føroya Lærarafelags 6. apríl 2019 - Hanna Jensen

    Góðu lærarar, skúlaleiðarar og nevnd Føroya Lærarafelags.

    Eg takki fyri innbjóðingina at bera tykkum eina heilsan her í dag á aðalfundi tykkkara.

    Eg veit, hvussu ómetaliga stóran týdning fólkaskúlin hevur. Hesa vikuna havi eg havt ta gleði at vitja 5 skúlar, sæð og heilsað upp á næmingar, leiðslur og lærarar, sæð hølis- og arbeiðsumstøður, vanlig flokshøli, serstovur, skúlaokasøvn, lærarastovur, uttanumøki og meira, men fyrst og fremst havt høvi at lurta. Lurta eftir, hvat tit leggja dent á, hvussu arbeiðsgleðin kransar tað itøkiliga prátið um virðir, námsfrøði og arbeiðshættir, hvørjar avboðingarnar eru – bæði fakliga, men eisini í samskiftinum við lokala og landsmyndugleikan, hvørjar stúranirnar eru um bólkar av næmingum o.s.fr.

    Eisini møtti eg einari av mínum góðu lærarinnum, sum enn nýtir alla sína tíð í tænastuni at fremja læring millum næmingar, ikki minst millum teirra, sum hava tað allartruplast!

    So tit kunnu kanska undrast yvir, at tað viðhvørt sýnist sum bæði landsstýri og løgting geva fólkaskúlanum ov lítlan ans.

    Føgur orð um, at fólkaskúlin er grundarlagið undir læring og menning hjá tí einstaka, og at hann er mikil kveikjari og læringsrúm fyri samfelagsligari luttøku og tilvitan hjá tí einstaka næminginum, eiga eisini at síggjast aftur í politisku málunum og fíggjarligu raðfestingunum.

    Barnið hvørki hugsar um ella megnar at skipa hetta, og tí eru tað vit vaksnu, sum mugu tala barnsins søk, tá ið tað umræður undirvísing, sosiala luttøku og at vera partur í eini lærandi skipan.

    Vit duga ikki at hugsa okkum eitt samfelag, har eingin skúlagongd er, men sannleikin er, at vit skulu ikki leita meira enn eina góða øld aftur í tíðina, tá ið skipað skúlagongd ikki stóð hvørjum barni í boði. Uppaftur styttri er tað siðani, at móðurmálið fekk sín sjálvsagda sess í skúlastovuni.

    Teir gomlu steinbygdu skúlarnir frá næstseinasta aldarskifti standa sum varðar um hetta umskifti í okkara samfelag, tá ið undirvísingarskylda varð sett í gildi.

    Tað var eisini eitt áræði og dirvi, sum lærarar vístu at bróta upp úr nýggjum. Forna málið, og tó so ungt sum skriftmál, skuldi mýkjast. Lagt var til brots at skriva undirvísingartilfar, skriva og umseta bøkur og skipa fyri skeiðum.

    Skúli og mál hanga óloysiliga saman. Málið er ein umráðandi miðil og fortreyt í læringini, har barnið lærir at seta orð á øll lívsins viðurskifti og at samskifta á sínum egna máli.

    Einki amboð er tá so hent og kært sum móðurmálið. Tað er her tú kennir teg aftur, grundar og verður sannførd um, at heimurin er til og hjá tær at vita skil á bæði sól og mána, fuglum og fiskum, urtum og grøsum, fólkasløgum og alt lív í himmalsins rúmd og havsins dýpi - og ikki minst at skilja menniskja í sínum fjølbroytnu hugsanum og lyndi.

    Heimin og lív heimsins hava vit granskað í øldir. Tey vekja okkara forvitni, og her hjá okkum vita nógv um læring, lív, mentanir, heilsu, sálarfrøði, námsfrøði og náttúru, men vit mugu sanna, at tað mangan er sum hjá Rikardi Long, at nógv er eftir.

    Í ungum árum spurdi ofta eg

    teir vísu menn, hvør segði fyri seg

    um tað og tað – men altíð var tað mær

    sum eg fór inn og kom út sama veg.

    Nú veit eg betur; eg undrist ikki,

    um eitthvørt dettur,

    tí fyri hvørt, sum eg fekk at vita,

    var tvífalt eftir.

    Tað finst ikki altíð eitt svar, og tað er nógv eftir at vita skil á, men tað mest umráðandi hjá skúlanum er, at næmingarnir varðveita sítt forvitni og ikki gevast at spyrja. Vit eiga altíð at royna at finna ávegis svar og loysnir, so at næmingurin følir, at hann ikki stríðist og leitar til einkis.

    Vit hava ment okkara skúla hesa hálvu aðru øldina, Nógv er nátt og nógv kundi verið gjørt øðrvísi. Vit ynskja okkum ikki tann gamla skúlan, har næmingurin ikki kom til orðanna, har relatiónir ikki vóru ein námsfrøðiligur miðil, har óttin lúrdi fyri at verða hartað ella happað, har trivnaður ikki hevði eitt heiti, og har lærarar arbeiddu hvør í sínum lagi.

     

    Framtíðar skúli

    Hvørjar eru okkara avbjóðingar í dagsins skúla? Uttan iva nógvar, vilja summi halda. Vit hoyra um skúlamøði og skúlanoktan sum fyribrigdi, ið hava vundið upp á seg seinastu árini. Men eru hesi máttloysistekn skúlaárin ella samfelagsávirkan?

    Máttloysiskenslan - ikki at megna skúlan, botnar ofta djúpari enn skúlamøði. Hon kemur mangan av ótta fyri lívinum, ikki at røkka til, at verða øðrvísi, verða hildin uttanfyri og ikki vera ella dugað tað, sum tú sært, at onnur megna og sum kravt verður av tær.

    Tað er so nógv, sum tann ungi skal liva upp til, og hetta er ein stór avbjóðing hjá skúlunum, at møta tí einstaka, skapa kontakt, sosialar relatiónir og rúm í flokkinum, at læra tey ungu at virða seg sjálvi og onnur og leggja undivísingina til rættis, so hon er á markinum millum tað kenda og tað ókenda.

    Tó at skúlamøðin ikki kemst av eins álvasomum trupulleikum, eiga vit kortini at taka hana í líka stórum álvara og hyggja at okkara egna arbeiði og skúlaskipan.

    Er tað ov nógv av tí sama, sum møtir næmingunum? Eru skúladagarnir ov langir, keða næmingar seg, tí teir fáa ov lítlar avbjóðingar og eru ov lítið tiknir við upp á ráð? Er ov lítið fjølbroytni í undirvísingini og undirvísingarinnihaldinum, er skúlin ov bókligur, og hava kreativitetur, rørsla og tónleikur ov lítið pláss?

    Hetta eru alt viðurskifti, vit kunnu gera nakað við, og mangan kann tað eydnast at fáa eitt orðaskifti í lag um fólkaskúlan, men tað vísir seg vera at ómetaliga torført at fremja broytingar.

    Vit vita, at tær hugvísindaligu læugreinirnar fylla næstan dupult so nógv sum tær náttúruvísindaligu, har næmingarnir í 1. – 9. flokki hava 144 tímar í hugvísindaligum lærugreinunum og 78 tímar í náttúruvísindaligu lærugreinunum.

    Í handaverk og list eru 25 tímar í 1. – 7. flokki og í ítrótti 17 tímar í 1. – 9. flokki.

    Er hetta ein røtt raðfesting, skapar júst hetta býtið smidleika og fakligt og námsfrøðiligt fjølbroytni?

    Vit eiga bæði at tora og at taka okkum stundir at viðgera okkara fólkaskúlaskipan, og persónliga haldi eg, at hetta er av mest áhugaverdu evnum í okkara samfelagi.

    Umframt lærugreinabýtið, so eru tað nógv onnur viðurskiftið, sum vit áttu at umrøtt bæði bygnaðarliga og innihaldsliga. Vit hava í nógv ár tosað um at skipa størri skúlaeindir við skúlasamstarvi og skúlasamlegging, men vit hava hvørki gransking ella frágreiðingar, sum lýsa, hvat er best, og hvat er mest umráðandi, og tí styðja vit okkum oftast til tað, sum verður gjørt í øðrum londum, serliga í Danmark.

    Ein onnur sannroynd er, at ynskja vit øðrvísi skipanir, so nyttar so lítið bara at dúva upp á lógarbroytingar.

    Broytingar mugu fyrst og fremst spretta ímillum tykkara, úr skúlunum, frá lærarum og leiðslum og byggja á tær royndir, sum tit gera í tykkara dagliga arbeiði.

    Tað liggur ikki á ljóði, at alt er so sára gott, og at einki kundi verið bøtt um. Í dagligum práti verður mangan víst á ymisk viðurskifti, sum krevja ábøtur, men tá niðurstøður skulu gerast, so er semjan um, hvør besta loysnin er, trupul at finna.

    Ein orsøk er, at tað eru ov fá felags átøk at royna øðrvísi skipanir og undirvísing. Hetta áttu vit m.a. at skipað undir royndar- og menningarvirksemi, tí tástani hava skúlarnir ein felags pall og felags evni at umrøða.

    Um skúlamøði stendst av ov longum skúladegi, lítlum fjølbroytni ella kreativiteti, so kundu hesi verið høvuðsevni, sum fleiri skúlar royndu eitt tíðarskeið og síðani eftirmettu, um tað hevði ávirkan og í so fall hvørjar.

    Viðvíkjandi skúlaskapi sum heild í Føroyum, so haldi eg, at vit eiga at læra okkum at síggja tær ymisku skipanirnar í størri heild og minna okkum á, hvussu tær treyta og ávirka hvørja aðra. Dagstovnaøkið, Fólkaskúlin, Miðnámsskipanirnar og hægri útugving. Skúlablaðið hevur mangan kveikt meg og mint meg á evni, eg ikki sjálv hevði fokus á. Til hesa næstu løtuna læni eg mær eitt sindur av íblástri frá Miðnámsriti, eitt annað týdningarmikið skúlablað.

    Fyrst er tað evnið floksstødd og tvílærararskipanir, sum verður nógv umrøtt, ikki bara hjá okkum:

    Í Miðnámsriti frá 2016 hevur Olav Absalonsen áhugaverda grein um evnið, sum byggir á fleiri granskingarúrslit, serliga í amerikonskum skúlum.

    Í innganginum vísir Olav á, at í øllum samfeløgum er spurningurin, hvussu stórir skúlaflokkar skulu vera.

    Hetta er áhugavert og átrokandi at tosa og hugsa um; og tað eru tvær orsakir til tað: Onnur er, at floksstøddin hevur týdning fyri, hvussu nógv tann einstaki næmingurin fær burturúr; og hin er, at floksstøddin hevur týdning fyri, hvussu nógvan pening tað almenna nýtir til skúlar og útbúgving.

    Tá ið avgerðir skulu takast um floksstødd, mugu hesi bæði atlit vigast upp móti hvørjum øðrum. Tað er lætt at rokna út, hvussu nógv meira fleiri og smáir flokkar kosta enn fáir og stórir. Men tað er ikki líka lætt at finna út av, hvussu nógv meira ella minni næmingurin hevði fingið burturúr, um flokkurin, hann gongur í, hevði havt eina aðra stødd.

    Kanningarnar eru tiknar frá CPE, Center for Public Education, sum er stovnur undir NSBA, ið er felagsskapur fyri skúlastýri í USA. Á heimasíðuni hjá CPE hava tey gjørt eina samanbering av nøkrum kanningum um floksstødd í skúlum, har arbeitt verður við at skipa smærri flokkar í innskúlingini. Kanningarnar ganga yvir fleiri ár, fyri at vita, hvørji úrslitini ella ágóðarnir eru av at lækka næmingatalið í flokkunum, og samanborið verður við skúlar, ið halda fram við stórum flokkum. Málið er at næmingarnir skulu fáa meira burturúr bæði fakliga og sosialt.

    Tvey dømi um kanningar eru STAR projektið í Tennessee, sum byrjaði í 1985 og SAGE prosjektið í Wisconsin, sum byrjaði í 1996.

    Fyrsta stigið í STAR projektinum var ein 4 ára kanning í barnagarði, fyrsta, øðrum og triðja flokki, har flokkar við 13 -17 næmingum vórðu samanbornir við flokkar við 22 - 25 næmingum og einum lærara og við flokkar við 22 - 26 næmingum við einum lærara og einum hjálparlærara. Altso 13-17, 22-25 við einum lærarara og 22-26 við tveimum lærarum.

    Umleið 6.500 næmingar í 330 flokkum í 80 skúlum vóru við í kanningini, har teir vórðu kannaðir í lesing, støddfrøði og grundleggjandi læriførleika.

    Eftir 4 árum var greitt, at smáir flokkar førdu til munandi meiri læring, og at fyrimunurin við smáum flokkum var dupult so stórur fyri børn í samfelagsligum minnilutum.

    Eisini vísti kanningin, at gentur høvdu størri fyrimun av at vera í smáum flokkum enn dreingir. Nyttan av at hava ein hjálparlærara í einum vanligum flokki var einans 35% av nyttuni av at hava smáar flokkar við einum lærara í hvørjum.

    Annað stigið í STAR byrjaði í 1989, har kannað varð, um teir fyrimunir, sum vórðu staðfestir á fyrsta stigi, stóðu við.

    Her vísti tað seg, at næmingar, sum byrjaðu skúlagongdina í smáum flokkum, og sum síðani fóru í størri flokkar, hildu fram at klára seg betur enn floksfelagar, sum byrjaðu skúlagongdina í størri flokkum.

    Triðja stigið í STAR var at geva teimum 17 fátækastu skúlaøkjunum í Tennessee smáar flokkar í forskúla, fyrsta, øðrum og triðja flokki. Eftir hetta fóru tey 17 skúlaøkini frá at vera langt undir miðal í lesing og støddfrøði til at vera oman fyri miðal av teimum 139 skúlaøkjunum í Tennessee. Hesi úrslit eiga vit at dvølja við

    Hin kanningin, SAGE prosjektið nýtti 4 sløg av smáum floksstøddum:

    • 15 næmingar við einum lærara
    • 30 ella færri næmingar í einum flokki við tveimum lærarum
    • Ein skúlastova við einum fyribils skilaveggi, og 15 næmingum og einum lærara
    • hvørjumegin veggin
    • 30 næmingar við einum lærara, men við einum lærara afturat í lesing, máli, list og
    • støddfrøði

    SAGE kom til somu niðurstøður, ið líktust niðurstøðunum í STAR kanningini um at minka floksstøddir tey fyrstu skúlaárini. Næmingar í SAGE flokkum fingu munandi betri úrslit í lesing, máli, støddfrøði og sum heild, enn næmingar í vanligum flokkum.

    Sjálvt um SAGE næmingar høvdu verri avrik undan kanningini enn næmingar í størri flokkum, so høvdu SAGE næmingar munandi betri avrik eftir kanningina, sum vísir, at næmingarnir í minnu flokkunum gjørdu størri framstig enn næmingar í vanligum flokkum.

    Kannað var eisini, hví smáir flokkar vóru betur.

    Vit hugsa helst, at dygdin í undirvísingini er betri í smáum flokkum enn í stórum, og at tað kann vera orsøkin til betri læring í smáum flokkum; men sambært granskaranum Jeremy Finn stuðla kanningarnar ikki upp undir hesa hugsan.

    Sjálvsagt hevur lærarin eitt sindur meiri tíð til einstaka næmingin í lítlum flokki enn í einum størri, og hann brúkar heldur minni tíð at stýra einum lítlum flokki enn einum størri.

    Men annars er undirvísingin ikki nógv øðrvísi, og hetta svarar ikki spurninginum, hví smáir flokkar virka betur enn stórir.

    Sambært Jeremy Finn vísa kanningar, at tað eru heldur sálarfrøðiligar orsakir til, at næmingar blíva betri næmingar, um teir eru í einum lítlum flokki enn í einum størri.

    Fyri tað fyrsta er ein næmingur í lítlum flokki alla tíðina noyddur at taka lut í virkseminum í flokkinum; hann sleppur ikki undan, og lærarin fær heldur ikki ignorerað einstaka næmingin.

    Í øðrum lagi verður samanhaldið ofta betri í einum lítlum flokki; lærararnir kenna betur tann einstaka, og næmingarnir stuðla betur hvørjum øðrum, enn teir høvdu gjørt í einum størri flokki.

    Í triðja lagi, so er sosiala ábyrgdin fyri hvørjum øðrum størri í einum lítlum bólki enn í eini stórari fjøld; hetta er kent frá øðrum samanhangi, og er helst eisini galdandi fyri næmingar í einum skúlaflokki.

    Og fyri tað fjórða so vísa kanningar um dynamikk í bólkum, at normar í smáum flokkum føra til øðrvísi atferð enn í størri flokkum. Hesar kanningar vísa, at í stórum bólkum eru færri, sum taka lut í felags virksemi. Hetta er helst eisini galdandi í skúlaflokkum.

    Úrslitini eru eisini áhugaverd hjá okkum sum grundarlag at gera okkara egnu royndir, sjálvt um vit hava fleiri smáar og miðalstórar skúlar, og at sosiala bakgrundin ella støðan hjá næmingunum kanska ikki er so ymisk. Og eg ivist í, um vit hava gjørt okkum nóg tilvitaðar tankar um hetta evni, sum myndugleiki og sum skúli og hví vit ikki hava kannað okkara viðurskifti betur.

    Tann vakri váðin í útbúgving

    Tað næsta evnið úr Miðnámsriti er greinin hjá Paulu Gaard um undirvísingarstøðuna, tann vakra váðan, har hon tekur støði í bókini »The Beautiful Risk of Education, eftir hollendingin Gert Biesta, sum er ein viðurkendur granskari innan námsfrøði.

    Gert Biesta setur okkara útbúgvingarskipan undir sjóneykuna. Hann setir orð á viðurskifti frá undirvísingarstøðuni, sum á mangan hátt eru í andsøgn við nógv av tí, sum vit møta í sjálvari útbúgvingarskipanini.

    Hann vísir á, at eitt orð, sum verður nógv nýtt, er góðskutrygging, og júst hetta orðið lýsir væl, hvørjum hugsanum lærarar eru uppi ímóti sum undirvísarar.

    Orðið góðskutrygging lýsir væl tær skipanir, sum skúlin ofta arbeiðir undir, men hvat kunnu vit nýta eitt slíkt orð og eina slíka hugsan til?

    Í øllum førum kunnu vit ikki nýta tað til serliga nógv, tá ið vit hava við menniskjalig sambond at gera, sum undirvísing jú fyri ein stóran part er.

    Tað ber ikki til at tryggja sær, at menniskju hava gott samband við hvønn annan, og tað ber ikki til at tryggja sær, at fólk taka væl ímóti onkrum, sum tú kemur við.

    Tað er nakað, tú kanst arbeiða við, men tað er ikki nakað, tú kanst tryggja. Tað verður nógv gjørt fyri at royna at tryggja útbúgving. Vit hava námsætlanir, undirvísingargongdir, ársætlanir, ársverk, lógir, kunngerðir og rundskriv, landsroyndir og próvtøkur fyri at tryggja læringina.

    Karmar og regluverk eru neyðug, men einsamøll tryggja tey ikki undirvísing.

    Biesta vísir millum annað í bókini á, at tann, sum heldur, at hann kann tryggja útbúgving, hevur misskilt grundarlagið undir útbúgving.

    Hann sigur, at hjartatátturin í útbúgving og námsfrøði er váði og veikleiki.

    At undirvísa merkir at tora at váða nakað, at vera menniskjaligur, og at góðtaka tann grundleggjandi veikleikan, sum liggur í hesari týðandi og kreativu tilgongdini, sum vit kalla læring og útbúgving. Og tað er ikki nakað, sum vit kunnu tryggja í excelørkum ella í eftirmetingarskjølum.

    Váði og veikleiki eru orð, sum vit vanliga ikki seta í samband við nakað positivt, men tey verða ikki sædd sum negativ í hesum høpinum. Tey eru hinvegin grundleggjandi fortreytir fyri, at útbúgving yvirhøvur kann fara fram.

    Váðin liggur í at tora at vera menniskja og at síggja næmingin sum menniskja. Læring snýr seg ikki um at fylla eina spann, men at kynda eitt bál - og tað kanst tú bara gera, um tú brennur fyri nøkrum sjálvur.

    Váðin liggur ikki í møguleikanum fyri, at onkur næmingur fer at miseydnast, tí hann ikki arbeiðir nóg hart, ella tí at hann ikki er nóg motiveraður. Sjálvandi fer tað at henda av og á, men tað er ikki henda váðan, sum Biesta tosar um.

    Váðin er og skal vera har, tí útbúgving er ikki ein interaktión millum robottar, men millum menniskju, og sum undirvísarar vóna vit, at tað, sum vit seta í gongd, festir røtur og veksur fram sum nakað enn størri enn tað, vit plantaðu.

    Biesta endar sín part av bókini um góðskutrygging í undirvísingini við at siga, at um vit taka váðan burtur úr útbúgvingini, so taka vit grundarlagið undan henni.

    Niðurstøðan er, at undirvísing snýr seg so ella so fyrst og fremst um sambond millum menniskju.

    Um vit hugsa um okkara heim í dag og alt, sum menniskjað kann ogna sær av vitan frá maskinum, so er kanska tað einasta, vit sum undirvísarar hava fram um maskinurnar, at vit eru menniskju.

    Vit kunnu fremja nakað, sum er meira enn bara vitan gjøgnum okkara undirvísing. Vit kunnu fremja læring og útbúgving, sum eru meira enn bara vitan.

    Sambært Biesta er útbúgving eitt tríliðað samband millum vitan, persónleika og menniskjalig sambond, og at tað má vera ein javnvág ímillum hesi trý. Hetta er kanska ikki nakað nýtt, tí soleiðis stóð skrivað í Føroyingatíðindi í 1890, fyri 129 árum síðani um hetta, sum allir lærarar kenna aftur frá síni undirvísing: (eg siteri)

    Nú væntast meiri av skúlinum. Skúlin skal ikki aleina læra børnini, men eisini uppfostra teirra sinni uttan at kúga kroppin. Tað má ikki leggjast dent uppá at læra so og so nógv uttanat, men mest uppá at læra tey at skilja millum rætt og órætt, læra tey at brúka sínar egnu tankar og vekja teirra hug til at nema allan nyttuligan upplýsning, sum kann koma teimum væl við í eftirtíðini. (sitat endað)

    Tað hevur stóran týdning, áhaldandi at kasta ljós á hesi viðurskifti. Og eg eri fullgreið yvir, at vit hava ein dugnaligan og ágrýtnan starvsfólkahóp í fólkaskúlanum, og at Mentamálaráðið einsamalt ikki megnar nógv. Tað er tykkara virkni leiklutur, sum ber arbeiðið og næmingarnar framá.

    Á mínum vitjanum í fleiri skúlum kring landið havi eg aftur sannað hetta, og tað eri eg tykkum ómetaliga takksom fyri.

     

    Tímajáttanin

    Undirvísingarstýrið leggur í hesum døgum seinastu hond á tímajáttanina til skúlaárið 2019/2020.

    Næmingatalið í fyrsta flokki skúlaárið 2019/20 er 668 næmingar sambært innskrivini 1. februar.

    Harumframt byrja 31 næmingar í frískúlum. Tilsamans er árgangurin slakar 700 næmingar, sum eru 35 næmingar fleiri enn í verandi 1. flokki.

    Umleið 7.000 næmingar fara í skúla eftir summarfrítíðina, og hetta er á leið tað sama, sum hetta skúlaárið. 10. flokkur er framvegis væl umtóktur millum næmingarnar. Á leið 60% av næmingunum í 9. flokki hava skrivað seg inn í 10. flokk næsta skúlaár - og nógv tann størsta 10. flokseindin er Nám X í Eysturskúlanum við á leið 180 næmingum.

    Hetta skúlaárið vóru rættiliga stórar broytingar gjørdar, tá ið tað viðvíkur skipanini, hvussu tímarnir verða játtaðir skúlunum.

    Tað var serliga miðfirraða tímajáttanin, sum varð broytt. Miðfirraða játtanin fór úr 13%-um upp í 24% av næmingatalinum, tó við ávísum tillagingum í nøkrum skúlum.

    Orsøkin var, at sernámsfrøðilgu tímarnir vórðu lagdir til Undirvísingarstýrið at luta skúlunum. Endamálið við hesi broyting var at fáa eina betri samanhangandi játtanarskipan, sum eisini skal veita skúlunum eitt javnari støði at byggja á ár undan ári.

    Saman við munandi styrktum sertilboðum kring landið er vónin, at serøkið kann fáa tryggari støði at standa á, næmingum og starvsfólki í skúlanum at frama. Hóast tillagingar og broytingar framvegis skulu gerast, hava viðmerkingarnar frá skúlaleiðarum fyri tað nógva verið góðar um hesar broytingarnar í játtanarskipanini.

    Seinastu 2 skúlaárini er samfelagsfrøði komið á tímatalvuna. Fyrst í 7. fl., so í 8. fl. og næsta skúlaár eisini í 9. fl. Tímajáttanin til skúlarnar hækkar samsvarandi hesum broytingum.

    Annars er ætlanin ikki at gera broytingar í játtanarskipanini til næsta skúlaár.

    Broytingar í fólkaskúlalógini

    Arbeitt hevur verið við at gera ávísar broytingar í fólkaskúlalógin. Tit kenna uttan iva uppskotið, sum hevur verið til hoyringar hjá m.ø. Skúlaleiðarafelagnum og Lærarafelagnum.

    Eg havi tó gjørt ymsar broytingar, áðrenn uppskotið varð latið løgtinginum at taka støðu til.

    M.a. eru 10.floks samstørvini tikin úr uppskotinum og somuleiðs ásetingin um at lækka tímatalið í øllum árgangum við 2 tímum um vikuna.

    Í staðin er ásett, at skúlarnir sjálvir kunnu taka avgerð um at nýta 2 t/v í hvørjum flokki til serlig undirvísingarlig átøk til m.a. sang og at menna aðrar lærugreinapartar í handaverk og list, at seta inn í flokkum við øktum læraratímum og til vallærugreinir.

    Ásett verður í hvørjum lærugreinum tímarnir kunnu takast, og har havi eg í mestan mun hildið føroyskt uttanfyri. Eg haldi, at vit eiga at hyggja nærrri at innihaldi og bygnaði í 10. flokki, áðrenn broytingar verða gjørdar.

    Undirvísingarlig átøk

    Hollur fakligur og námsfrøðilugur førleiki er grundarlagið undir at kunna skipa skúlan fyri øll, soleiðis at allir næmingar ikki bara eru í fólkaskúlanum, men at teir fáa ment sínar førleikar, nýtt síni mongu evni, trívast og eru partur av fakliga og sosiala felagsskapinum.

    Sum ein liður í hesum arbeiði hava vit seinastu árini skipað fyri fleiri drúgvari eftirútbúgvingum, har lærarar hava fingið eftirútbúgving innan lesimenning, sernámsfrøði, orðblindi, støddfrøði og skúlavegleiðing. Mítt stóra framtíðarynski og arbeiði fyri fólakskúlan er, at serútbúnu lærararnir kunnu brúka alsamt størri part av síni tíð til júst tað fakøkið, tey hava ment seg enn meira innanfyri. Mínar skúlavitjanir hesa vikuna, hava styrkt meg enn meira í hesi hugsan.

    Námsfrøðilig leiðsluútbúgving er eisini skipað - og umleið 30 skúlaleiðarar og nakrir lærarar fara at taka prógv í námsfrøðiligari leiðslu næsta skúlaár. Mentamálaráðið hevur eisini í hesum skúlaári skipað fyri skeiði í CD-orði og øðrum talgildum hjálparmiðlum, har yvir hundrað lærarar frá fólka- og vinnu- og miðnámsskúlunum hava luttikið. Eitt átak, sum er liður í at veita bæði lærarum og næmingum amboð í arbeiðinum at styrkja og menna lesi- og skriviførleikan hjá næmingunum - umframt amboð at nýta í øðrum lærugreinum.

    Tað eru tó stór øki, sum hava ligið á láni vegna vantandi fígging, m.a skúlabókavarða- og teldduvarðaútbúgving. Eisni hevur ætlanin verið at skipa eftirútbúgving innan náttúruvísindaliga økið, serliga í alis/evnafrøði og náttúru og tøkni. Eg miði eftir at farast kann undir skúlabókavarðaútbúgving í næsta skúlaári og sjøtul er settur á arbeiðið at gera eina skipan fyri KT-varða økið, har arbeiðsbólkur, sum avtalaður var í síðstu sáttmálasamráðingum, er farin til verka.

    Ráðgevingin í Námi er munandi styrkt við fakligari og námsfrøðiligar ráðgeving, sum veitir skúlunum hjálp og vegleiðing bæði í undirvísingarmálum og í sambandi skeið og royndar- og menningarvirksemi. Eisini verða námsætlanirnar eitt øki, sum farið verður undir at endurskoða, har Nám fer at hava ein stóran leiklut at skipa arbeiðið og ráðgeva.

    Førleikastovurnar hava virkað, síðani august 2012, og farið verður í næstum undir at eftimeta skipanina og áseta nærri reglur fyri førleikasovuna. Málið var at samskipa fakligu og námsfrøðiligu eftirútbúgvingarnar, so at ráðgevingin var á staðnum og so tætt at leiðslu, lærarum og næmingum, sum til ber. Talan skuldi vera um eina ráðgeving, sum snýr seg um undirvísing sum heild - við atliti at læring og trivnaði, lesimenning, støddfrøði og náms- og sernámsfrøði.

    Vit hava sett okkum sum mál at hava eina inkluderandi skúlaskipan. Hetta krevur, at tað samstundis verða gjørdar skipanir fyri teir næmingar, ið hava heilt serligar avbjóðingar. Hesar fyriskipanir kunnu verða fyri styttri ella longri tíðarskeið, har málið í flestu førum og í mest møguligan mun er, at hesir næmingar eru partur av sosiala og fakliga felagsskapinum í tí flokki, teir ganga í.

    Tó er tað eisini ein sannroynd, at fyri summar næmingar er tørvur á serskildum skúlatilboðum.

    Í menningartilgongdini seinastu árini eru skipaðir fleiri serflokkar, og hesa vikuna havi eg havt tann forrætt at vitja ein teirra. Harumframt hava vit lopfjølina og samskipanina “tann góða tilgongdin”, sum er ein verkætlan, sum Landsstýrið saman við kommunufelagnum hevur bundið seg til at fremja.

    Málið er at samskipa tænasturnar til børn og ung við serligum tørvi og skúlin hevur stóran leiklut í arbeiðinum at fáa skipanina at virka.

    Tað eru tit, sum í størstan mun eru um hesi børn og ungu, sum eru fevnd av “tí góðu tilgongdini”.

    Skúlavegleiðing

    Eitt øki, sum eg haldi, at vit eiga at leggja størri áherðslu á, er at menna skúlavegleiðingina í skúlunum, so at næmingarnir hava eitt haldgott støði at byggja á - bæði í sambandi at leggja sína útbúgvingarleið til rættis og at fáa innlit í útbúgvingar- og arbeiðsmøguleikar.

    Sjøtul er settur á tilgongdina. Í verandi skúlaári er játtanin til skúlavegleiðing hækkað nakað til størru skúlarnar, ið hava hádeild. Hetta stig er tikið fyri serliga at styrkja vegleiðingina til teir næmingar, ið skulu velja útbúgvingar- og yrkisleið víðari.

    Umframt at hækka tímajáttanina er neyðugt at endurskoða innihaldið í kunngerðini um skúlavegleiðing og skipanina sum heild. Eg havi tikið stig til ein størri fund millum avvarðandi partar fyri at seta gongd á hetta arbeiði.

    Fremmandamæltir næmingar

    Ein stór avbjóðing hjá skúlum er fremmandamæltir næmingar, sum økjast í tali.

    Undirvísing í føroyskum er fortreytin fyri eini væleydnaðari integratión, soleiðis at hesir næmingar kunnu luttaka í undirvísingini, fara á vinnu- ella miðnámsskúla og seinni taka eina útbúgving og gera seg galdandi á arbeiðsmarknaðinum og samfelagslívi sum heild.

    Eisini her er fólkaskúlin grundarlagið fyri, at hesir næmingar kunnu fóta sær. Tað eru ymisk arbeiði sett í verk fyri at menna skipanina. Ein arbeiðsbólkur er farin til verka at gera uppskot um meginreglur í arbeiðininum, móttøku, byrjanarundirvísing og integratiónsátøk, tá ið fremmandamæltir næmingar byrja í skúlanum.

    Eisini verður námsætlan gjørd fyri føroyskt sum seinna málið, og skeið fyri lærarum verður eftir ætlan fyriskipað í mai.

    Í løtuni verður eisini arbeitt við at fáa eina skipan í verk á dagstovnaøkinum eisini, soleiðis, at tví- og fleirmælt børn verða betur loftað frá byrjan - og at tað sannlíkt um nøkur ár helst skuldi gjørt tað nakað lættari, tá tey so koma í skúla, tí tey tá í seks ár hava arbeitt við føroyskari máltøku ítøkiliga ætlað teimum børnum, ið hava annað móðurmál enn føroyskt.

    Góðu lærarar leiðslur og nevnd.

    Nú havi eg verið inni á floksstøddum og hjálparlærarum, á menniskjaliga váðanum í undirvísingarstøðuni og uppskoti um lógarbroyting í Fólkaskúlalógini. Eg havi eisini nevnt teir fremmandamæltu næmingarnar, skúlavegleiðingina, átøk og ætlanir innan sernámsfrøði og aðrar tillagingar í skipanunum, tit virka innanfyri. Øll hesi evni pógva fyri mær, at arbeiðið við skúla og útbúgving í Føroyum er um somu tíð tað mest avbjóðandi, mest spennandi og mest váðafulla – tí her ganga og virka øll okkara børn og ungu. Arbeiðið við fólkaskúlanum er ein prosess, har vit mugu taka hvønn annan í eið – aftur og aftur, leggja gløður afturat og kveikja stóran eld og ansa okkum, at vit ikki onkra veika løtu køva eitt hitt týdningarmesta starvið: sum eg kann lýsa við orðum Jens Marna Hansen, sum eg til høvið havi týtt úr enska lagi hansara The right Way, sum eru skrivað til eina lærarinnu hansara:

     

    Eg var ungur, gjørdi tað besta eg kundi             

    Eg var ov fløktur og misskiltur                              

    So komst tú og fekst meg at síggja                    

    Pilkaði maskuna av mær, setti meg í frælsi

                         

    Fylg hjarta tínum, segði hon, og tú verður sterkari                                   

    Hav álit á tær sjálvum og tú skalt finna vegin  

    Eg fari til endans at nýta høvi at takka Føroya Lærarafelag fyri gott og konstruktivt samstarv.

    Ein serlig tøkk til Herálv, nú hann leggur frá sær sum formaður. Vit ynskja tær blíðan byr og alt tað besta frameftir.

    Vit vita, at tað er ein stór uppgáva at standa á odda fyri einum so stórum og týðandi fakfelagsarbeiði, har hædd verður tikin fyri bæði starvsfólkum og fólkaskúlans arbeiði sum heild.

    Góðan aðalfund øll somul og gott treysti í tykkara fjølbroytta virksemi børnum, ungdómi og fólki okkara at gagni.

  • Setan, V.U Hammershaimb 200 ár - hanna Jensen, 25. mars 2019

    Kongshøll 25. mars 2019, V.U. Hammershaimb 200 ár

    Setanarrøða Hanna Jensen, landsstýriskvinna

    Góða samkoma!

    Dagurin í dag er ikki ein vanligur mánadagur. 25. mars er skýrdur at vera móðurmálsdagur av teirri orsøk, at á hesum degi var faðirin at skriftmáli okkara, prestur og próstur Venceslaus Ulricus Hammershaimb, borin í heim. Og hendan mánadag 25.mars í 2019 eru júst 200 ár síðani hendan merkisdag vesturi í Sandavági. Tað er mær tí ein serligur heiður at seta móðurmálsdagin í 2019, sum Fróðskaparsetrið og Málráðið í ár hava halgað Hammershaimb við fyrilestrum og kvøldsetu. Eisini aðra staðni í høvuðsstaðnum og kring landið hava kveikjandi tiltøk verið fyri at varpa ljós á megnar málmannin og menniskjað Hammershaimb, og hvat hann hevur havt at týða fyri okkum. Tað fegnist eg um.

    Ofta taka vit mál okkara og málrøktina sum sjálvfylgju, men gerast tó í løtum knappliga tilvitað um, hvørji serstøðu vit eru í, og hvussu fleiri onnur málsamfeløg ynskja seg í okkara støðu og vitja okkara land og kanna okkara samfelag og okkara mál. Ofta síggja vit betri virði málsins gjøgnum brillur annara. Men hetta tilvit okkara er á mangan hátt vaksið gjøgnum kanningar, ritgerðir, boðskap og tiltøk hjá mongum tykkara, og gjøgnum alt tað mentanartilfar, sum kemur fram á kreativa pallin í Føroyum í dag, m.a. tónleikur og filmur á føroyskum.

    Ikki bara vit í Føroyum halda dag móðurmálsins. UNESCO stovnaði í 1999 Altjóða móðursmálsdagin 21. februar, og endamálið við degnum er at skapa størri tilvit um, at tað er neyðugt at varðveita og menna øll móðurmál heimsins, ikki minst smáu málini. Hetta kenna vit væl gjøgnum virkisøkið hjá málstovninum,Vígdis, í Reykjavík, sum Føroya løgting stuðlaði í 2010, og sum læt upp í nýggjum húsi í 2017.

    Tað er gjøgnum okkara fyrsta mál, móðurmálið, at vit ogna okkum grundleggjandi førleika at lesa, skriva og at skilja tøl. Málið ber í sær mentan, virði og siðbundna vitan og hevur tí ein stóran leiklut í at fremja eina burðardygga framtíð.

    Umframt hetta, so er væl kent, at móðurmálið er týdningarmikið fyri okkum, tá tað snýr seg um at úttrykkja kenslur, og málið er eisini tætt knýtt at okkara samleika.

    Í 1846 sást fyrsta dømi um stavseting Hammershaimbs, og í 1854 gav hann út fyrstu føroysku mállæruna. Arbeiðið fram ímóti hesum og eisini hereftir, var ein lívlong kanning og skjalfesting av málinum, sum livdi millum fólkið í Føroyum.

    Hann er ein fyrimynd, sum var virkin bæði í mun til tungumalið, men eisini í mun til skúlaskap og hesi eru so sera tætt knýtt. At læra í sínum heimliga umhvørvi og í sínum heimlandi og á móðurmálinum gevur okkurt slag av undandragi og fyrimuni, sum ikki øllum smátjóðarmálum er unt. Og Hammershaimb sá og kendi tørvin, sum føroyska samfelagið hevði á hansara døgum – og hann gjørdi nakað við tað!

    Fyriskipararnir í dag umboða hesi bæði: mál og skúlaskap. Fróðskaparsetrið er stovnurin, har nærum øll tey, sum undirvísa í føroyskum, verða útbugvin, eins og tey, sum verða útbúgvin á føroyskum í øðrum evnum. Hetta er ein grundarsteinur í heimsmáli nr. 4 um dygdargóða útbúgving. Og Málráðið er okkara málpolitiski stovnur, sum vit eiga at geva nógv meira rúmd í arbeiðinum fyri føroyskum.

    Og eg fari at endurtaka meg sjálva: at tungumál okkara var fremsta fortreytin fyri nógvum av teimum stóru stigunum, sum eru tikin í føroyska samfelagnum: m.a. at stovna Fróðskaparsetur Føroya og Útvarp Føroya, og nú 200 ár eftir føðing faðir stavsetingarinnar, arbeiða tit á Málráðnum við at greiða til útgávu eina stavsetingarorðabók, sum í stórum byggir víðari á arbeiði Hammershaimbs.

    Málið er í støðugari rørslu og menning, og tað er púra natúrligt og gott. Málið mennir seg í mun til samfelagsliga veruleikan, og tað er kanska ein av størstu avbjóðingum okkara í løtuni. Tí heimurin í dag er talgildur, og tað er á tilgildum miðlum, meginparturin av okkum brúka nógva tíð, ikki minst børnini og tey ungu. Her í dag eru mong tykkara, sum síggja og kenna tørvin hjá okkara samfelagi nú á døgum, og sum gera nakað við tað – eins og V.U. Hammershaimb. Men tørvur er á enn størri savning um føroyska málið beint nú! Hetta peikar eisini beint á heimsmál nr. 11 um burðardygg lokalsamfeløg.

    Siga vit talgilding, siga vit eisini samskiftistøkni og máltøkni. Í máltøkniligum broytingartíðum mugu vit ikki undirmeta, hvussu stóran týdning tað hevur áhaldandi at varðveita og menna móðurmálið. Tí liggur tað mær tungt á hjarta at bera so í bandi, at føroyskt eisini fær innivist á brúkaramótum í samskiftistøknini, og at meiri orka verður til nógva neyðuga tøkniliga fótarbeiðið fyri føroyskt í talgilda samfelagnum. Hetta krevur eitt stórt tak, men tað má takast, vilja vit okkara móðurmáli væl og harvið eisini okkara mentan og samleika.

    Eg taki undir við forkvinnuni í Málráðnum, Sólvá Jónsdóttir, ið sigur, at vit nú sløk 200 ár eftir tíð Hammershaimbs aftur eru á einum vegamóti. Hon sigur, at á døgum hansara var alneyðugt at fylgja við hinum málunum og fáa skriftmál fyri at yvirliva. Í dag er tað máltøknin, sum er so umráðandi. Fær føroyskt ikki betri fótafesti á máltøkniliga pallinum, er tí ikki lív lagað.

    Vit hava lukkutíð fingið amboð, skipanir og tøkni, sum gera tað møguligt og lættari at brúka og menna okkara mál. Vit hava orðabøkur og ein ókeypis pall at sprota á. Vit hava tekst-til-talu, og arbeitt verður nú eisini við at fáa talu-til-tekst. Men fleiri hendur og høvd mugu inn í kampin, tí vit skulu gera eina yvirháling, fyri at koma skjótt fram hagar, sum vit áttu at verið komin á hesum 200 ára degi.

    Tí eg vil nevna hina stóru málsligu avbjóðingina, sum m.s. ein annar av okkara málfrøðingum, nýggi professarin Hjalmar P. Petersen, áhaldandi minnir okkum á: at læra tilflytararnar okkara mál skjótari og betri, at menna føroyskt sum annað mál, bæði sum skipan, við at útbúgva undirvísarar, við at gera neyðuga tilfarið til at røkja hesa uppgávu, v.m. Eisini her skal meira orka til og ferð á. Hjá okkum í politisku skipanini áliggur tað ikki minst at beina meira fíggjarorku inn í hesi starvsøki.

    Christian Matras yrkti um móðurmálið: “Eg fann teg nú aftur, nú andi tín teg loysa úr fjøtrum bað.” Og tey fjøtur, Chr. Matras yrkir um í 1938, eru ikki tey somu, sum vit í altjóðagerðini og internet- og kt-øldini hava sæð føroyska málið verða bundið í. Og tað biður: loys meg úr fjøtrum, vinn mær rættindi og sømdir – í lóg, í kt skipanum, í undirvísingartilfari á miðnámi, við týddum heimsbókmentum, við føroyskum fyri tilflytarar við aðrari málsligari bakgrund, við útbúgvingum, við undirtekstum í sjónvarpi o.s.fr.

    Vit kunnu spyrja okkum sjálvi: Hvat hevði Venceslaus Ulricus Hammerhaimb gjørt, um hann var í okkara skóm? Vit kenna svarið, vit síggja varðan, sum vísir leiðina at ganga. Vit kunnu saman við Símuni Mikal Zachariasen siga: “Títt navn stendur prentað so væl í bók, / enn betri í Føroyafólks minni; / um vegurin gekk gjøgnum eldgrúgvukrók, / vit fylgja við hjarta og sinni.”

    Ikki er tað løgið, at mentafólk yrktu um hesa persónsmensku, hvørs hjarta brendi fyri máli og skúlaskapi í Føroyum: “Mildar veittrar tendraðu ein vita, Føroyum stjørnuleið frá øld til øld”, sang stórskaldið Janus.

    Og eg loypi beint aftur frá klassiskum teknum sum varðin og vitin innaftur í okkara tíð, ein víðopnan heim, har vit dagliga verða díkt undir við tíðindum og undirhaldi frá alheims miðlum, tíðindaportalum, Facebook, youtube og you name it. Tí mugu vit vera framsøkin og megna málsligan framburð á øllum rókum....Loys úr fjøtrum, tem útlendsku ávirkanina við meira føroyskum!

    C. Svabo væntaði ikki, at føroyskum fór at verða lív lagað, tá hann skrivaði handrit til føroyska orðabók:

    “Men ikke desmindre var det ej af Vejen, at optegne Ruinerne af det gamle Sprog, eller Sproget som det nu er, for at give Verden nogen Kundskab derom, og ikke lade en Efter-Verden savne Svar naar den spurgte om dette Sprogs Til-stand i vores Tid, ligesom vi nu forgiæves spørge om Formaals-Tiden.”

    Tíbetur helt forsøgnin hjá Svabo ikki, og eisini hansara avrik vísir okkum heldur, at tað er við at undirvísa, læra, nýta, lýsa, kanna, skjalfesta, menna, ja dyrka tað føroyska málið, at vit temja aðra ávirkan á tað og seta nýtiligar varðar eftir okkum, hvør í sínum lagi. Tí føroyskt mál yvirlivdi, og tað skal liva væl eisini næstu 200 árini. Og til hetta kalli eg á allar góðar kreftir, og mugu vit duga at samvinna og samskipa okkum á serligan hátt í hesum merkis málári.

    Við hesum orðum ynski eg tykkum øllum ein góðan móðurmálsdag og eitt gott hátíðarhald fyri V.U. Hammershaimb.

    Takk fyri.

  • SkúlaFM 2019 – 1. mars 2019

    Røða hjá Honnu Jensen, landsstýriskvinnu, í sambandi við setan av SkúlaFM í Norðurlandahúsinum tann 1. mars 2019

    Góðu næmingar, lærarar og tit í Íverksetarahúsinum

    Eg fegnist yvir at fáa høvi til at bera tykkum eina heilsan í morgun, nú tit skulu leggja fram tykkara avrik og greiða frá hugsanum um, at tit halda, at tykkara hugskot er eitt frambrot. Og ivist ikki í tí, sjálvt um onnur halda nakað annað. Gleðist um tað, sum tit eru komin fram til og ta verkætlan, sum er tykkara avrik. Gerið tykkara besta, tá hava tit gjørt alt, tit kunnu.

    Íverksetaraarbeiði er nakað serligt, har tit nýta tykkara mongu førleikar ella gávur. Tit hava lært og læra í skúlanum nógvar grundleggjandi førleikar, og Pablo Picasso segði: Lær reglurnar innan fakið til líltar, so tú kanst bróta tær” Og tað er á ein hátt tað, sum hetta snýr seg um:Tit byggja á vitan og førleikar, tit hava ognað tykkum OG brúka tykkara hugflog. Tit samstarva, og tit mugu finna bæði kreativar og verkligar loysnir. Samstarv setur krøv, har er tað ikki bara tann einstaki, sum tekur avgerðirnar, men tit skulu semjast um eitt uppskot. Tit skulu grundgeva og lýsa hugskotið, og so tann ástøðiligi og fíggjarligi parturin, sum eisini eru liðir í vekætlanini og skal síggjast aftur bæði í framløguni og í skrivliga avrikinum.

    Hetta er ein avbjóðing og eisini eitt arbeiði, tit fara at minnast aftur á og sum vónandi mennir  tykkum bæði fakliga og sosialt. Tit ungu eru framtíð okkara, og vit ynskja, at tit kunnu nýta tykkara mongu gávur í útbúgving og arbeiði og gera tykkara hugsanir galdandi og finna nýggjar møguleikar. Tit hava møguleikar,skulu royna tykkara vilja og eru samstundis drívmegin sum Martin Joensen sigur í yrkingini Morgun:

    Heimurin fyri tær opin

    kannar teg gjølla og væl

    merktur av ringastu royndum

    býður tær kortini sess.

    Men, tú eigur dagin og ljósið

    tú eigur náttina við

     

    tú eigur stjørnurnar allar

    tú eigur rættin til frið.

    Viljin er sterkasta svørðið

    bítur á harðasta stál

    vónin er bjartasti brandur

    lýsir tær veg fram á mál.

     

    Málið er, at skúlarnir seta fokus á íverksetan, kreativitet og innovatión, so at næmingar kunnu ogna sær henda sjálvbjargnisneista og vilja og áræði at royna nýggjar leiðir ella bøta um verandi viðurskifti. Krøvini í dag til tykkum ungu eru stór og munandi broytt.

    Búskaparfrøðiligar frágreiðingar siga tað soleiðis: 65% av teimum, sum hesar dagar fara í fyrsta flokk fara at enda í størvum, sum enn slett ikki eru til! Tit skulu í størri mun skapa tykkara arbeiði og menna og seta tykkara dám á tað virksemi, har tit eru. Eisini broytast viðurskiftini skjótari, so tað er umráðandi, at tit ungu skulu hava ein førleika, at hugsa nýtt og átaka tykkum øðrvísi uppgávur ella skifta arbeiði.

    Tað eru tit ungu, sum skulu mynda framtíðarsamfelagið. Tit hava í teimum verkætlanum, tit hava arbeitt við, fingið innlit í eina íverksetaratilgongd, og hvat skal til fyri at skapa nýhugsan, t.d. eina nýggja vøru ella tænstuveiting ella at víðarimenna eitt amboð, sum finst frammanundan. Kendi franski listamálarin, Henri Matisse segði: ”Tað krevur dirvi at skapa”

    Møguleikarnir eru nógvir, og tí ræður um at duga at nýta sítt hugflog og ikki minst, at seta sær mál, leggja ætlanir og áseta karmar fyri verkætlanina.

    Eg fari at enda at takka tykum øllum, sum hava luttikið. Tað verður spennandi at síggja tær verkætlanir, tit hava arbeitt við. Eg ynski tykkum eina góða kapping og alt tað besta í framtíðini.

    Við hesum orðum er ársins finala í íverksetarakappingini, SkúlaFM sett. Takk fyri.

     

  • Skúlaleiðaradagur - 26. februar 2019

    Røða hjá Honnu Jensen, landsstýrikvinnu í skúlamálum, á skúlaleiðaradegnum 26. februar 2019

    Góðu Skúlaleiðarar

    Hjartaliga vælkomin øll somul skúlastjórar, varaskúlastjórar og fyrstu- og einalærarar umframt umboð fyri lærarafelagið og fyrisitingina. Eg takki fyri høvið at bera tykkum eina heilsan á skúlaleiðaradegnum, sum hevur verið eitt afturvendandi átak í mong ár, men sum nú er umskipað við atliti at nýggja bygnaðinum, har tað er nýskipaða Undirvísingarstýrið sum á fyrsta sinni skipar fyri hesum degi og sum fer at leiða okkum gjøgnum dagin.

    Skúlaleiðaradagurin hevur verið eitt serligt høvi, har landsstýrikvinnan ella landsstýrismaðurin  kann hitta allar skúlaleiðarar samstundis og umrøða tykkara arbeiði og tær ætlanir, Mentamálaráðið hevur fyri næsta skúlaár, umframt at kunna um ymsk átøk og eftirmetingar, sum eru gjørdar farna árið.

    Fólkaskúlin

    Fólkaskúlin er tykkara arbeiðspláss. Tit eru meginæðrin og drívmegin í virksemi fólkaskúlans, sum er ein av hornasteinunum í føroyska samfelagnum, og sum hevur alstóran týdning í samfelagsmenningini. Fólkaskúlin er tann samfelagsskipan, sum skal stimbra og rúma øllum næmingum stóran part av teirra barna-og ungdómslívi. Tað er tí so umráðandi, at tað er eitt skipað, mennandi og trygt umhvørvi, sum møtir næmingunum. Í fólkaskúlanum verður grundarlagið lagt fyri lívlangari læring og harumframt fyri persónligari og sosialari menning. Fólkaskúlin hevur eina alstóra menningaruppgávu. Hann skal taka atliti at tí einstaka og samstundis at fjøldini, so at næmingarnir hava umstøður at nýta og menna sítt forvitni, virkishug, síni evni at kanna og skapa, at virða seg sjálvan og onnur, at samskifta og seta orð á hugsanir og kenslur og ikki minst at einstaki næmingurin er ein virkin luttakari í felagsskapinum,

    Hetta fjøltáttaða arbeiði setur stór krøv bæði til leiðslu og starvsfólk, at fólkaskúlin hevur ein starvsfólkahóp, sum hevur holla námsfrøðiliga og fakliga útbúgving umframt og góðar menniskjansligar eginleikar, sum eru fortreytin fyri at kunna skipa skúlan fyri øll, ein skúla í  støðugari menningartilgongd.

    Fólkaskúlalógin, fólkaræði. Siðalæra og siðmenning

    Fólkaskúlaláogin, sum er karmur um undirvíngina og innihaldið í fólkaskúlanum, leggur áherðslu á, at fakligir førleikar ikki eiga at standa einsamallir í undirvísingini, men eiga at virka saman við øðrum týðandi streingjum sum fólkaræði, siðalæru og siðmenning ella dannilsi. Kynstrið er at duga at nýta og samansjóða  fakligar førleikar, hugflog, kreativitet og persónligar og sosialar førleikar. Hetta skapar bæði fjølbroytni og persónliga menning í lærutilgongdini, har næmingurin nýtir og mennir sínar eginleikar til støðutakan, nýskapan og sjálvstøðuga meting umframt at virka í og vera partur av einum sosialum felagsskapi. Hetta eru virðir, sum mynda okkum sum menniskja, men sum ikki eru so løtt at máta í einari próvtøku ella landsroynd sum stavseting, lesing, prosent og brøkur.

    Dannilsi í breiðum týdningi, har næmingurin ognar sær breiða vitan, er tilvitaður um seg sjálvan og onnur og dugir at virða fólkaræðisligar mannagongdir og ymiskleikan í samfelagnum, er ein týðandi partur av virksemi fólkaskúlans og eigur at setast javnbjóðis við fakligu menningina. Samstundis  krevst, at fólkaskúlin  er kveikjandi í sínum virksemi, og at tann námsfrøðiligi parturin í læringini hevur stórt pláss, soleiðis at fólkaskúlin birtir uppundir, at næmingarnir ogna sær andsfrælsi, sjálvbjargni, hugflog og mót, sum Kartin Hoydal nemur við í yrkingini barnið, bergið og blómurnar:

    Men, mítt barn, um blómur tú

    vilt vinna eingin eigur,

    mást tú klúgva huga tíns

    brøttu bjargaleiðir.

    Fortreytirnar fyri fjølbroyttari læring eru, at lærarar og leiðsla hava umstøðurnar fyri fakligari og námsfrøðiligari menning og har skúlin er eitt lærandi umhvørvi bæði hjá næmingum og starvsfólki.

    Self-efficacy og relatiónskopetansa

    Eitt hugtak, sum nógv er frammi í skúlapolitisku umøðuni, er self-efficacy, sum vit kunnu umseta sum sjálvtreysti, egin førleiki og ávirkan. Sambært heimsfelagsskapinum, Education International, hevur  self- efficacy / sjálvtreysti ein dupultan týdning. Í fyrsta lagi merkir tað, at lærarin kennir, at hann hevur førleika og møguleikar at fremja eina góða undirvísing og í øðrum lagi, at lærarin kennir, at hann hevur ávirkan á skúlans menning og undirvísing.

    OECD og Education International hava m.a. víst á, at tá ið vit styrkja sjálvvirkni hjá skúlum og lærarum, so hevur tað eina postiva ávirkan á úrtøkuna hjá næmingum  hvat næmingarnir fáa burturúr undirvísingini. Eisini hevur gransking í fleiri førum víst á, at relationskompetenca er tann týdningarmesti fakligi føleiki hjá einum lærara, og tað er breið semja um, at góð undirvísing fer fram, tá ið lærarin hevur førleika og evni at fremja undirvísingina í samljóði við flokkin og einstaka næmingin, at hann kann seta evnið í ein samhang, sum er viðkomandi hjá næmingunum.

    Self- efficacy / sjálvtreysti og relatiónskompetensa hanga neyvt saman. Fakligur og námsfrøðiligur førleiki,  evnini at miðal og gera undirvísingina viðkomandi og kring umstøðurnar at skipa  undirvísingina, har tit sum leiðarar hava ein stóran leiklut.

    Eftirútbúgvin, menning og samstarv

    Førleikamenning og samstarv eru áhaldani neyðug amboð, tí at tað er valla nakar starvsbólkur, sum skal rúma so nógvar førleikar í einum og sama persóni sum fólkaskúlalærarin. Fyri at fremja hetta krevst, at leiðslan er visjoner og gongur á odda.  Sum heild kunnu vit siga, at fólkaskúlin hevur ein væl útbúnan starvsfólkahóp, men læringin stendur ikki í stað, nýggj vitan og broytt krøv krevja, at tú sum leiðsla og lærari alsamt ert í eini menningartilgong.

    Vit hava skipað fleiri drúgvari eftirútbúgvingar, men tær skulu eisini haldast við líka, tí at starvsfólkahópurin broytist. Tey øki, sum fyrst og fremst vanta eftirútbúgvingar, eru KTvørðar, skúlabólkkvørðar og náttúrufrøðin, m.a. alis/evnafrøði og náttúra og tøkni. Umframt hetta er tørvur á styttri skeiðum, sum serliga Nám skipar fyri, og sum leiðarin á Námi fer at umrøða seinni.

    Eg fari í hesum sambandi at nevna nøkur átøk, men møguleiki er ikki at koma inn á alt, sum hendir í fólkaskúlanum.

    Broytingar í fólkaskúlalógini

    Arbeitt hevur verið við at gera ávísar broytingar í fólkaskúlalógin. Tit kenna uttan iva uppskotið, sum hevur verið til hoyringar hjá m.ø. skúlaleiðarafelagnum og lærarfelagnum. Eisini hevur uppskotið ligið á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum. Eg havi viðgjørt uppskotið og tikið avgerð um at gera ávísar broytingar. M.a. at ætlanin at lækka tímatalið við 2 t/v verður broytt, soleiðis at skúlarnir sjálvir kunnu taka avgerð um at nýta 2 t/v í hvørjum flokki til serlig undirvísingarlig átøk til m.a. at menna handaverk og list og at seta inn í flokkum við øktum læraratímum. Eisini havi eg gjørt av at taka greinina viðvíkjandi samstarvseindum í 10. flokki úr uppskotinum, tí at eg haldi, at vit eiga at hyggja nærrri at innihaldi og bygnaði í 10. flokki, áðrenn  broytingar verða gjørdar.

    Sernámsfrøðiliga skipanin

    Arbeitt hevur verið við at menna ta sernámsfrøðiligu skipanina. Saman við bygnaðarbroytingum í Mentamálaráðnum og hartil hoyrandi stovnum, so hevur verið miðað eftir við innklusjónshugtakinum sum grundstøði at gera sernámsfrøðiligu skipanina til ein natúrligan og sjálvsagdan part av almennu skipanini bæði innihaldsliga og játtanarliga. Lógarbroytingar innan serøkið vóru framdar á vári 2018 m.a. við kunngerðarheimild at gera neyvari ásetingar um skipan av serflokkum. Uppskotið til kunngerð hesum viðvíkjandi hevur verið til hoyringar hjá tykkum og kemur í gildi í næstum.

    Skúlanoktan

    Nógv hevur verið frammi um sokallaða fyribrigdið skúlanoktan, har vit hava alsamt fleiri og fleiri børn, sum av ymiskum orsøkum ikki støðast í fólkaskúlanum. Hetta lutfalsliga nýggja fyribrigdi ”Skúlanoktan”, ger um seg eisini í londunum kring okkum. Føroyar eru í hesum sambandi við í norðurlendskari verkætlan undir Norðurlandaráðnum, sum viðger fyribrigdi og roynir at finna hættir at arbeiða við avbjóðingini. Føroyar luttekur við verkætalnini ”Lopfjølini”, sum er eitt tvørgeiraligt samstarv millum kommunu, barnaverd, Sernám og skúlar í Tórshavnar Kommunu. Henda verkætlanin verður eftirmett í løtuni.

    Trivnaður

    Í broytingini í fólkaskúlalógini í vár varð samtykt, at trivnaðarætlan verður ásett sum ein av meginreglunum fyri virkseminum hjá skúlastýrinum. Við hesari áseting eru bæði skúli og skúlastýri tengd at arbeiðinum við trivnaðarætlanini, tí tað er skúlaleiðarin í samstarvi við starvsfólkini, sum ger uppskot til skúlastýrið um meginreglurnar fyri skúlan. Næmingar og næmingaráð eiga sjálvsagt eisini at vera partur av hesum arbeiði. Lógarbroytingin heimilar eisini at gjørdar verða nærri reglur um arbeiðið við meginreglum, og ætlanin er at tað arbeiðið byrjar í heyst.

    At økja um trivnaðin og basa happing krevur endurskoðan, vitan, visjón og vilja at slóða fyri. Kanningar í 2007 og 2015 og átøk í kjalarvørrinum av hesum vóru eitt stig á leiðini. Úrslitini av kanningini, sum varð gjørd í heyst, verða almannakunngjørd síðst í apíl mánaða. Endamálið við kanningini er at lýsa, í hvønn mun happing er økt ella minkað í føroyska fólkaskúlanum síðan 2015, at inndraga sosialar miðlar, og meta um í mun til um framdu átøkini hava virkað. Eisini er endamálið at fáa til vega dagførda vitan, ið kann gerast grundarlag undir dagførdum tiltøkum, til tess at minka um happing og harvið økja um trivnað og læring. Yvirskipað er málið handan arbeiðið at skapa góðar umstøður fyri næmingar og starvsfólk í føroyska fólkaskúlanum, soleiðis at tryggjað verður best møguligan trivnað og læring. Hetta gerst m.a. við at arbeiða fyri at fáa happing burtur úr fólkaskúlanum og økja um trivnaðin við at styrkja kunnleikan um happing og trivnað og skipa málrættað átøk hesum at frama, har átøkini byggja á gott vísindaligt støði og dagførdar kanningar.

    Leiðsluútbúgvingin.

    Sum tykkum kunnugt verður skipað fyri námsfrøðiligari leiðsluútbúgving í samstarvi millum Mentamálaráðið og Fróðskaparsetur Føroya . Næsta heyst fara tey lesandi til endaliga próvtøku og taka tá, um alt gongur sum ætlað, 27 skúlaleiðarar námsfrøðiligt leiðsluprógv á diplomstigi. Hetta er bæði eitt menningarátak fyri fólkaskúlan og ein týðandi liður í føroyskari skúlasøgu. Útbúgvingin heldur fram, og skúlaleiðslur fáa møguleika at byrja lestur í námsfrøðilig leiðsla eftir summarfrítíðina í ár, og vónandi eru tað fleiri tykkara, sum fara at nýta henda útbúgvingarmøguleika.

    Haraftrat verður í løtuni arbeitt við at skipa útbúgvingartilboð á masterstigi fyri leiðarar á námsfrøðiliga økinum at byrja á heysti 2020.  Tvs. at tey,  sum taka prógv í heyst og onnur, sum lúka upptøkutreytirnar, fáa væntandi við hesum á fyrsta sinni  høvi til at lesa Master í námsfrøðiligari leiðslu á Fróðskaparsetrinum.

    Fyri at styrkja og menna leiðslurnar í sínum arbeiði, er arbeiðið tikið upp aftur at skipa leiðslunetverksbólkar kring landið fyri allar fólkaskúlaleiðslur, skúlastjórar og varaskúlastjórar við m.a. framløgum og orðaskifti um fakligt evni og við tilknýti til verandi ella komandi menningarætlanir í skúlunum.

    Harumfarmt hava 5 økisfundir verið fyri allar fólkaskúlaleiðslur kring landið í heysthálvuni við framløgum og orðaskifti um vymisk skúlamál. Hesi átøk hava verið væl móttikin og væl eydnað. Tey halda fram í komandi skúlaári til tess at stimbra og menna samskiftið og samstarvið millum skúlarnar sínámilum og við fyrisitingina.

    Skúlavegleiðing

    Eitt øki, sum eg haldi, at vit eiga at leggja størri áherðslu á, er at menna skúlavegleiðingina í skúlunum, so at næmingarnir hava eitt haldgott støði at byggja á bæði í sambandi at leggja sína útbúgvingarleið til rættis og innlit í útbúgvingar- og arbeiðsmøguleikar. Sjøtul er settur á tilgongdina. Í verandi skúlaárið er játtanin til skúlavegleiðing hækkað til størru skúlarnar, ið hava hádeild. Hetta stig er tikið fyri serliga at styrkja vegleiðingina til teir næmingar, ið skulu velja leið víðari á miðnámi. Umframt tímajáttanina er neyðugt at endurskoða innihaldið í kunngerðini um skúlavegleiðing og skipanina sum heild.

    Eftirmeting og próvtøkur

    Vit ynskja øll so fegin, at næmingarnir klára seg væl, at teir fáa góð faklig úrslit í próvtøkum og landsroyndum og eisini í kanningum, har samanborið verður við næmingar í øðrum londum m.a. í Pisa kanningum. Hetta er eisini neyðugt, men í allari tilgongdini eiga vit at hava fokus á heildarmenning.

    Vit hava seinastu árini lagt stóran dent á at menna amboð, sum greina og máta fakliga førleikan. Í heyst varð lagt fram nýtt eftirmetingartilfar, sum skal hjálpa lærarum at meta um lesi- og staviførleikan hjá næmingunum í innskúlingini. Endamálið er at skilgreinað hvørjum stigi næmingurin er á, soleiðis at undirvísingin kann verða løgd til rættis við atliti at hesum og næmingurin fær munagóða hjálp. Tað er so umráðandi í allari læring, at næmingarnir onga sær grundleggjandi førlika í lesiing og skriving fyrstu skúlaárini. Vantandi lesi- og skriviførleiki hava stóra ávirkan á barnið bæði viðvíkjandi sjálvsáliti og motivatiónini at læra.

    Landsroyndirnar, sum vórðu avlýstar í fjør og fyrrárið orsakað av tøkniligum trupulleikum, verða hildnar aftur í vár um mánaðarskiftið apríl/mai. Nýggj tøknilig skipan, Wiseflow, er sett í verk, har bæði próvtøkur fólkaskúlans og landsroyndir verða hildnar.  Í hesum sambandi hevur Próvstovan skipað fyri skeiði fyri skúlum, ið ikki hava framhaldsdeild, tí teir hava ikki eins og framhaldsskúlarnir verið á nøkrum WISEflow skeiði. Fyrst í februar vórðu landsroyndar uppgávur tøkar, ið skúlarnir kunnu brúka heilt fram til landsroyndin síðst í apríl. Her er hugsanin, at næmingarnir fáa høvi til at royna og kunna seg við royndarleistin og tøknina.

    Fremmandamæltir næmingar

    Ein stór avbjóðing hjá skúlum er fremmandamæltir næmingar, sum økjast í tali. Undirvísing í føroyskum er fortreytin fyri eini væleydnaðari integratión, soleiðis at hesir næmingar kunnu luttaka í undirvísingini, fara á vinnu- ella miðnámsskúla og seinni taka eina útbúgving og gera seg galdandi á arbeiðsmarknaðinum og samfelagslívi sum heild.  Eisini her er fólkaskúlin grundarlagið fyri at hesir næmingar kunnu fóta sær. Tað eru ymsik arbeiði sett í verk fyri at menna skipanina og í næstum fer ein arbeiðsbólkur til verka at gera uppskot um meginreglur í arbeiðininum, møttøku, byrjanarundirvísing og integratiónsátøk, tá ið fremmandamæltir næmingar byrja í skúlanum. Eisini verður námsætlan gjørd fyri føroyskt sum seinna málið, og skeið fyri lærarum verður fyriskipað vantandi seinni í vár.

    Næsta skúlaár- næmingatal- tímajáttan
    Tann 1. februar var freistin hjá skúlunum at lata inn næmingatølini fyri skúlaárið 2019/20. 668 næmingar eru skrásettir at byrja í 1. flokki eftir summarfrítíðina. Harumframt eru 31 í frískúlum. Tilsamans er árgangurin knapt 700 næmingar, sum eru 35 næmingar fleiri enn verandi 1. flokkur. Eg kann t.d. nevna, at nýggjasti skúlin í Føroyum, frískúlin “Lítliskúli” í Havn, fær 13 næmingar í 1. flokk, og kemur nú upp á 58 næmingar frá 1. – 6. fl. næsta skúlaár. Sostatt fara 171 næmingar at ganga í frískúlunum næsta skúlaár. Umleið 7.000 næmingar fara í skúla eftir summarfrítíðina, og hetta er á leið tað sama, sum hetta skúlaárið. 10. flokkur er framvegis væl umtóktur millum næmingarnar. Á leið 60% av næmingunum í 9. flokki hava skrivað seg inn í 10. flokk næsta skúlaár. Nógv tann størsta 10. flokseindin er Nám X í Eysturskúlanum við á leið 180 næmingum skúlaárið 2019/20.

    Hetta skúlaárið vóru rættiliga stórar broytingar gjørdar, tá ið tað viðvíkur skipanini, hvussu tímarnir verða játtaðir skúlunum. Tað er nú Undirvísingarstýrið, ið stendur fyri allari tímajáttanini. Í tí sambandinum var miðfirraða tímajáttanin broytt. Miðfirraða játtanin fór úr 13%-um upp í 24% av næmingatalinum. Tó við ávísum tillagingum í nøkrum skúlum.  Orsøkin var, at sernámsfrøðilgu tímarnir vórðu lagdir til Undirvísingarstýrið at luta skúlunum. Endamálið við hesi broyting var at fáa eina betri samanhangandi játtanarskipan, sum eisini skal veita skúlunum eitt javnari støði at byggja á ár undan ári. Saman við munandi styrktum sertilboðum kring landið er vónin, at serøkið kann fáa tryggari støði at standa á, næmingum og starvsfólki í skúlanum at frama. Hóast tillagingar og broytingar framvegis skulu gerast, hava viðmerkingarnar frá skúlaleiðarum fyri tað nógva verið góðar um hesar broytingarnar í játtanarskipanini.

    Størsta einstaka broytingin í játtanarskipanini var, at námsfrøðiligu stuðlarnir eisini fingu virksemisætlan lagda. Harumframt vórðu á leið 30 føst størv lýst leys at søkja hjá námsfrøðiligum stuðlum. Tað eydnaðist ikki at seta øll hesi føstu størvini, tí skikkaðir umsøkjarar vóru ikki til tey. Tí verða tað aftur í summar fleiri føst størv, sum skulu setast á økinum. Undirvísingarstýrið hevur havt eftirmetingarfundir við Føroya Pedagogfelag um skipanina. Ein avbjóðing er, at ongar arbeiðstíðarreglur eru á økinum. Tað skal gerast nú í vár, og í tí sambandinum verður samskifti við skúlaleiðarar um ynski og tykkara royndir.

    Seinastu 2 skúlaárini er samfelagsfrøði komi á tímatalvuna. Fyrst í 7. fl. og so í 8. fl. Næsta skúlaár verður fakið eisini í 9. fl. Tímajáttanin til skúlarnar hækkar samsvarandi hesum broytingum.

    Endi

    Fakligu og námsfrøðiligu førleikarnir eru av størsta týdningi, men teir persónligi og menninskjaligu førleikarnir eru eisini neyðugir fyri at kunna fremja læringina, sum krevur so fjøltáttað arbeiði. At skapa eitt gott læriumhvørvi og trivnað, at motivera og taka atlit at tí einstaka, at skipa inklusjón, at samstarva, samskipa og leggja til rættis.  Hetta er alt tykkara dagliga yrki, umframt samstarv við næmingar og foreldur og avvarðandi partar, sum krevur serligan førleika,  tá ið fyriskipanir skulu setast í verk fyri næmingar ella næmingabólkar.

    Eg ynski tykkum øllum góða eydnu í tykkara týdningarmikla starvi í fólkaskúlanum við ynski um framhaldandi gott samstarv. Vit eiga at standa saman, eru í sama báti, har okkara felags mál er at virka fyri, at fólkaskúlin er í støðugari menning, eitt gott arbeiðspláss hjá lærarum og leiðslum og ein góður læristovnur hjá øllum næmingum.

     

     

  • Virtuosi koloristurin í føroyskari myndlist - Røða Høgna Hoydals til Thorbjørn Olsen 5. apríl 2019

    Torbjørn Olsen í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík

    Røða hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni

    1. apríl 2019, kl. 16.00

     

     

    Kæru fyriskiparar og gestir.

    Kæri Torbjørn!

    Eg fari at byrja við at lesa yrkingina lørift eftir Tórodd Poulsen. Hon ljóðar soleiðis:

    lørift

     

    harrin viti hví

    eg standi her

    við verðins enda

    hesin málningur

    hesin morgun

    henda rennandi oljan

    ein ivandi viti

    fer inn fer út

    sum onkur sum eingin

    minnist tú grasið

    minnist tú vegin

    hendurnar fingrarnar

    hesir litir

    hesir píndu litir

    hetta steinaða lørift

    Góði Torbjørn! Tú hevur onkuntíð sagt, at eingin mennist einsamallur, og vil man verða eitt gott listafólk, má mann sýna fram.

    Og eg má við gleði staðfesta hesi tíni egnu orð, tí tú hevur aftur í dag boðið okkum at koma til upplatingina av enn einari nýggjari framsýning, hesaferð hvørki í Havn, í Hirtshals, í Sveaborg ella í Rom, men á Gamla Seglhúsinum her í Klaksvík. Her hevur tú, sum tú sjálvur einaferð í blaðsamrøðu tók til: hongt húðina á veggin.

    Í mai mánaði í 1982 kundi mann lesa á einum veggjarspjaldri í havnargøtum, at tveir ungir listamenn lýstu við framsýning í Listaskálanum.

    Listamenninir vóru vinmenninir og javnaldrarnir Olivur við Neyst og Torbjørn Olsen - báðir vóru teir tá í tjúgunum og høvdu nomið sær útbúgving í Keypmannahavn, og longu tá høvdu teir havt fleiri framsýningar bæði í og uttan fyri Føroyar.

    Sigast má, at síðan tá hava hesir báðir vinmenninir treiskast við sína list, Olivur við sínum fagurlittu málningum og í nógv ár eisini sum ein av okkara fremstu bókaprýðarum, og Torbjørn við m.a. sínum nærløgdu andlitsmyndum, altartalvum og persónslýsingum bara fyri at nevna nøkur motiv.

    Báðir hava í dag fingið týðandi pláss í føroysku myndlistasøguni.

    Tá ið Torbjørn aftur hevði framsýning í 1994 á Listasavni Føroya, ljóðaði tað nakað soleiðis um litmeistaran Torbjørn:

    Vestaravág er undir vindeyganum, útsýnið breiðir seg fyri eygunum frá brimgarðsendanum í vinstra – til Vágsbotn í høgra eygnakróki. Alskyns skip, skorsteinar, peiggjandi mastrar og bummar fram við Eystaru bryggju, skipsskrokkar á sleipistøðini, kránar og skorður, rimaverk, stengur, gálgar og rør, reytt jarn og hvítur viður. Gamla Hospital, skeiva Pakkhús og Valdemar, Westward Ho og Norðlýsið, bátariðilin fram við Skálatrøð og við flotbrýrnar. Bilar og fólk á ferð, bátar, ið stima aftur og fram. Húsagalvar og tekjur sum tenn í sag undir Vesturkirkjunnar stóru pýramidu. Ein sera samansett brotamynd, - her eru alskyns formar, linjur og rørslur, allir hugsandi litir og fløkt litbrøgd, skiftandi eftir árstíðini, samdøgrinum og veðrinum. (myndin lænt frá Bárði J.)

    Tá ið Torbjørn Olsen fyri nøkrum árum síðan fekk Mentanarvirðisløn Landsins (2014), varð m.a. sagt í grundgevingini, at hann “er virtuosi koloristurin í føroyskari myndlist.”

    Tað er heldur ikki av tilvild, at tað víðari verður sagt, at “Torbjørn Olsen málar tað hann sær og upplivir..., men tað er ikki tað konkreta motivið, ið hevur týdning – heldur er tað upp til áskoðaran at sansa rúmd, dýpd og kenslur í málningunum.”

    Ella sum listakvinnan Hansina Iversen segði í sínari kvøðu, tá Mentanarvirðislønin varð handað Torbirni:

    “Í serstøku litsamansetingini, vibrera fínu penslastrokini í málningum tínum av Havnini, sum verður lýst so inniliga, at eg kenni angan av veðrinum, minnist kensluna júst tá ljósið var soleiðis. Eg fái hug at stíga inn í málningin og finna upplivingarnar og ævintýrini í Havnini, eins og eg upplivdi tey fyrr og beint í áðni.”

    -----

    Í mínum dagliga yrki, havi eg sum landsstýrismaður í mentamálum ta stóru gleði, at vera til framsýning hjá tær hvønn dag. Á veggjunum í Mentamálaráðnum hanga nakrir av tínum framúr málningum, t.d. teir báðir av tveimum kendum havnarmonnum: Herlufi (1982) og Williami (1990). Teir hanga har hugsanarsamir, og kasta síni gløggu eygu eftir okkum. Teir eru á varðhaldi allatíðina, so at vit, hvørki handaliga ella andaliga, taka nøkur óráð fyri. Og tá ið vit hava brúk fyri góðum ráðum er tað ikki frítt, at teir fáa okkum at steðga á, so at vit sansa bæði rúmd og dýpd!

    Góði Torbjørn!

    Nú eru 37 ár liðin síðan framsýningina í Listaskálanum á sinni.

    Við list tínari roynir tú framvegis at vera opin og kensluborin. Tú leitar inni í tær sjálvum, og tú roynir framvegis at síggja tað, sum liggur fjalt í tí, sum sæst.

    Tú ert still going strong, nú bjóðar tú aftur til listaframsýning og ‘heingir húðina á veggin’.

    Tú vilt aftur geva okkum av tí, tú skapar.

    Tú gert alt fyri at halda tilveruna út.

    Jú, vissuliga er lív í listini!!

    Takk fyri tað og hjartaliga til lukku!

     

     

     

  • Í felag kunnu tit flyta fjøll - setanarrøða til NFSP-ráðstevnu

    Í morgun varð stór NFSP-ráðstevna sett á Hotel Føroyum, og tað var landsstýrikvinnan í Undirvísingar- og granskingarmálum, Hanna Jensen, sum setti ráðstevnuna.

    NFSP er eitt nærum 100 ára gamalt norðurlendskt samstarv um sosialnámsfrøðiligar spurningar. Tað snýr seg um vitanardeiling og um at í felag at fylgja við í, hvat hendir á økinum - bæði hjá hvør øðrum og úti í heimi.

    Hetta er fyrstu ferð, at ráðstevnan er í Føroyum, og útvið 200 luttakarar úr Føroyum og úr Norðurlondum eru í hesum sambandi møtt fyri at hoyra teir mongu áhugaverdu fyrilestrarnar - sum bæði verða hildnir av føroyingum og norðurlendingum.

    Yvirskipaða evnið í ár er »sálarlig heilsa« - og slagorðið er »together we move mountains«. Júst hetta slagorðið gjørdist eisini reyði tráðurin í setanarrøðuni hjá landsstýriskvinnuni.

    Røðan kann lesast her:

    Góðu luttakarar – kære gæster.

    Velkommen til Færøerne – og tak for invitationen til at åbne jeres meget spændende og interessante konference.

    Da jeg læste om konferencen, blev jeg straks meget inspireret af ordene:

    »Together we move mountains«

    Hvis der er noget, vi kender til på Færøerne, så er det fjelde. Vores land er måske lille, men det hæver sig dog højt over havet med sine stejle klipper og brede bjergtoppe.

    Jeg bor selv i en lille bygd, der hedder Norðagøta. Det er én af Færøernes ældste bygder, og den spiller en stor rolle i vores Færingegsaga, der går tilbage til omkring år 1000.

    Og jeg tænker, at også dengang – for 1000 år siden, når Tróndur í Gøtu, én af vores vikingehøvdinge, boede i Norðagøta, tæt ved dér, hvor jeg nu bor, stod de same fjelde og observerede livets gang.

    I vikingetiden gik beboerne efter de samme bjergstier imellem bygderne, og de vandrede på de samme fjeldsider for at drive deres dyr; deres får.

    Nu, 1000 år senere, er vores samfund totalt forandret. Moderniseret.

    Men fjeldene står der endnu.

    Så når I siger »together we move mountains« så véd vi på Færøerne, hvor stort et arbejde der kræves.

    Vi véd hvor vanskeligt det er at flytte fjelde, fordi vi véd hvor stærke og stejle de står, årtusinde efter årtusinde.

    ***

    På Færøerne er vi aldrig langt fra et fjeld. Næsten ligegyldigt hvor du kigger ud af et vindue, kan du se et bjerg.

    Og vi både udnytter og nyder naturen. Det er hårdt arbejde at vandre i fjeldene året rundt for at passe vores får – men samtidig nyder vi det også - især på de lange, lyse sommeraftener, hvor bjergene nærmest kalder på de færøske sjæle og beder os om at gøre dem selskab.

    Så – udover at vi er meget bevidste om, hvor stabile og stærke bjerge er – så er vi også meget bevidste om, hvad der kræves for at nå til tops. Hvor hårdt det kan være.

    Vi ved, at nogle bjerge er sværere at bestige end andre.

    Og vi kan også til enhver tid genkalde os den stærke, berusende følelse af at have nået toppen. At have besejret bjerget – og endelig at kunne nyde det, som kun en fjeldtop kan byde.

    Vi ved desværre også, hvor farlige bjerge kan være. Hvor mange liv kan gå tabt, og hvor stor skade de kan forvolde for dem, der taber deres kræfter – eller falder.

    ***

    Og i forbindelse med jeres konference tænker jeg, at for ganske mange familier føles livet, som om hver eneste dag begynder ved foden af et stort fjeld, der skal bestiges.

    For børn og unge i sociale og psykiske udfordringer kan hver eneste dag føles som et stort og stejlt bjerg.

    Det er for dem aldrig som bjergets søde kalden på en lun og lys sommeraften, nej, det er som en livsvigtig kamp op ad bakke i mørke og modvind – med stor fare for at falde eller at blive udmattet og ikke have kræfter til at fortsætte.

    Og derfor giver jeres titel så meget mening for mig: For tænk, hvis vi sammen kunne flytte disse bjerge for de mest udsatte! For dem, der ikke har ressourcerne til at bestige disse psykiske bjerge, og som aldrig føler, at de når toppen.

    Jeg ved, at i de næsten 100 år, som NFSP har eksisteret, er vi kommet langt. I overført betydning kunne man sige, at I har støttet både børn og unge, voksne og familier på deres udmattende vej i det stejle terræn.

    I har sat hegn og gærder op, som de har kunnet læne sig op ad. I har skabt læ og lavet trapper på de stejleste strækker.

    Med jeres hjælp er der mange, der efter en stor indsats har nået toppen - og har kunnet nyde sejerfølelsen, når de indså, at alt det hårde arbejde på vejen op, gav det ønskede resultat. De klarede det.

    For nogle har I gravet tunneller igennem bjergene, og mange har I sågar båret op på toppen.

    Jeres arbejde kan ikke vurderes og gøres op.

    For den, der har mistet håbet, der ikke ser nogen udvej og der ikke med egen kraft kan klare sig, betyder jeres samlede indsats selve livet. Og det, I laver, er essensen af vores fælles nordiske velfærdssystemer, der siger, at det er de svageste, der skal have den bedste hjælp.

    Dem med dårlig psykisk helse er på så mange måder meget udsatte. På grund af manglende forståelse, på grund af deres usynlige udfordringer – på grund av en stadig stærk opfattelse af, at de bare burde tage sig sammen.

    ***

    Men vi er mange på Færøerne, der gerne vil tage hånd om disse udsatte børn og unge - og deres familier. Vi kender deres kamp – deres bjerge. Og selvom der altid er mere, man kunne gøre, så er der dog sket mange forbedringer på området.

    Vi har på Færøerne fået etableret Kompetence centre i folkeskolerne, så hjælpen kan være så tæt på barnet som muligt. På Kompetence centrene tilstræbes der, at personale med efteruddannelse indenfor blandt andet det specialpædagogiske område varetager opgaverne.

    »Sernám«, som er den centrale pædagogiske og psykologiske rådgivning, er i gang med omstruktureringer, således at tjenesten til skoleværket bliver så kvalificeret og relevant som muligt.

    På ungdomsuddannelserne er der blevet etableret psykologisk rådgivning indenfor de seneste fire år. I starten var der tale om deltidsnormeringer, men det er nu opnormeret. Sammen med en opkvalificering af skolevejledningen, har disse indsatser vist sig at være meget gavnlige for de unges trivsel – og de har også produceret værdifuld forskning omkring de unge og deres psykiske helse.

    Og som noget nyt kan jeg her afsløre, at jeg også har fået en henvendelse om at få sat en lignende ordning i værk på vores universitet.

    De seneste år er der også foretaget flere undersøgelser omkring børns og unges trivsel i daginstitutioner og skolerne. Disse undersøgelser er samtidig også en del af vores fundament for at arbejde fremadrettet for børns og unges psykiske helse og trivsel. På konferencen vil der blive mulighed for at høre mere om disse undersøgelser, og hvordan man i praksis kan arbejde med disse udfordringer.

    Tværsektorielt og tværfagligt samarbejde omkring udsatte børn og unge har for alvor været i fokus de seneste år. Vi har igangsat et projekt Tann góða tilgongdin - Det gode forløb, hvor vi ønsker at koordinere indsatsen fra helse-, social- og uddannelsessektoren for børn indenfor autisme spektrumet. Effekterne af denne tilgang har vist sig være gavnlige for disse familier, og der er nu ønsker om at få etableret projektet hos andre målgrupper også.

    Afslutningsvis vil jeg nævne, at vit har sat gang i lignende projekter, hvor målet er tværsektorielt og tværfagligt samarbejde omkring børn og unge med udfordringer.

    I denne sammenhæng vil jeg nævne Lopfjølin eller Springbrættet. Det er et skole- og socialpædagogisk tilbud til børn og unge i svær skolevægring i Torshavns Kommune. Projektet deltager i det nordiske 0-24 projekt omkring udsatte børn og unge under Nordisk Ministerråd.

    ***

    Der findes så mange forskellige bjerge. Nogle er sværere at bestige end andre.

    Men jeg er taknemmelig for, at I arbejder hen imod at flytte disse bjerge.

    For som minister har jeg har en idé om, hvor meget der kræves. Jeg véd, hvor hårdt mange børn, unge og deres familier er ramt. For når ét familiemedlem rammes på den psykiske helse, ja, så rammes en hel familie.

    Og jeg bliver inspireret af jeres tro på, at I – i fællesskab – kan flytte bjerge. Disse bjerge, der forhindrer så mange individer i at deltage i samfundet og i livet på jævn fod med os andre.

    Jeg bliver inspireret af, at I sætter barren højt, selvom vi véd, at det er en meget svær opgave at flytte et bjerg.

    Ingen kan flytte et bjerg alene. Men vi klarer det måske I fællesskab. Hvis vi tror på det.

    Det gør I. Det er denne konference et tegn på.

    Det er jeres næsten 100 år gamle samarbejde et bevis på.

    Og den lange vej, I allerede er kommet, understreger det.

    ***

    Én af Færøernes folkekæreste trubadurer, Kári P, har en velkendt strofe, der lyder sådan her:

    »og når troen ikke længere flytter alle dine bjerge – så tager jeg min gamle spade med.

    Jeg graver huller, hvor vi kan få fred«

    Det er godt at tro på, at man kan flytte et bjerg. Men udover troen kræves der ofte også hårdt arbejde.

    Men hvis vi alle tror på det - samtidig med, at vi arbejder sammen, ja, så kan vi gøre det.

    Spadestik for spadestik kan vi i fælleskab sørge for, at disse mennesker og deres familier kan få noget tiltrængt fred – indtil vi formår at flytte deres bjerge helt.

    Tak for ordet, tak for inspirationen – og jeg ønsker jer en god og givende konference.