Nú freistin er farin, hevur Mentamálaráðið fingið áleið 60 ymisk uppskot um, hvat skal vera í Hoydølum.
Í vár heitti Mentamálaráðið á almenningin um at senda inn uppskot til, hvat virksemi skal vera í Hoydølum, tá Studentaskúlin á Glasir flytir út í Marknagil.
Í lýsingini stóð millum annað, at “Uppskotini skulu verða ein yvirskipað lýsing av, hvussu økið verður best brúkt og kemur flest borgarum at gagni. Fyri at tryggja, at álvari er handan innkomnu uppskotini, skal verkætlanarlýsing og fíggingarleistur fyriliggja”.
Áhugin fyri átakinum hevur verið stórur, og nú freistin er farin, hevur Mentamálaráðið fingið áleið 40 íkast sendandi við 60 ymsum uppskotum líka frá barnaheimi til kaffistovur, listadepil og hospice.
Longu nú sæst, at fleiri av hugskotunum lúka ikki kravið um, at fíggingarleistur skal fyriliggja.
Niðanfyri hevur Mentamálaráðið leysliga bólkað innkomnu uppskotini, og tá sær myndin nøkulunda soleiðis út:
Barnaheim 1
Bústaðir (til ung og eldri) 7
Ellis- og røktarheim, eldraøkið, heilsubótardepil, uppvenjing og hvíldarheim 17
Frílendisætlanin, Frítíðaraktivitetir og náttúruupplivingar, Náttúru- og djóralund 8
Handlar, kaffistovur 2
Hospice 3
Hotel, gistingarhús og matstovuvirksemi 4
Ítróttarvirksemi (Golfvøllur, Innandura rennibreyt,Skatehøll /skatepark) 3
Listamiðstøð 1
Psykiatriskt og sosialt viðgerðarstað 2
Skúli og undirvísing 5
(Fróðskaparsetur, Føroya Fólkaháskúli, Privatur miðnámsskúli, politiskúli og endurútbúgvingarvirksemi)
Tjóðsavn Føroya og savnsvirksemi 3
Mentamálaráðið er sera fegið um ta stóru undirtøku, málið hevur fingið, og ráðið fer nú at viðgera uppskotini nærri.