Rigmor Dam, landsstýriskvinna við mentamálum, skipaði í farnu viku fyri hugaroksfundi um málmenning hjá børnum í dagstovnaaldri. Fundurin var ein liður í ætlanini hjá landsstýriskvinnuni at varpa ljós á málmenning.
Á fundinum luttóku umboð fyri m.a. dagstovnar, fólkaskúlar, Kommunufelagið, Fróðskaparsetrið, Sernám, Málráðið, Pedagogfelagið, Lærarafelagið, Kringvarpið, barnabókasøvn, Nám, Bókadeild Lærarafelagsins, Savnsfagnaðin, Norðurlandahúsið og Rithøvundafelagið.
Fundurin var skipaður við fyrilestrum fyrrapartin og hugaroki seinnapartin. Martin Næs helt røðu vegna landstýriskvinnuna, sum ikki kundi vera við vegna forfall. Í røðuni greiðir Rigmor Dam, landsstýriskvinna, frá visjónum um málmenningararbeiði. Í røðuni segði hon m.a.:
- Spurningurin um málsliga menning hevur leingi ligið mær á sinni, og tá eg sat í andstøðu, legði eg uppskot fyri Løgtingið um at fáa eina heildarætlan fyri, hvussu vit stimbra málsligu menning barnanna. Sitandi samgonga ætlar at meira tíð skal setast av til námsfrøðiligt virksemi, at námsfrøðiliga granskingin skal styrkjast, og at eitt dagstovnaráð skal seta í verk tiltøk, sum m.a. skulu styrkja um málsligu menningina hjá børnum.
Øll røðan hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, á hugaroksfundi um málmenning.