13.01.2014 · Uttanríkis- og vinnumálaráðið

EYGLEIÐINGAR Í FORSKÚLUNUM - KUNNING OG NIÐURSTØÐA

EYGLEIÐINGAR Í FORSKÚLUNUM - KUNNING OG NIÐURSTØÐA

9. januar 2014 handaði Fólkaskúlaráðið landsstýrismanninum í mentamálum, Bjørn Kalsø, frágreiðing um eygleiðingar, ið gjørdar eru í føroysku forskúlunum.

Eygleiðingarnar eru gjørdar í samband við, at kunngerð um forskúlar var lýst 8. august 2013.

Frágreiðingin er ein roynd at styrkja vitanina um verandi forskúlar og er hugsað sum eitt grundarlag at arbeiða víðari við. Frágreiðingin liggur á heimasíðu Mentamálarásins. Les her.