Norðurlendskt seminar um fjarlestur sum menning í útjaðaranum og røða hjá landsstýriskvinnuni
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, setti í mikumorgunin 21. september 2011 eitt norðurlendskt seminar í Norðurlandahúsinum um fjarlestur sum menning í útjaðaranum:
“Hvussu kann fjarlestur – læring og útbúgving – fremja menning í fjarskotnum økjum – avbjóðingar og tilgongdir í Føroyum.
Fyriskipari var norðurlendskt netverk innan vaksnamannalæring (NVL) - ”Distans”, hvørs limir koma úr Íslandi, Noreg, Svøríki, Danmark, Finnlandi og Føroyum.
Úr Føroyum vóru luttakarar m.a. úr føroyska útbúgvingarverkinum – skúlum og stovnum, umboð frá kommununum o.o. Á skránni vóru ymiskir áhugaverdir fyrilestrar, verkstovur og plenum við niðurstøðum frá verkstovunum.
Sí niðanfyri standandi røðu hjá landsstýriskvinnuni:
Fjarlestur
Hvussu kann fjarlestur, læring og útbúgving fremja menning í fjarskotnum økjum - avbjóðingar og tilgongdir í Føroyum.
Háttvirda samkoma. Vælkomin til hesa ráðstevnu, sum hevur sett eitt týdningarmikið evni á dagsskrá, nevniliga fjarlestur, og hvussu vit megna at fremja fjarlestur í einum lítlum, fjarskotnum, men kortini framkomnum samfelag sum okkara.
NVL, sum skipar fyri hesum seminari, er stytting fyri Nordisk Netværk før vuksnas lærande, og arbeiðir hesin felagsskapur við læring hjá vaksnum við støði í hugtakinum “lívlong” læra. Og er eitt av endamálunum at menna og byggja upp tey netverk, sum eru infrastruktururin í hesari serligu útbúgvingarskipan.
Vantandi fólkavøkstur og útflutningur av okkara besta fólki er ein av okkara allar størstu avbjóðingum.
Somuleiðis vita vit at, fólkatalið í Føroyum stendur í stað, og at búskaparvøksturin av tí sama gongur ov seint. Hetta má og skal broytast.
Til tess at tryggja bæði fólkavøkstur og búskaparvøkstur er neyðugt við miðvísari íløgu í útbúgving, og tað er neyðugt at lata upp møguleikar fyri so nógvum sum møguligt at útbúgva og at eftirútbúgva seg – júst við støði í hugtakinum “lívlong” læra.
Tí tað er jú soleiðis, at tann, sum heldur seg vera liðugt útbúnan í dag – er meira liðugur enn útbúgving.
Hví fjarlestrarskipan?
Lat meg nevna eina røð av staðfestingum og orsøkir til, at vit skulu seta eina fjarlestrarskipan í verk:
1. Fyri tað fyrsta er alt umráðandi, at vit tálma verandi gongd við brain drain:
a. Yvir 60% av føroyingum, sum lesa hægri lestur, lesa uttanlands (1.100 lesandi),
b. í Íslandi er talið umleið 25%,
c. í hinum Norðurlondunum liggja tølini millum 3% og 8%,
d. føroyingar eru yngri, enn aðrir norðurlendingar, tá ið tey fara uttanlands,
e. føroyingar eru uttanlands eitt longri tíðarskeið,
f. bert umleið helmingurin koma heim aftur,
g. føroyska samfelagið missir umleið 150 vælútbúgving ungfólk hvørt ár (1/3 av teimum sum fáa hægri útbúgving). Tað ljóðar kanska ikki av so nógvum, men til tess at seta talið í perspektiv, kunnu vit hugsa okkum , at sama gongd hevði merkt, at 15.000 vælútbúgvin ungfólk í Danmark hvurvu á hvørjum ári.
2. Fyri tað næsta fyri, at fleiri av teimum tilkomnu borgarunum, ið ikki hava útbúgving, fáa møguleika at økja førleikar sínar.
3. Fyri tað triðja vita vit, at tað er bert eitt avmarkað tal av útbúgvingum, ið verða útbodnar í Føroyum. Við einari fjarlestrarskipan høvdu vit fingið hópin av fleiri møguleikum at valt millum.
4. Fjarstøða Føroya til onnur lond.
5. At samskiftistøknin gevur møguleika fyri hesum.
Hvussu skal ein føroysk fjarlestrarskipan skipast?
Til tess at fáa svarað nøkrum av hesum spurnignum, setti eg eina nevnd at fyrireika eina føroyska fjarlestrarskipan, og hvussu vit kunnu skipa eina lestrarstuðulsskipan, sum mennir fjarlestur eisini. Niðurstøðurnar eru á leið hesar:
1. Økt útboð av samansettum útbúgvingum á Setrinum hevði havt við sær betri og ríkari lestrarumhvørvi fyri lesandi og starvsfólk. Hetta verður eisini ofta kallað “joint degree.” At Fróðskaparsetrið so at siga verður portrið inn til eina útbúgving hjá tí einstaka, men at útbúgvingin bert partvís verður nomin her:
a. KT-verkfrøði sum fyrimynd
b. Lesandi fáa stuðul frá Studna
2. Fjarlestrardeplar:
a. Økismenningarpolitikkur
b. Knýtt at núverandi miðnámsskúladeplum
c. Lestrarvegleiðing
d. Royndir í Skotlandi og Íslandi
3. Stuðulsskipan til fjarlestur á deplunum:
a. Stuðul í mun til, hvussu nógv verður lisið
b. Stuðulin partur av samlaðu lestrarkvotuni
c. Stuðul í mun til inntøku
d. Stuðulin verður latin eftir, at próvtøkurnar eru skjalfestar
Vit hava nakrar skúladeplar kring landið, sum kundu verið heimstaður, check-point og fundarstaður hjá fjarlesandi. Eg kann í hesum sambandi nevna, at tað beint nú sita nøkur fólk og gera tilmæli til, hvussu vit kunnu menna útbúgvingartilboðini á skúladeplinum í Suðuroy.
Vit eiga ikki at læsa okkum í sjónarmiðnum, at øll skulu fáa sær útbúgving í Føroyum. Tvørturímóti skulu vit lata upp fyri, at so nógv sum møguligt ynskja at fáa sær eina útbúgving, annaðhvørt tað so er her heima, uttanlands ella bæði.
Men vit skulu gera tað møguligt at byrja at lesa í egnum landi, tí kanningar vísa, at tess seinni ungdómurin fer av landinum – eitt nú í lestrarørindum – tess størri eru sannlíkindini fyri, at tey hava hug at venda aftur.
Tess størri eru sannlíkindini, at tann einstaki sær, at Føroyar hava brúk fyri mær, og eg fyri Føroyum. Sum eg longu havi nevnt, so ger tann framkomna samskiftistøknin tað møguligt at fylgja við í fyrilestrum og undirvísing kring allan heim, bert vit hava gjørt tær neyðugu útbúgvingaravtalurnar, og bygt upp tey neyðugu netverkini. Eisini innanlendis eiga vit at menna møguleikan fyri heilt ella partvís at fylgja undirvísing umvegis fjarlestur. Á øllum útbúgvingarstigum. Tað eru ov nógv arbeiðsleysir føroyingar í løtuni. Allar góðar kreftir – eisini arbeiðsloysisskipanin skuldu brúkt alla sína orku uppá at tryggja hesum vaksnu førleikar til eina nýggja byrjan.
Samlestur og fjarlestur
Vit skulu eisini viðurkenna, at heimurin liggur opin fyri okkum, og eg síggi óendaliga nógvar møguleikar, um okkara lærdi háskúli, okkara Fróðskaparsetur, verður høvuðsinngongdin til eina viðkomandi útbúgving hjá einum vaksandi skara av okkara ungdómi, til eina útbúgving, sum kann verða sett saman av lestri bæði her heima og uttanlands.
Eg ivist onga løtu í, at tað í hugtakinum fjarlestur, og í hugtakinum “joint degree” – samansett prógv, liggja óendaliga nógvir møguleikar fjaldir. Og eg vóni veruliga, at øll, ið varða av og starvast í útbúgvingarsumhvørvinum, vilja taka lógvatak saman um at menna allar hesar ymisku tættir innan útbúgving og gransking. Tað snýr seg um at gagnnýta ta tøkni, sum í dag er so framkomin, og um at fyriskipa og at lestrarvegleiða so væl sum møguligt. Tað snýr seg um at menna netverkini innanlendis og uttanlands, og tað snýr seg sjálvandi um at skapa sosialar karmar fyri nýggjum læringarmøguleikum fyri borgarar, ið útbúgva seg alt lívið, – sama hvar tey eru stødd.
Vit fara í dag at hoyra eina røð av sera áhugaverdum fyrilestrum um royndir hjá øðrum, úr Svøríki, úr Íslandi úr Noregi og ikki at gloyma úr Føroyum. Tí vit hava eisini góðar søgur at siga um væleydnaðar fjarlestrarroyndir.
Stóra tøk til fyriskipararnar, og hjertelig velkommen til vore gæster og foredragsholdere. Jeg håber at I vil nyde jeres ophold her på Færøerne, og at vi sammen kan udbygge de e-learning netværk, som kan omfatte også Færøerne.
Jeg glæder mig til at høre om resultaterne fra dagens workshops.
Takk fyri.