(MYNDIN: Bjarni Nygaard)
Mentanarvirðisløn Landsins 2016
verður latin Rúna Brattaberg, operasangara
Síðan aldarskiftið hevur Rúni Brattaberg virkað sum operasangari við operaleikhús kring stóran part av heiminum. Hóast hann lutfalsliga seint í lívinum valdi at halga seg operasangin, hevur hann við eyðsýndu evnunum og sterku, sermerktu rødd síni megnað at skapað sær eina undranarverda yrkisleið. Einamest hevur hann sligið sítt navn fast sum einastandandi tulkari av operum Wagners.
Tað lá kanska ikki í kortunum hjá bóndasoninum úr Fámará, at hann ein dag skuldi standa á mætasta operapallinum í heiminum, The Metropolitan Opera í New York og syngja Wagner - og tó. Á ungum aldri fór Rúni at syngja við kórinum Ljómi í Vági. Hóast upprunaliga útbúgvin dokumentarfotografur var tað alskurin til sangin, sum dró. Hann megnaði at fáa pláss í kórinum á Den Kongelige Opera í Keypmannahavn, áðrenn hann nam sær víðari útbúgving í sangi, fyrst á Sibelius Akademia í Helsinki og síðan á International Operastudio í Zürich.
Rúni hevur frá náttúrunnar hond eina serstakliga djúpa og orkufulla bassrødd og harumframt vilja og ágrýtni, sum ger, at hann í dag fær í boði mest áhugaverdu operaleiklutirnar fyri bass. Við leiklutum so sum Gurnemanz og Titurel í Parsifal og König Marke í Tristan og Isolde eftir Richard Wagner, sum Baron Ochs í Der Rosenkavalier eftir Richard Strauss og sum Osmin í Die Entführung aus dem Serail eftir Wolfgang Amadeus Mozart hugtekur Rúni Brattaberg áhoyrarar og ummælarar um allan heim.
Fyri listaligu avrik síni fær Rúni Brattaberg
Mentanarvirðisløn Landsins 2016.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna
(Mynd: Rúni Brattaberg kundi ikki vera við til heiðursløtuna vegna framførslu í Leipzig, og mamma hansara, Karin Brattaberg, tók tí ímóti heiðrinum hansara vegna.)