11.01.2018 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Mentamálaráðið játtar stuðul til 7 leiklistaverkætlanir

Mentamálaráðið játtar stuðul til 7 leiklistaverkætlanir

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur gjørt av at lata 7 verkætlanum stuðul av játtanini til yrkisleiklist í 2018. Endamálið við játtanini er at menna yrkisleiklistina, og stuðul kann latast feløgum, bólkum og einstaklingum, ið reka yrkisleiklistaligt  virksemi, til leikrit, tónasmíð, leikstjórnan, framførslur, keyp av útbúnaði, verkætlanir, skeið, keyp av sakkønari hjálp og annað leiklistavirksemi.

Hesar verkætlanir fingu stuðul:

Vár Berghamar Jacobsen: Luddi og Lundisa – kr. 65.000

Katarina G. Nolsøe: Leitanin eftir at vera – kr. 75.000

Det Ferøsche Compagnie: Hamlet – kr. 80.000

GUT //Productions: Látur Medusu – kr. 80.000

Teatur Grugg v/ Súsonnu Tórgarð: 24 mislykte nordmenn – kr. 100.000

Tvazz v/ Gunnvá Zachariasen: Sansavilliniborgin “Býur okkara” – kr. 100.000

Opera.fo, v/Birita Adela Davidsen: Dagbókin hjá Leporello – kr. 150.000

“Dagbókin hjá Leporello”, sum hevur fingið 150 tús. kr. í hesum stuðulsumfari, verður frumsýnd á Tjóðpalli Føroya í mars. Tað verður ein heldur øðrvísi leiklistalig uppliving á føroyska leikpallinum, tí talan er um eina kamaroperu, sum byggir á søguna um politiskt ókorrekta konufólkarevin Don Giovanni. Søgan verður søgd úr sjónarhorninum hjá tænara hansara Leporello. Við í leikinum eru fleiri operasangarar, m.a. Ernst Sondum Dalsgarð og Birita Poulsen.

Tilsamans vóru tíggju umsóknir, og søkt var um 1,7 mió. kr. Játtanin er 650 tús. kr.

Tað er Leiklistaráðið, sum viðger umsóknirnar og ger tilmæli til landsstýriskvinnuna sambært lógini um Tjóðpall Føroya og stuðul til yrkisleiklist v.m.


Mynd: HeinesenMyndir / Opera.fo: Dagbókin hjá Leporello