Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum er farin til Washington, har hann verður við, tá stóra norðurlendska mentanartiltakið Nordic Cool 2013 letur upp í The John F. Kennedy Center for the Performing Arts í morgin.
Fleiri enn 700 norðurlendsk listafólk vera á tiltakinum, teirra millum eru Tróndur Patursson, Eivør Pálsdóttir, Hanus Kamban, Yggdrasil og Guðrun og Guðrun.
Á ferðini fer landsstýrismaðurin eisini á fund við hinar norðurlendsku ráðharrarnar í mentamálum.
Landsstýrismaðurin er aftur í Føroyum 22. februar.
Nordic Cool 2013 er opin frá 19. februar til 17. mars.