Røða hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, tá hon setti aðalfund Føroya Lærarafelags 2017 í Skúlanum við Løgmannabreyt tann 25. mars 2017
Frá jarðarkringi fram við sjeynda garð’
eg fór, og hátt meg Sáturns tróna bar;
og manga fløkju greiddi ferðin mær,
men ikki tað, ið mannalívið var.
Soleiðis hugleiðir persiska skaldið og stjørnufrøðingurin Omar Khayyám (1048–1131) um mannalívið í longu yrking sínari “Rubaijat”, sum Rikard Long so meistarliga týddi nøkur ørinidi úr í 1913, við yvirskriftini “Úr Rubaijat”.
Vit kunnu skúla okkum so nógv vit vilja, men um vit so koma heilt út um sjeynda garð og verða borin hátt av Sáturns trónu, so megna vit framvegis ikki í dag at loysa ta stóru fløkju – ella gátu – sum mannalívið er.
Góðan morgun øll somul.
Góðu lærarar, leiðslur og nevnd Føroya Lærarafelags. Takk fyri innbjóðingina og høvið at bera tykkum eina heilsan á aðalfundinum í dag.
Heild heldur enn petti
Skúlin er gylti hornasteinurin í demokratiska vælferðarsamfelagnum. Tað er í skúlanum, at vit gerast samfelagsborgarar og heimsborgarar.
Tí má skúlin síggja tað heila menniskjað, og vit sum samfelagð mugu síggja læringina í síni heild.
Lyklaorðið er burðardyggleiki í øllum lutum.
Samfelagsliga hava vit í alt ov langa tíð hildið, at vit kunnu petta alt sundur, at vit t.d. bara kunnu hyggja at búskaparvøkstri uttan samstundis at hyggja at umhvørvisligu og sosialu fylgjunum. Men vit mugu hugsa í heildum og sambondum, vit mugu síggja samfelagið, ikki bara okkara egnu spegilsmynd. Hetta krevur meira enn paratvitan og førleikar, sum kunnu mátast og vigast. Hetta krevur, at vit duga at hugsa og handla sjálvstøðugt, kritiskt, konstruktivt og reflekterandi.
At geva pisuni røtur
Tað er ein løgin tíð, vit liva í. Ein rembingartíð, ein skiftistíð. Tað, sum var gott og satt í gjár, er kanska nakað heilt annað í dag.
Tað er henda globaliseraða, kompleksa og marknaðarstýrda veruleika, okkara ungu skulu finna eina meining í – sína lívmeining!
Longu í 1962 hevði William Heinesen eina lýsing av samfelagsgongdini, sum tíverri ikki er vorðin minni aktuel. Yrkingin “Verdens undergang” byrjar soleiðis:
Ganske almindelig torsdagsaften i London.
Lysreklamer tændes og slukkes over regnvåd asfalt.
De samme insipide tegn gentager sig uophørligt
Som på sindssyges tegninger.
Lysavisen ruller bestandig samme bånd.
Verden regeres demokratisk efter storindustriens principper.
Fiskens koldsindige lov hævder sig stadig stolt i sin monumentale simpelhed:
De store æder de små.
Teir stóru eta teir smáu, fólkaræði og stórídnaðurin verða skipað eftir somu meginreglum, meðan hin einstaki er í vanda fyri at drukna í áhaldandi ljóslýsingum og ljóðavísum. Miðlar og marknaður, lið um lið. Soleiðis var tað longu fyri hálvari øld síðan, og tí tosaði William (í somu yrking) um at, “teknikken har nedbragt tidsfristen for kulterens definitive undergang.”
Í dag møta vit ikki bara øllum heiminum, tá vit fara til London, og vit verða ikki bara bumbað við lýsingum og óendaligum tíðindum, tá vit fara út á gøtuna ella út á netið. Nei, okkara ungu eru longu mitt í hesum flótandi veruleika, hesum stríða streymi, tá tey vakna um morgunin og skrolla gjøgnum telefonskíggjan áðrenn kornflakes. Kompleksiteturin, marknaðurin, tann alternativi faktualiteturin og globaliseraði veruleikin eru so at siga flutt inn í okkum.
Hvør eri eg? Tykist vera størsti spurningurin.
Eri eg onkur ella ongin?
Fyri at kunna navigera trygt og finna leiðina fram, mugu vit kenna okkara útgangsstøði, okkara samleika. Bæði sum einstaklingur og partur av felagsskapinum. Hetta er tann førningin, vit skulu geva okkara ungu møguleika at ogna sær millum annað í skúlanum. Tann dygga barlastin, sum ger, at tey ikki verða drigin við, ella fara um koll av tilvildarligum vindum.
Tí má skúlin vera við til at grundfesta næmingarnar í søguligari, samfelagsligari og mentanarliga fatan og innlivan, sum ger tey mótstøðufør – ella ein kundi sagt før fyri at sálda og skikka at kunna velja til ella frá, tá ið tey til dømis møta antidemokratiskum rákum, postfaktuella tíðindafloyminum og fremmandagerandi tøkniligar tænastur.
Hvønn fólkaskúla ynskja vit
Vit eru øll samd um, at vit ynskja ein góðan fólkaskúla, men hvat er ein góður fólkaskúli, og hvussu skapa vit skúlan, sum mennir okkara børn til lívsins avbjóðingar? Bæði aktuella barnalívið og komandi vaksnalívið?
Hóast tey siga, at øll virðir eru upployst, at vit eru mentanarliga frísett, og at alt er relativt, so hava vit her í Norðurlondum framvegis hitt fagrasta spjaldramerkið av øllum – okkara fólkaræðið, sum er einasta vápnið ímóti vápnunum.
Tí skulu vit virka fyri, at okkara ungu ogna sær førleikar at taka avgerðir, og vera tilvitað um samfelagsviðurskifti og spælireglurnar í einum demokratiskum samfelag, at taka ábyrgd, at virka saman við øðrum, og at tey læra at seta orð á sínar dreymar, hugsanir og ætlanir.
Føgur orð, góð mál
Endamál fólkaskúlans er at búgva næmingarnir til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag, Hetta eiga vit at hava sum mál í øllum virksemi skúlans og eisini ásetingina um, at undirvísing og gerandislív skúlans eigur at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði.
Hetta eru ikki bara føgur orð, men høg mál, sum vit seta okkum í okkara felags arbeiði at skapa tann góða fólkaskúlan, har barnið undrast og mennist og verður heimsborgari.
Innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi, skyldur, andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði. Vit skuldu havt hesi hugtøk hangandi um hálsin, fest tey á køliskápshurðina, og vit skuldu mint hvønn annan á tey hvønn dag. Og eg fái hug at leggja afturat, at størst av hesum er fólkaræði.
Dannilsi í skúlanum
Vit hava seinastu árini lagt so stóran dent á alt, sum kann mátast, og vit hava sett tað ájavnt við góða ella vánaliga undirvísing. Næmingarnir skulu hava fakligar avbjóðingar, eingin ivi um tað. Teir skulu læra tabellir og bendingar, at greina og tulka, at stava og rokna, og at nýta síni mongu skapandi evni í flokkinum. Fakliga læringin kann tó ikki standa einsamøll.
Dannilsi, sum ikki letur set máta, er evnini at bera seg at millum onnur, at luttaka og vísa fyrilit og virðing fyri øðrum. Dannilsi er eisini at kenna tína søgu og mentan og títt stað í heiminum. Og dannilsi er at mennast sum eitt heilt menniskja við breiðari vitan, at gerast tilvitað um teg sjálva og onnur í samfelagnum, og at virða fólkaræðisligar mannagongdir og ymiskleikan í samfelagnum.
Er tað nóg mikið, at næmingarnir einvíst tráa eftir bestu próvtølunum, hvussu teir sleppa inn á bestu útbúgvingarnar ella fáa hægst lønta starvið? Nei, teir mugu kenna seg sum ein part av felagsskapinum, av vistskipanini, av samfelagnum, og av einum heimi í broyting. Teir skulu kenna seg sum onkur!
Fyri at náa hesum er umráðandi, at fólkaskúlin er kveikjandi í sínum virksemi, og at tann námsfrøðiligi parturin í læringini hevur stórt pláss. Eg eri fullvís í, at hesa uppgávu megnar skúlin. Fortreytirnar eru, at lærarar og leiðsla hava umstøðurnar fyri fakligari og námsfrøðiligari menning bæði í einum fakligum umhvørvi, í sparring og eftirútbúgving.
Tíð at verða menniskja
Tit, lærarar, eru mergurin í øllum skúlaskapi. Góð læring krevur góðar lærarar, tí øll góð læring fer fram í einum relationellum sambandi við onnur menniskju.
Góð læring krevur eisini góða tíð, góð læring krevur frið, góð læring krevur endurtøkur og góð læring krevur djúphugsan. Og hetta verður lætt ein mangulvøra í dagsins samfelag, har málið tykist vera profitmaksimering í øllum liðum. Men vit mugu ikki gloyma tað dýrabara menniskjaliga sambandið. Tað tekur tíð at læra, og tað krevur fysiska samveru við onnur at dannast. Og tí er eisini hugaligt at síggja, hvussu skúlabókasavnið í alt fleiri skúlum letur dyrnar upp og er snúningsdepil fyri djúphugsan og læring.
Og so til politikkin
Góðu skúlafólk
Tað er ikki alt, sum kann teljast, sum telur, og tað er ikki alt, sum telur, sum kann teljast, skal Albert Einstein hava sagt. Hvørja ferð vit seta ítøkilig mál, sum kunnu mátast, er vandi fyri, at tíðin fer frá tí týdningarmikla relationella og kreativa, tí alment og demokratisk dannandi.
Tíverri hevur málstýringsregime verið ráðandi paradigme í fleiri ár, men tað tykist í løtuni sum at pendulið svingar inn aftur móti miðjuni, har størri javnvág er millum fak og dannilsi, hond og ond.
Vit hava eisini verið stýrd av hesum ráki, tá vit hava gjørt námsætlanir og próvtalsstigar, landsroyndir og PISA-kanningar, og heilt gjørt læringina til eina avrikskapping í staðin fyri eina dannandi millummenniskjaliga tilgongd.
Sum landsstýrisfólk í skúlamálum er mítt mál at føra ein skúlapolitikk, har vit ikki implementera fleiri mátitól og kappingarelementir, ella blint avrita loysnir úr eitt nú Danmark. Landsroyndir verða í løtuni endurskoðaðar, og úrslitini frá Pisa brúkt í námsfrøðiligari gransking. So fáa vit at síggja, um úrtøkan er alt stríðið vert.
Í samgonguskjalinum verður sagt, at farast skal frá eftirliti til álit í almennu skipanini. Tí arbeiði eg fyri at minka um alla óneyðuga skráseting og eftirlit, millum annað í mun til virksemisætlanirnar, har hvør minuttir í læraralívinum verður markaður og skrásettur við skúlaársbyrjan. Eftir mínum tykki er hetta ein leiðlsuuppgáva at leiða og fordeila arbeiðið, og ikki ein uppgáva fyri Mentamálaráðið. Men virksemisætlanin er sum eitt inngrógvið hár, tað skal eg viðganga, tí sjálvt Lærarafelagið tvíheldur nú um hesar áður so útskeldaðu virksemisætlanir. So tað tekur tíð at venda skútuni.
Men onkur framstig eru, treyðugt so. Eitt nú verður ikki longur krav at gera undirvísingargongdir í grunddeildini.
Førleikastovurnar eru mentar við tímum og fakligari ráðgeving í støddfrøði.
Og játtanin til orðblindalærar er uppnormerað, so teir hava sama tímatal sum lesivegleiðarar.
Í fylgiskjalinum til samgonguskjalið staðfestu vit, at“Miðvís og skipað førleikamenning og eftirútbúgving av leiðslum, lærarum og námsfrøðingum verða settar í verk.”
Sum liður í at førleikamenna skúlaleiðarar havi eg gjørt av at seta í verk eftirútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu. Skúlaleiðslan skal ganga á odda í menningini av einstaka skúlanum, og tí skal útbúgvingin bæði veita leiðarum ástøðilig og verklig leiðsluamboð og styrkja námsfrøðiligu fatanina hjá leiðarum.
Í august byrja tey fyrstu á námsfrøðiligu leiðsluútbúgvingini, sum er ætlað sum eitt menningarátak í føroyska fólkaskúlanum, og er útbúgvingin í fyrsta umfari serliga ætlað teimum, sum hava leiðsluábyrgd í fólkaskúlanum ella fólk, sum kundu hugsast at farið tann vegin. Ætlanin er eisini at tryggja eina ávísa geografiska spjaðing, so at leiðslumenningin kemur øllum landinum til góðar.
Umsóknarfreist til nýggju útbúgvingina verður 15. mai, og um hálvan apríl verða nærri boð um umsókn løgd út á heimasíðuna hjá Setrinum. Tað verður bæði møguligt at taka diplom og ískoytisnám, og útbúgvingin verður bæði ástøðilig og knýtt at aktuellum avbjóðingum, sum leiðslurnar standa við. Henda verkætlan er sum sagt ein skúlamenningarverkætlan, og sum landsstýriskvinna á økinum gleði eg meg at síggja, hvussu útbúgvingin fer at síggjast aftur í skúlunum kring landið.
Ætlanir eru eisini um eftirútbúgving fyri KT-vørðir, skúlabókavørðir og svimjilærarar, umframt at vit í ár klekja bæði støddfrøðivegleiðarar og lestrarvegleiðarar, sum vit sjálvandi mugu finna tímar til í skúlanum eisini.
Hvør eri eg? Var spurningurin eg setti í áðni. Hetta er viðkomandi spurningur, ikki minst í dag, har nógv børn og ung hava ilt í lívinum. Tað er okkara ábyrgd sum vaksin at skapa karmar, so børnini kunnu trívast – bæði við sær sjálvum og saman við øðrum.
Í samgonguskjalinnum siga vit: “Samgongan tekur trupulleikar við trivnaði og happing á dagstovnum, í fólkaskúla og á miðnámi í størsta álvara og setir tiltøk í verk í hesum øki.”
Dannilsi, menning og læring – tað, ið fólkaskúlin skal snúgva seg um – hongur óloysiliga saman við trivnaði. Tí raðfesti eg menning innan trivnðarøkið høgt.
Við støði í kanningum frá 2007 og 2015 hava vit sett fleiri tiltøk í verk fyri at styrkja trivnaðin og basa happingini í skúlunum.
Samstundis sum skúlarnir í løtuni arbeiða miðvíst við tilfari og vitan frá teimum átøkum, sum hava verið seinastu tíðina, arbeiðir Mentamálaráðið við at gera námsætlan fyri trivnað í fólkaskúlanum. Henda verður vantandi tøk til skúlaársbyrjan komandi. Eisini er ætlanin at útvega trivnaðarkanningar, sum eru tøkar til skúlarnar at nýta til innanhýsis nýtslu í skúlunum.
Skúlarnir hava fingið útsett freistina at hava endurskoðaða trivnaðarætlan í tráð við endurskoðaðu fatanina av happing til oktober í ár. Í heyst verður eisini skipað fyri skeiði fyri AKT-lærarum um trivnaðarfremjandi arbeiði í skúlanum, og á heysti í 2018 verður landsumfatandi trivnaðarkanning millum fólkaskúlanæmingar.
Eitt annað mál, sum vit settu okkum í samgonguskjalinum var, at “Førleikarnir at skilja og luttaka í fólkaræðinum eiga at verða styrktir frá barnsbeini.”
Her hava vit sett í verk eina royndarskipan, har samfelagsfrøði verður kravd lærugrein í 7. til 9. flokki.
Byrjað verður í august í ár, tá allir 7. flokkar fáa undirvísing í samfelagsfrøði. Lærugreinin fevnir um trý høvuðsevni, búskap, sosiologi og politikk, sum hvørt aftur eru býtt í fýra undirevni.
Í 7. flokki verður serligur dentur lagdur á fólkaræði og á demokratisku luttøkuna. Hetta hongur væl saman við okkara ynski um at gera tey ungu til virknar demokratiskar borgarar, sum kenna síni rættindi og skyldur.
Nám ger í løtuni tilfar við støði í námsætlan, sum er gjørd til lærugreinina, og undirvísingarbókin til 7. flokk verður longu tøk, tá skúlin byrjar aftur eftir summarfrítíðina.
Samgongan setti sær eisini sum mál, at “einstøku skúlarnir fáa størri sjálvræði”. Og “skúlarnir kring landið verða skipaðir í hóskiligar samstarvseindir.” Hetta er eitt arbeiði, sum sjøtul er settur á, og sum verður viðgjørt breitt politiskt í einum fylgibólki.
Grundarlagið undir viðgerðini hava m.a. verið álitini um skúlabygnað og læriumstøður og um sernámsfrøðiliga økið innan fólkaskúlan. Harumframt hevur Fólkaskúlaráðið latið úr hondum tilmæli um 10. flokk, sum eisini er partur av viðgerðini.
Málsetningurin hjá landsstýrinum um, at í “samráði við fakfólkið á skúlaøkinum, eigur fólkaskúlin at verða endurskoðaður bygnaðarliga viðvíkjandi lærugreinasamanseting og skipan av skúlaári” verður eisini partur av hesum arbeiðið. Í mai verða temadagar um hesi evni fyri politisku flokkunum, har vit viðgera evnið yvirskipað saman við fakfólki.
Góðu skúlafólk
Eg fari at enda hesa røðu og ynskja tykkum ein góðan aðalfund við einari heilsan frá stóra filosoffinum Immanuel Kant (1724–1804) sum segði tað so rámandi 600 ár aftan á Omar Khayyám: Tvey mál fylla mítt sinn við undran og hávirðing, tað er stjørnuhimmalin yvir mær og morallógin innií mær.
Tað er nógv, sum kann mátast og vigast, men ikki alt. Eitt av hesum er mannalívið. Tað gátuføra mannalívið. Tað skal livast.
Góðan aðalfund!