Kapping
Kapping er alneyðug fortreyt fyri framgongd í einum marknaðarbúskapi. Kapping er ikki eitt mál í sær sjálvum, men eitt amboð at skapa økta vælferð. Virkin kapping tryggjar búskaparvøkstur, effektivitet og innovatión.
Kappingarlógin hevur til endamáls at fremja fulldygga samfelagsliga tilfeingisnýtslu til frama fyri fyritøkur og brúkarar. Hetta verður gjørt við at tryggja virkna kapping og soleiðis styrkja virkisførið í framleiðslu og handli við vørum og tænastum o.ø. við mest møguligum gjøgnumskygni viðvíkjandi kappingarviðurskiftum og við tiltøkum ímóti avmarking í vinnufrælsinum og øðrum skaðiligum árinum av kappingaravmarkingum.
Kappingarráðið hevur eftirlit við lógini og reglum, ásettar sambært lógini. Til ráðið er knýtt skrivstova, Kappingareftirlitið, sum vegna Kappingarráðið hevur um hendur dagligu umsitingina. Fyri at útinna áðurnevndu uppgávur er neyðugt hjá Kappingarráðnum at hava gott innlit í kappingarstøðuna á einstøku marknaðunum í Føroyum. Hetta innlit fæst lutvíst við, at størri kanningar verða framdar av marknaðum og vinnugreinum og við málsviðgerð av einstøkum málum.
Nærri kunning fæst á heimasíðuni hjá Kappingareftirlitinum www.kapping.fo