Kunning um kanning av happing millum næmingar í 5., 7. og 9. flokki
Sum áður fráboðað, skipar Mentamálaráðið fyri, at kanning verður gjørd av happing millum næmingar í fólkaskúlanum. Endamálið við kanningini er at kanna, í hvønn mun happing er millum føroyskar fólkaskúlanæmingar og at fáa til vega dagførda vitan sum grundarlag undir at endurskoða menningarætlanir í skúlunum og skipa fyri menningarátøkum, til tess at minka um happing, og harvið økja um trivnað og læring hjá fólkaskúlanæmingum.
Kanningin fevnir um allar næmingar í 5., 7. og 9. flokki í føroyska fólkaskúlanum, og verður kanningin gjørd í skúlunum í viku 46 og 47, tvs. í døgunum frá 10. - 21. nov. 2014. Nágreinilig avtala um tíð og stað verður í næstum gjørd við skúlaleiðarar og flokslærarar í avvarðandi flokkunum, har fyriskipararnir eisini fara at greiða nærri frá mannagongdunum í sambandi við kanningina.
Tað er Fróðskaparsetur Føroya/Granskingardepilin, sum stendur fyri og ger sjálva kanningina, meðan ein fylgibólkur umboðandi Mentamálaráðið, Føroya Lærarafelag, Felagið heim og skúla og Skúlaleiðarafelagið fylgir arbeiðinum.
Kanning um happing var gjørd í 2007 í øllum 5., 7. og 9. flokkunum, har umleið 2200 næmingar luttóku. Við støði í kanningarúrslitinum vóru ymisk átøk sett í verk m.a., at allir skúlar gjørdu trivnaðarætlan, har happing var eitt øki, umframt at fokus var sett á trivnað og virði í skúlunum á ymsan hátt. M.a. var skipað fyri skeiðum fyri lærarum, sum høvdu um hendi at skipa trivnaðararbeiðið í skúlunum. Eisini fingu skúlarnir amboð í arbeiðinum at fyribyrgja happing og at veita hjálp í happingarmálum umframt, at AKT lærarar vórðu settir í skúlunum og seinni sum partur av førleikastovunum. Nevnast kann eisini SSP-skipanin, sum er sett í verk.
Ætlanin við kanningini er at fáa til vega dagførda vitan um happing í skúlunum og eisini eina ábending um, í hvønn mun átøkini, sum sett eru í verk, hava munað, m.a. í hvønn mun happing er økt ella minkað í føroyska fólkaskúlanum síðani 2007. Kanningin, sum nú verður gjørd, verður lutvíst gjørd eftir sama leisti sum í 2007, men við dagføringum m.a. viðvíkjandi sosialum miðlum. Kanningin verður gjørd við spurnarbløðum.
Avtala er gjørd við Fróðskaparsetrið, at kanningin við frágreiðing verður handað Mentamálaráðnum seinast í apríl 2015.