Tveir næmingar úr Hoydølum / Glasir, sum ganga í 1.G. á náttúrubreytini, samfelagsleið, hava í dag arbeitt í Mentamálaráðnum í sambandi við "Bolivia dagin", ið Glasir skipar fyri í dag. Tær eru Hildur Háfoss, 16 ár og Jóanna Hansen, 17 ár.
Endamálið við hesum degi er at savna pening inn til ein skúla í Bolivia, ið verður nýttur til ymiskt tilfar til skúlan, at umvæla og viðlíkahalda hann.
Tær hava verið sera raskar, og vit eru sera glað fyri hjálpina og ynskja teimum blíðan byr.