22.01.2015 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið
Landsstýrismaðurin heilsaði uppá 8. flokkarnar í Eysturskúlanum
Fríggjadagin í seinastu viku vóru 8. flokkarnir í Eysturskúlanum og vitjaðu í Mentamálaráðnum. Ørindini vóru at hitta Bjørn Kalsø, landsstýrismann, og handa honum eitt skriv í sambandi við støðuna í orðabókamálinum.
Landsstýrismaðurin var ikki at hitta í ráðnum henda dagin, tí hann var í Skálavík, har hann skuldi handa mentanarvirðislønir seinnapartin. Sama fríggjakvøld var málið um orðabøkurnar loyst, og tað var hetta, sum landsstýrismaðurin vildi tosa við næmingarnar um.
Bjørn Kalsø takkaði næmingunum fyri skrivið og teirra áhuga fyri málinum, og hann ynskti næmingunum góða eydnu við skúlagongdini.