Í gjár var fáfaringarhald á Glasi, nú rektarin seinastu fýra árini, Bogi Bech Jensen, hevur lagt frá sær.
Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, er setanarmyndugleiki, og hann nýtti høvið at bera Boga Bech Jensen eina heilsan og takka honum fyri arbeiðið.
Hann segði millum annað soleiðis:
"Ein bogi er eitt sterkt vápn, sum bæði skal vera liðiligt og kunna geva seg, tá á stendur – men sum samstundis má vera so mikið haldført, at tað ikki brotnar, tá harðast leikar á.
Og tá trýstið er av, tá pílurin er sendur og uppgávan fullførd, má bogin flyta seg aftur til útgangsstøðuna.
Tað krevst ein sterkur bogi fyri at geva pílunum góða ferð og góðan rætning - og senda teir avstað út í verðina, har teir vónandi raka málið og treffa, so teir gera gagn og eru til nyttu.
Eg hugsi, at hetta er ein góð mynd av teimum eginleikunum, sum krevjast í hesum starvinum – og sum komandi rektarin eisini krevur hava.
At kunna standa ímóti, tá tað er neyðugt, og at geva seg, tá tað er neyðugt – alt eftir hvat tænir endamálinum best. Og yvirskipaða endamálið – fyri okkum øll - er at geva ungdóminum gott flog og rætta kós á ferðini út í samfelagið og út í lívið."
Jenis av Rana kunngjørdi eisini, at søkt verður eftir nýggjum rektara sum skjótast.
Inntil nýggjur rektari tekur við, røkir Steinbjørn Hardlei, umsitingarstjóri, uppgávuna.
(mynd: Tróndur Dalsgarð)