Sendistova Føroya í Reykjavík

Við undirritanini av Hoyvíkssáttmálanum í August 2005, gjørdu føroyska og íslendska stjórnin av at víðka búskaparliga samstarvið landanna millum. Hoyvíkssáttmálin kom í gildi 1. november 2006. Eitt ítøkiligt úrslit av sáttmálanum var, at stjórnirnar báðar tóku stig til at lata upp umboðsstovur í høvuðsstøðunum hvør hjá øðrum. Íslendska aðalkonsulátið lat upp í Gongini í Havn í apríl 2007 og føroyska sendistovan lat upp í Austurstræti 12 í Reykjavík sama ár, men flutti 1.juni 2013 á ovastu hædd í Túngötu 14.

Føroyar og Ísland eru grannatjóðir og hava felags søgu og mentan. Londini bæði hava í mong ár samstarvað á ymsum økjum, tó at tað søguliga hevur verið á fiskivinnuøkinum, at mesta samstarvið er farið fram.

Endamálið við sendistovuni í Reykjavik er at styrkja okkara politisku, umsitingarligu, mentanarligu, vinnuligu og búskaparligu viðurskifti við Ísland. Sendistovan arbeiðir m.a. við at beina burtur forðingar fyri vinnuligum virksemi landanna millum. Sendistovan arbeiðir eisini við at skapa samband við tey lond, ið longu hava diplomatiska umboðan í Reykjavik.

Heimasíðan gevur almenna kunning og upplýsingar um Føroyar, føroysk-íslendsk viðurskifti umframt at vísa á viðkomandi heimasíður.

Sendistova Føroya í Reykjavík virkar fyri at styrkja og eggja til økt samstarv landanna millum. Hava tit spurningar, hoyra vit fegin frá tykkum.

Vinarliga

Hanna í Horni

Sendikvinna Føroya í Reykjavik

 

CV hjá sendikvinnuni.

 

 

Head of Representation

Hanna í Horni

Tel. +298 556104 / +354 8560061

Email: hanna@mfa.fo