Sum kunnugt er Fróðskaparsetur Føroya 50 ár í dag og í hesum sambandi helt Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, røðu í Norðurlandahúsinum. Sí niðanfyri standandi:
Kæri rektari og lærarar. Kæra stýri og studentar. Kæru áhoyrarar!
Hjartaliga til lukku við 50-ára føðingardegi Setursins.
Tá ið eg setti meg at hugsa um, hvat og hvussu eg skuldi heilsa Fróðskaparsetrinum á hesum hátíðardegi, fóru tankarnir at sveima – kanska í meira lagi. Og tað kann verða bæði vandamikið og spennandi.
Tí gjørdi eg ikki mætari enn at hyggja væl og virðiliga í álmanakkan, og eg mátti skjótt grípa í egnan barm og staðfesta, at Setrið er nakrar krákumánaðir eldri enn eg sjálvur. Við øðrum orðum: Setrið hevur verið til alla mína livitíð, – og skal eg sjálvur siga tað, so er tað ikki so lítið.
Hugsi eg haraftrat um, hvussu nógv lívið hevur lært meg hesi árini, eri eg ikki ovfarin av, um Setrið og tit á Setrinum eisini hava lært nógv.
Í hesum døgum verður nógv tosað um at fáa unga fólkið at støðast og at fáa fólkið heim aftur.
Hetta er einki nýtt.
Í 1945 komu nógv fólk heim aftur.
Í 1952 stovnaðu summi teirra Fróðskaparfelagið. Hesi undangongufólk fóru straks undir at fyrireika universitetsútbúgving í Føroyum.
Sum so nógv annað tók hetta langa tíð. Ivaleyst tí at tey, ið undan gingu, høvdu onnur ábyrgdarfull størv at røkja, og ivaleyst tí at tey, ið tá ráddu fyri borgum, trúðu ikki øll upp á ætlanina.
Men 20. mai 1965 varð fyrsta lógin fyri Fróðskaparsetrið lýst, og tað er henda dagin, vit í dag hátíðarhalda.
Hvørjum byrjaði alt so við?
Alt byrjaði við málinum. Og tá ið fyrsti fyristøðumaðurin á nýggju Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya skuldi finnast, varð sjálvandi leitað til Keypmannahavnar, til tann tá skjótt 65 ára gamla Chr. Matras, sum tá var professari í føroyskum við Lærda háskúlan í Keypmannahavn. Heim við sær í 1965 hevði hann hitt stóra seðlasavnið til føroyska orðabók, ið hann hevði tikið saman, árini hann hevði búleikast í Keypmannahavn.
Hetta var tann best hugsandi grundvøllurin at byggja universitetið á. At fáa málið fyrst upp á pláss. Hugburðurin var, at hevði tú tak á málinum, var langt komið.
Føroyingar hava havt skúlar langt aftur í tíðina. Vit kunnu t.d. nevna Føroya Læraraskúla og Navigasjónsskúlan, sum báðir eru væl eldri enn Fróðskaparsetrið. Og leita vit longur aftur, hava vit bæði ’Latínskúlan í Havn’ og ’Bispasetrið í Kirkjubø’, sum vóru lærdir skúlar.
Vit hava eisini fostrað nógv fróðskaparfólk millum ár og dag.
Ein av fyrrverandi professarunum á Setrinum, Hans Jákup Debes, skrivar soleiðis um ein vælútbúnan føroying, sum vit øll kenna:
”Vist er, at Sverri var óvanliga væl útbúgvin maður, tá ið hann 25 ára gamal fór úr Føroyum um 1175.”
-----
Elding fyllir 20 ár varð lýst við í Útvarpinum henda dagin. Várframsýningin bleiv 25, Eirargarður 35, Almannaverkið 40, Setrið 50, Jóan Pauli Joensen 70, Pippi Smokkuleggur 70 (í morgin), fyritøkan Leif Mohr 80 og Norðlýsið 100 ár. –
Soleiðis kanst tú halda áfram at ramsa upp. Og tú staðfestir enn eina ferð, at soleiðis fer tíðin við øllum!
Og meðan tíðin gongur, hendir tað, at vit bæði fáa og missa. Lívið heldur áfram við sínum jaligu løtum og við sínum neiligu løtum. Hetta er lívsins gongd.
- Tíbetur er gleðin um tað, vit fáa, størri enn sorgin um tað, vit missa.
Nógvir eru mátarnir at halda føðingardag.
Summi rigga til veitslu og bjóða vinum og kenningum inn á gólvið, og tey dansa og eta og drekka til tann ljósa morgun. Summi fara ein túr í hagan - og taka allar gestirnar við. Summi gleða okkum lesarar við at geva bøkur út á sínum egna føðingardegi! Og summi eru burturstødd føðingardagin.
Fróðskaparsetrið er heima í dag! Tit hava valt at halda ’gullbrúdleypsdagin’ við manér. Hetta skulu tit hava tøkk fyri.
Orðið ’kampus’ – ella “setursøkið” – “lestrarlátur” ella, hvat vit velja at kalla tað, er komið mær fyri oyrað nógvar ferðir í seinastuni. Og eg má bara viðurkenna, at tað, at fáa Setrinum ein ’kampus’, er ein kampur fyri seg.
Fróðskaparsetrið er ikki burturstatt føðingardagin. - Fróðskaparsetrið er heima í dag!
Men heima – hvar er tað?
Á Debesartrøð? Í Nóatúni? Handan Á? Í V.U Hammershaimbsgøtu? Í Jónas Broncksgøtu? Í Bókbindaragøtu? ella í J.C.Svabosgøtu?
Er heima til? spurdi nýggjasti doktarin á Fróðskaparsetrinum, Bergur Djurhuus Hansen, fyri nøkrum døgum síðan. Hann fekk einki eintýðugt svar tann dagin, men hann lat tað mest sum sveima í luftini, at heima var mest í hugaheiminum. Hjá honum man tað vera tað sama sum hjá Setrinum ella sum hjá ’Visjón 2015’ á sinni: Svarini blivu hangandi í luftini.
Eg vildi ógvuliga fegin staðið her í dag – í einum glæsiligum, spildurnýggjum Setursskála, umgyrdum av bringumyndum av øllum undangongufólkunum og ynskt okkum øllum til lukku við teimum fyrstu hálvthundrað árunum hjá Fróðskaparsetri Føroya.
Hóast tað ikki er støðan – so eri eg fegin um, at tað við vælvild frá politiska myndugleikanum og mugnagóðum íkasti frá leiðslu og starvsfólki á Setrinum, hevur eydnast at spenna bogar hægri og hægri, hvat útbúgvingartilboðum og tali av lesandi viðvíkur. Í dag eru 700 fulltíðarlesandi.
Men avbjóðingar eru framhaldandi at tryggja, at útbúgvingarnar eru á altjóða góðskustigi, og at gransking gerst ein enn størri partur av vikseminum.
Lógin frá 2008 og samanleggingartilgongdin av Setrinum, Læraraskúlanum og Sjúkrasystraskúlanum hava saman slóðað fyri einum nýmótans universiteti, sum tað tekur tíð at byggja, og sum setir stór krøv bæði til bygnað og bygningar. Tað verður meira og meira átrokandi at fáa húsaspurningin loystan.
Og eg eri ikki í iva um, at ítøkilig úrslit fara at síggjast á hesum øki um heilt stutta tíð.
Stórsta avbjóðingin komandi árini verður at skapa umstøður til fleiri ung, at útbúgva seg her heima. Í tí sambandi hava lestrarumhvørvið, útboð av hóskandi útbúgvingum, góðar og bíligar lestraríbúðir og nøktandi lestrarstuðul stórst týdning.
Men vit skulu eisini minnast til, at tað eisini eru aðrir faktorar, sum skulu havast í huga í sambandi við lærdan háskúla á altjóða stigi. Eitt nú innihald í útbúgvingum, fígging og alt tað sosiala uttanum.
Tað er eisini neyðugt, at Setrið vinnur sær viðurkenning millum fólkið um alt landið, og eri eg sera fegin um, at Setrið er farið undir at lata lesandi kring landið fylgja lesnaðinum á netinum umvegis fjarlestur. Fjarlestrardeplar eiga eisini at verða partur av framtíðarmenningini av Fróðskaparsetrinum.
Tað er mín avgjørda fatan, at tað er rætt at útbyggja økið, har undangongufólkini settu spakan í fyri umleið 50 árum síðan, soleiðis at tað í framtíðini verður á FRÆLSINUM, at høvuðssætið hjá Setrinum verður.
Har hava vit longu, sum er, ein stóran part av virkseminum hjá Setrinum, og har hava vit eisini aðrar samstarvsstovnar, sum Havstovuna, partar av Søvnum Landsins, Vinnuháskúlan og Landssjúkrahúsið.
Og høvuðsboðskapur mín í dag til tykkum øll, sum varða av Fróðskaparsetrinum og til tykkum lesandi er, at vit nú ítøkiliga fara undir at savna virksemið á Frælsinum.
Fundarboðini koma í morgin!
Og so kunnu vit passandi syngja og dansa saman við kára p.:
”frælsi at velja
hvat tú skalt selja
teg sjálvan og frælsi títt til”
Eg fari at takka øllum, sum hava sligið manngarð um Fróðskaparsetrið, og sum hava gjørt tað øll hesi árini, bæði núverandi rektara Sigurði í Jákupsstovu við sínari manning, og ikki minst teimum fyrrverandi rektarunum og starvsliðum teirra, eisini teimum, sum eru til staðar her í dag: Jóan Paula Joensen, Peturi Zachariassen og Maluni Marnersdóttir. Takk fyri tykkara leiklut – øll somul.
Meðan hann bíðaði, búði og virkaði Chr. Matras meginpartin av lívi sínum í Keypmannahavn, men alt tað hann skrivaði, spratt onkursvegna úr heimbygdini.
Heimbygdin var hansara universitet og stórt sæð eisini hansara kampus -, eisini tá ið hann gevur okkum hesa lívsjáttandi eygleiðing um heimaoyggj sína:
“Og fuglaringar um stavn og bógv
teir lívga upp urð og skor.
Og fólk og fæ og spógvamál
er hin dýri farmur um borð.”
Chr. Matras: Viðoy
Frá Føroya Landsstýri og okkum øllum í Mentamálaráðnum skal við hesum ljóða ein heilsan til Fróðskaparsetur Føroya við øllum hugsandi góðynskjum. Takkað verður fyri samstarvið øll árini, og - flaggskipinum í føroyska útbúgvingarverkinum verður ynskt blíðan byr í árunum, sum koma.
Enn einaferð hjartaliga til lukku!
Takk fyri.