Ferðavinna
Visit Faroe Islands varð stovnað í mai 2014, tá ið Ferðaráð Føroya við lóg varð umskipað til alment partafelag. Visit Faroe Islands P/F skal - vegna landið - samskipa og marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland, og málið er m.a., at umsetningurin frá ferðavinnuni skal vera komin upp á 1 mia. kr. í 2020.
Visit Faroe Islands P/f umsitur eisini, vegna Uttanríkis- og vinnumálaráðið stuðulin til tey seks økisferðavinnufeløgini kring landið, umframt aðrar stuðulsskipanir, ferðavinnuni at frama. Visit Faroe Islands umboðar Føroyar í ferðavinnufelagsskapinum NATA, ið er eitt ferðavinnusamstarv millum Føroyar, Ísland og Grønland.
Samgongan hevur sett sum mál í samgonguskjalinum, at ferðavinnan skal mennast miðvíst, so fleiri ferðafólk koma til landið. Hetta skal millum annað gerast við at fylgja strategiini um at marknaðarføra Føroyar og við átøkum, sum stimbra ferðavinnuni kring alt landið.
Í 2016 setti landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum ein arbeiðsbólk at orða eina virkisætlan fyri ferðavinnuna, sum skal vera grundarlag undir einari tilgongd at menna ferðavinnuna innanlanda í Føroyum.
Arbeiðsbólkurin handaði landsstýrismanninum heildarætlanina Ferðavinna í Føroyum – ein ábyrgdarfull og burðardygg leið 5. mai. 2017.
Høvuðsniðurstøðurnar og tilmælini eru lýstar at í faldaranum Ferðavinna í Føroyum – ein ábyrgdarfull og burðardygg leið.