Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur sett nýggja Granskingarnevnd frá 1.9.2014-31.08.2017.
Í Granskingarnevndini, sum stjórnar Granskingargrunninum, sita 7 limir. Nevndarlimirnir skulu hava skil fyri tí strategiska týdninginum, sum granskingin hevur fyri samfelagið, ella hava granskingarførleika.
Granskingarnevndin ráðgevur landsstýrinum og vinnulívinum í granskingarpolitiskum spurningum, og hon skal eisini leiðbeina og ráðgeva granskarum í granskingarspurningum.
Limirnir í Granskingarnevndini eru:
• Guðrið Andórsdóttir, formaður, tilnevnd av landsstýrismanninum í mentamálum
• Kirsten Brix, tilnevnd av landsstýrismanninum í mentamálum
• Ragnar Joensen, tilnevndur av Føroya Arbeiðsgevarafelag
• Gestur Hovgaard, tilnevndur av Løntakarafeløgunum
• Jákup Mørkøre, tilnevndur av landsstýrismanninum í vinnumálum
• Richard Schwartson, tilnevndur av landsstýrismanninum í heilsumálum
• Eyð Eidesgaard, tilnevnd av landsstýrismanninum í fiskivinnumálum
4 fólk eru nývald, tey eru Ragnar Joensen, Gestur Hovgaard, Richard Scwartson og Eyð Eidesgaard. Guðrið Andorsdóttir hevur sitið eitt skeið sum vanligur limur, men er nú forkvinna.
Granskingarnevndin er sett fyri trý ár.