05.12.2012 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

MENTAMÁLARÁÐIÐ FINGIÐ UMSÓKN UM STUÐUL TIL LESTRARÍBÚÐIR

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur fingið handað umsókn frá sjálvsognarstovninum “Lestraríbúðir í miðbýnum í Klaksvík”, um landskassastuðul til bygging av lestraríbúðum í Klaksvík.

Tað var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, býráðslimur, og umboð hjá Klaksvíkar býráð í sjálvsognarstovninum, sum handaði landsstýrismanninum umsóknina um stuðul til byggingina.

Sjálvsognarstovnurin hevur ætlanir um at byggja lestraríbúðir í miðbýnum í Klaksvík, og sambært umsóknini um stuðul, er ætlanin at byggja umleið 30 íbúðir í fyrsta byggistigi.